Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 10 TEMA: At brenna út At brenna út STEINAR PATURSSON T að, at vera útbrendur, er nakað serstakt, og tað er ikki tað sama sum at hava stress ella at vera strongdur. Strongdina kanst tú fáa hjálp fyri, soleiðis at tú fært tínar førleikar aftur, men tað at vera útbrendur, er ein meira permanent støða, sigur Helgi Rasmussen. – Útbrendheit er tann sein­ asta fasan av stress. Vit plagdu at siga, at vart tú útbrendur, so var tað ein irreversibul støða. Á vanligum føroyskum merkir tað, at tað er ein støða, sum ikki vendst aftur frá. Tú kanst gott vera álvarsliga stressaður, men so kanst tú fáa hjálp og frítíð, og so tekur tú annað skinn um bak og leggur lívið hjá tær um. So kanst tú koma aftur til arbeiðs­ lívið og liva uttan trupul­leikar. – Men ert tú útbrendur, ert tú farin út har, sum reservurnar eisini eru brúktar. Tú ert slitin inn á bein, og tú hevur einki at byggja upp aftur við, sigur Helgi Rasmussen og samanber tað at vera útbrendur við eitt slag av av­lamni. – Tað er næstan sum at hava gikt; hevur tú fingið tað, so mást tú liva við tí, og tú verður av­ markaður restina av lívinum. Tú kanst gott liva eitt gott lív við tí, men tílíkt sum trýst, deadlines og annað, tað tolir tú ikki longur, og tú fert ongantíð at tola tað. Vánaligar arbeiðsumstøður skapa strongdina Helgi Rasmussen metir, at ein av upprununum til strongd og útbrendheit eru at finna í teim­um broytingum, ið fóru fram á arbeiðsmarknaðinum mið­skeiðis í 1950'unum. Tá gjørdist sálar­frøðin og konsulent­virk­semi partur av arbeiðsplássunum, og úrs­lit­ið varð, at sálarfrøðiligir teknikk­ir vórðu brúktir til at stýra starvs­ fólki, heldur Helgi Ras­mus­sen. – Tú fert inn og byrjar at gera teams, at tosa um trivna, at halda saman og so framvegis. Mitt í tí heila verður hetta nógv meira enn bert eitt arbeiði. Nú verður starvsplássið eitt lív. Fert tú hagani og fram til í dag, so er sjúkrafrávera og stress ein trupulleiki, ið verður verri og verri. Sálarfrøðingar, konsulent­ar og alt møguligt verður brúkt til at fáa bilbukt við hendan trupulleikan, men hann verður bara verri, sigur Helgi Rasmussen. Tá spurdur, um tað er van­ di fyri, at sálarfrøðingar og konsulentar kunnu lata seg brúka ella misbrúka av fyri­tøk­ um og stovnum, ið vilja hava nýggj­ar leiðsluteknikkir, sum kanska ikki eru serliga góðir fyri væl­veruna hjá starvsfólkunum, heldur Helgi Rasmussen, at tað er ein avgjørdur vandi. – Tað er júst tað, sum hendir. Tá kunna vit, sum konsulentar, gerast viðspælarar í at skapa út­brend­heit, sigur Helgi Ras­ mus­sen. Symptomviðgerð loysir ikki nakran trupulleika Sum dømi um hvat tað merkir at vera viðspælarar í útbrendheit, greiðir Helgi Rasmussen frá um einum hugsaðum dømi, har eitt starvsfólk arbeiðir í einum rúmi, ið er fult av gift. Meðan starvs­ fólkið er til arbeiðis, setir giftin seg í húðina, og starvsfólkið verður illa fyri. Starvsfólkið fer tí til lækna og fær hjálp fyri giftini eftir arbeiðstíð. Starvsfólkið fær tað eitt sindur betri, meðan tað er hjá læknanum, men dagin eftir fer tað aftur til arbeiðis inni í giftiga rúminum, og "hjálpin", sum læknin veitti, hevur bert fyri­reikað starvsfólkið til at verða sjúkt aftur dagin eftir. – So rennir tú millum giftina og læknan. Tað nyttar einki at hjálpa tí einstaka annað enn at tey kunnu taka støðu til, hvat tey vilja í sínum lívi, sigur Helgi Ras­mus­sen og sipar til, at tey kunnu altíð velja at finna eitt annað arbeiði. – Skalt tú broyta organisa­ tión­ina, so mást tú fáa fatur á stjóra­num og øllum system­ inum. – Tað nyttar einki at fara inn at hjálpa einstaka starvsfólkinum. Tað er gott upp á tann mátan, at tú kanst fáa tey at taka støðu til, um tey vilja vera har ella ikki. Tú kanst hjálpa upp á tann mátan, at tey velja at fara eitt annað stað. Men at taka fólk út úr einum sjúkum systemi og gera tey frísk, bara soleiðis at tú kanst seta tey inn aftur í tað sjúka systemið, tað er rættiliga ábyrgdarleyst. Og tað hendir javnan, sigur Helgi Rasmussen. Neyðugt er við greiðum kørmum Um sleppast skal undan, at starvs­fólk brenna út, er neyðugt at arbeiðsplássið hevur greið mørk fyri nær tú ert til arbeiðis, og nær tú ikki ert, heldur Helgi Ras­mussen. Rákið seinastu árini hevur verið, at arbeiðið verður tikið við til húsar í telefonini og í teldupostinum – Tað fyrsta er at fáa eina organi­sa­tión, sum hevur mørk, soleiðis at tú veitst, nær tú ert inni og úti. Og fartelefonir og teldupostar er millum annað tað, sum er grensubrótandi, sigur Helgi Rasmussen. – Tú hevur júst sett at hyggja eftir Degi & viku, og so plingar telefonin. So ert tú Tað er ikki tað sama at vera útbrendur sum at vera strongdur. At vera útbrendur er nakað, ið fylgir tær restina av lívinum og má sostatt takast í størsta álvara. Ert tú í vanda fyri at verða útbrendur, tá eru vantandi karmar á arbeiðsplássinum ofta ein týdningarmikil partur av trupulleikanum, heldur Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur VÁNALIGAR VÁNALIGAR ARBEIÐS­UMSTØÐUR ARBEIÐSUMSTØÐUR BRENNA TEG ÚT BRENNA TEG ÚT Men ert tú útbrendur, ert tú farin út har, sum reservurnar eisini eru brúktar