hósdagur 13. februar 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
11
knappliga til arbeiðis. Tað, sum
er mest umráðandi fyri ikki at
verða útbrendur, er at kenna
arbeiðstíðina og arbeiðsupp
gávuna. Og tú mást leiðast upp
á ein máta, har tú veitst, nær
arbeiðsuppgávan er loyst.
– Tað, sum skapar nakað,
sum tú kanst brenna fyri, er, at
tú veitst, hvat tú gert, tú veitst,
hvat tað krevst, og tú veitst, nær
tú ert liðugur. So brennir tú ikki
út.
Hinvegin brennir tú út, um
tú ongantíð verður liðugur við
arbeiðið.
– Um tú kemur til húsar
hvønn dag og hugsar: "Nú mangli
eg hetta, og so mangli eg hatta.
Guð viti, hvat tey krevja. Man
hetta vera gott nokk?" Allar tær
spekulatiónirnar. Trupulleikin
er, at bremsiklossarnir hvørva,
og so koyrir tað í fullari ferð í
24 tímar um døgnið, sigur Helgi
Rasmussen.
Somuleiðis er fikseringin við
arbeiðstímum - ein fiksering,
sum hevur vundið upp á seg
saman við tøkniligu frambrot
unum - eisini ósunn, metir Helgi
Rasmussen
– Hetta at tú skalt vita, hvar
starsvfólk eru allatíð, er burtur
við. At tað er tað, sum er meira
avgerandi, enn at starvsfólk
loysa uppgávurnar. Summi telja
tímar heldur enn produktión.
Tað er tankavekjandi, at
vitanarstarvsfólk - tey, sum
framleiða og arbeiða við vitan -
skulu arbeiða í einum tímaregi
og eftir strangum tímareglum,
tí at tað er ikki soleiðis, sum
vitanarframleiðsla
virkar,
heldur Helgi Rasmussen.
–Tú kroystir eina industriella
tankagongd niður yvir vitanar
starvsfólk. Tað vil siga, at tú
brúkar eina gamla samlibands
tankagongd til fólk, sum skulu
arbeiða við vitan. Har vildi eg
sagt, at tað hevði verið betri, um
fokus var á produktiónmál.
Frítíðarítriv og áhugi
ávirkar rætta vegin
Tað er ikki bert ein spurningur
um at hava nógv at gera, sum ger
av, um hvørt tú ert í vanda fyri
at vera útbrendur ella ikki.
Helgi Rasmussen vísir til
granskingina hjá Robert Kara
sek, ið ger greitt, at tað er ein
javnvág millum krøv og kontroll,
sum er avgerandi fyri, hvussu
strongdur tú ert.
– Hevur tú til dømis eitt høgt
krav um at loysa eina uppgávu,
men tú hevur lítla ávirkan á
rammurnar, so er tað stresselv
andi, sigur Helgi Rasmussen og
vísir á flogfyriskiping sum dømi
um strongdarelvandi arbeiði.
Flogfyriskiparar hava høg
krøv til arbeiðið. Gongur tað
ikki sum ætlað í loftrúminum,
kann tað enda við álvarsomum
vanlukkum. Samstundis hava
flogfyriskiparar lítla ávirkan
á karmarnar kring arbeiðið,
tí hvørki veðrið ella tekniskir
feilir í flogbúnaðinum spyr teir
til ráðs. Úrslitið er, at flogfyri
skiparar teljast millum teirra,
ið kenna mest strongd av
arbeiðinum.
Hinvegin hava frítíðarítriv
ikki stóra ávirkan á, um hvørt
tú kennir teg strongdan ella er
í ferð við at brenna út.
– Ert tú í einum ítróttarfelag,
so er tað sjálvboðið. Tá tú gert
sjálvboðið arbeiði, veitst tú, at
tú gert eitt gott og meiningfult
arbeiði.
Heldur enn at virka tømandi
fyri orku eru frítíðarítriv tað, ið
gevur tær orkuna.
– Tað er eingin, sum fæst við
ítróttarfelag, skótar ella líkn
andi, sum fer niður við nakka
num orsakað av tí. Tað er kanska
júst har, sum tey fáa orkuna frá,
sigur Helgi Rasmussen.
Helgi Rasmussen, cand.
psych. aut. við serfrøði í
organisatiónspsykologi.
Helgi Rasmussen arbeiðir
við organisatións- og
leiðslumenning, og hevur
skrivað bókina "Finn teg í
organisasjónini".
Tá kunna vit, sum
konsulentar, gerast
viðspælarar í at skapa
útbrendheit
Tað, sum
skapar nakað,
sum tú kanst
brenna fyri, er,
at tú veitst,
hvat tú gert,
tú veitst, hvat
tað krevst, og
tú veitst, nær
tú ert liðugur