hósdagur 13. februar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
12
TEMA: At brenna út
At brenna út
ANNIKA KUNOY IM
T
að eru mong, sum í
lestri ella stavi sínum
hava lært, hvussu tey
fáa samband í lag við
onnur menniskju, hava empati
fyri øðrum, vekja álit og annað,
ið er grundleggjandi fyri um
sorganartørv. Fleiri uppliva
møtimiklar støður til arbeiðis, og
ofta taka starvsfólk ógvusligar
upplivingar við sær heim eftir
arbeiðstíð. Tað er ikki ein partur
av útbúgvingini at læra, hvussu
ein skal halda til slíkt alt lívið, og
nógv kenna tí, at tey eftir eina
tíð fáa hug til at skifta yrkisleið,
sjálvt um tey gera tað, sum tey
brenna fyri.
Hóast skúlar og arbeiðspláss
hava eina samábyrgd, er tað
í høvuðsheitum, sum við ilt
maskuni umborð á flogfari
num. Hendir eitthvørt, so má
maskan á ein sjálvan, áðrenn
ein fær hjálpt øðrum. Ert tú
ikki okay sjálvur, so er trupult at
vera nakað fyri onnur. Soleiðis
greiðir Bergtóra Høgnadóttir
frá, sum í næstum skal halda
fyrilestur um evnið á Vinnuráki,
sum Bituff skipar fyri.
Fleiri duga serstakliga væl at
hava umsorgan fyri øðrum, men
tey duga minni væl at geva sær
sjálvum eginumsorgan. Stund
um brenna eldsálirnar út, ella
tær velja at hálsa um og arbeiða
við onkrum heilt øðrum, enn tær
upprunaliga brendu allarmest
fyri. Ofta tí at tey kenna seg
drenaði og ikki orka yrkið meir.
Orð sum strongd, útbrend og ov
byrða vinda alsamt upp á seg.
– Útbúgvingar og arbeiðslív
leggja ofta dentin á, hvussu vit
kunnu vera nakað fyri onnur, og
tað er sera umráðandi. Dentur
eigur tó eisini at leggjast á,
hvussu vit eisini kunnu vera
nakað fyri okkum sjálvi, stað
festir hon.
Hon leggur tó dent á, at tá
menniskju verða veruliga út
brend, so er neyðugt við sálar
ligari viðgerð fyri at hava ein
møguleika at fóta sær aftur,
og tað er tá umráðandi, at tað
verður gjørt á rættan hátt. Van
lig fólk fáa tó gjørt nógv fyri
byrgjandi fyri at ansa eftir sær
sjálvum, heldur hon.
– At gerast strongdur og at
brenna út er hvør sítt. Er man
veruliga har, at man er vorðin
sjúkur, so so tørvar man sálar
frøðiliga viðgerð. Mín boðskapur
er, at fólk sum eru í vanda at
brenna út kunnu menna egnu
sjálvumsorganarførleikar, sigur
Bergtóra Høgnadóttir, sum er
útbúgvin sosialráðgevi, trætu
loysari og Master í positivari
sálarfrøði.
Summi serliga útsett
Positiv sálarfrøði er ein grein
í sálarfrøðini, og snýr seg í
høvudsheitum um trvinað. Tað
er við støði í hesi vitanini og
egnum praktiskum royndum
sum sosialráðgevi og HR fólk,
at Bergtóra Høgnadóttir snikkar
fyrilesturin saman.
– Eg leggi í hesum serliga
dentin á fyribyrgjandi partin, og
tað er viðkomandi fyri millum
annað lærarar, námsfrøðingar
heilsuhjálparar, prestar, læknar
og tey mongu onnur, sum í
gerandisdegnum arbeiða við
menniskjum. Eisini smábarna
foreldur, sum altíð skulu vera
nakað fyri onnur og geva av sær
sjálvum. Tað eru fleiri bólkar, ið
eru serliga útsettir, og tað er tí
umráðandi, at man ansar eftir
sær sjálvum, sigur hon avgjørd.
Hetta krevur, at ein gerst
varugur við, hvat tað er, sum tek
ur orkuna frá einum, og síðani
ber til at gera nakað við tað.
– Tað er umráðandi at hugsa
fyribyrgjandi og harvið gera
sær nakrar tankar um, nær
tað er flýtur yvir og hvat kann
gerast fyri at fáa orku í gerandis
degnum.
Hjá teimum flestu er ferðin
høg – bæði til arbeiðis og í frítíð
ini. Er ein nýútbúgvin og nýliga
komin á arbeiðsmaknaðin, so er
ikki víst, at ein kennir síni egnu
mørk og harvið eisni fær hugsa
fyribyrgjandi. Bergtóra Høgna
dóttir greiðir frá, at arbeiðsgev
arin eisini hevur samábyrgd í at
veita hóskandi arbeiðsbyrðu og
karmar, sum leggja upp til, at
trivnaðurin styrkist, og starvs
fólk støðast. Manglar man
royndirnar og sjálvsinnlitið,
so kann tað eisini vera gott, at
tosa við arbeiðsgevaran av og á,
so báðir partar eru samdir um
væntanarsamsvar.
Hon heldur, at vit hvíla meir
í okkum sjálvum, tá vit gerast
eldri.
– Eg vóni, at tey flestu hvíla í
sær sjálvum og seta sær spurn
ingin, hvat tey fegin vilja og hvat
gevur innihald. Tí hóast tað er
fantastiskt at sleppa at arbeiða,
og geva sítt íkast til samfelagið,
so er alneyðugt at ansa eftir sær
sjálvum og at siga frá, sigur hon
avgjørd.
Arbeiðsloysi er metlágt í før
oyska samfelagnum í dag, og
umsorganarfakini mangla, sum
flest onnur øki, eisini starvsfólk.
Tað atti at verið hjúkla um tey,
sum eru í fakinum, so tey trívast,
kenna seg møtt og støðast.
Hóast tað mangla starvsfólk alla
staðni, so eru tað fleiri, ið hálsa
um í fakinum, greiðir hon frá.
– Arbeiðsgevarar áttu eisini
at havt í huga lága arbeiðsloysi,
og harvið eisini gjørt meir fyri
trivnaðin, tí tá fólk trívast gerast
tey loyal og hava hug at støðast,
sigur hon.
– Sjálvsagt eiga arbeiðsgev
arar at tryggja, at arbeiðsum
hvørvið ikki ger starvsfólkini
sjúk. Umráðandi er tó eisini, at
Tað er fínt,
at summar
uppgávur
krevja meir
enn aðrar, men
um allar upp
gávurnar
krevja alt av
einum, so er
vandi fyri at
verða út
brendur
AT BRENNA
AT BRENNA
FYRI
FYRI UTTAN
UTTAN
AT BRENNA ÚT
AT BRENNA ÚT
– Útbúgvingar og arbeiðslív leggja ofta dentin á, hvussu vit kunnu
vera nakað fyri onnur, og tað er sera umráðandi. Dentur eigur tó eisini
at leggjast á, hvussu vit eisini kunnu vera nakað fyri okkum sjálvi,
sigur Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi og MA í positivari sálarfrøði