hósdagur 13. februar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
13
vit sum starvsfólk og menniskju
sum heild, kenna okkara mørk,
tora at seta mørk, hava eginum
sorgan, eru tilvitaði um okkara
styrkir og ikki minst at vit vita
og gerast tilvitaði um tað okkum
tørvar bæði í arbeiðslívi og frílívi
okkara til tess at løða battaríini
og minnast til eginumsorgan,
staðfestir hon.
Amboðini
Tað eru ávís amboð ein kann
brúka til at ansa eftir sær sjálv
um, ið eru fortreyt fyri, at ein
áhaldandi kann brenna fyri yrki
sínum.
Uppgávurnar
á
einum
arbeiðsplássi kunnu vera ymisk
ar. Summar uppgávur krevja
meir enn aðrar. Bergtóra heldur,
at tað er umráðandi, at vit vita,
hvat krevst og væntast av okk
um, tá vit eru til arbeiðis, men
av og á er eisini neyðugt, at vit
lækka krøvini til okkum sjálvi.
– Tað er ikki neyðugt at gera
alt til UG alla tíðina. Onkuntíð
mást tú raðfesta uppgávurnar
og yppa øksl, sigur hon.
– Tað krevur eisini eina
tilvitan um, hvat drenar ein, og
hvussu battaríini síðani verða
løtt. Ein samrøða við leiðsluna
um, hvat tað er, sum drenar ein
kann eisini verða viðkomandi, tí
tað er fínt, at summar uppgávur
krevja meir enn aðrar, men um
allar uppgávurnar krevja alt av
einum, so er vandi fyri at verða
útbrendur, sigur hon eisini.
Hetta kann henda, tá arbeiði
– sum okkum annars dámar –
fyllir ov nógv. Vit taka tað heim
við, og skilnaðurin millum
arbeiðs- og frítíð verður kámari
og kámari. Tí hóast tað er gott at
kunna svara telefonini og teldu
postum um kvøldið, so merkir
tað, at arbeiði og familja bresta
saman, greiðir hon frá.
– Tað kann samanberast við
at hava smábørn. Vit elska tey
og elska at vera saman við teim
um, men tey flestu elska eisini
fríløtuna um kvøldarnar, tá tey
eru farin í song.
Spurd um, hvat hon sjálv ger
fyri at løða battaríini, sigur Berg
tóra, at hon gagnnýtir netverkið,
sum hon hevur rundan um seg
og raðfestir rørslu og fríska luft.
– Eg havi nógv fólk í mínum
lívi, sum eg kann snakka við og
hava tað stuttligt saman við.
Mær dámar væl at vera sosial og
tosa við menniskju, men nú sum
árini líða, dámar mær eisini væl
kvirruna, tá eg eri einsamøll inni
ella ein einsamallan gongutúr í
náttúruni ella joga. Eisini finni
eg orku, tá eg veri burtur í einum
evni ella lesi eina bók. Tað er
eisini eitt samspæl millum tað
sálarliga og tað kroppsliga, sigur
hon.
– Tá eg eri til arbeiðis, royni eg
at skipa umstøðurnar soleiðis, at
dagarnir hava jávnvág. Havi eg
til dømis fleiri setanarsamrøður
ella fundir, so er umráðandi –
bæði fyri meg og tey, sum sita
yvirav mær – at eg sleppi at
tøma høvdið, hugsa um tað, sum
er hent, svara teldupostum og so
framvegis. Harvið verði eg eisini
ein betri luttakari, sigur hon.
– Tingini skulu ikki bara fáast
av verki, tí tað snýr seg eisini
um at njóta tilgongdina. Fyri
meg er tað drenandi, tá eg bara
gleði meg til at seta flugubeinið,
leggur hon aftrat.
– Vit kenna okkum øll út
koyrd viðhvørt, og tá er um
ráðandi, at vit eru góð og tosa
pent við okkum sjálvi. Og eisini
við starvsfelagarnar. Vit mugu
rúma hvørjum øðrum bæði tá
vit fáa á skafti, og tá vit ikki eru
besta útgávan av okkum sjálvi,
sigur Bergtóra Høgnadóttir.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tað kann samanberast við
at hava smábørn. Vit elska tey
og elska at vera saman við
teimum, men tey flestu elska
eisini fríløtuna um kvøldarnar,
tá tey eru farin í song