Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 14 TEMA: At brenna út At brenna út STEINAR PATURSSON S vend Højgaard hevði stór­ar ætlanir við starvi­num sum leiðari á bókasavninum við Løkin. Men krøvini, sum Svend Højgaard setti til sín sjálvs, fóru so smátt at gera seg inn á sálarligu heilsuna, og endin var, at konan gjørdi vart við, at okkurt ruggaði ikki rætt. – Konan hjá mær varnaðist, at mín atburður var broyttur. Fjúsið var stytri og eg reageraði skjótari upp á smærri konfliktir, til dømis hjá børnunum. Eg østi meg ov lætt, og smáting gjørdust óneyðuga stór. Eg kundi øsa meg um klandur millum synirnar hjá mær ístaðin fyri at bíða í tveir minuttir, so tað loysti seg sjálvt. Svend Højgaard gjørdi ikki nakað við tað sjálvur bein­an­ vegin, men eftir at konan hevði havt tað á lofti nakrar ferðir, gjørdi Svend Højgaard av at royna eina kanning á netinum. Kanningin gav ábendingar um, at talan var møguliga um strongd, og Svend Højgaard gjørdi tí av at lesa meira um strongdarsymptomini, sum kann­ingin vísti. – So ræður tað um at vera er­ ligur og at reagera upp á tað so skjótt sum gjørligt. Eg var ikki komin so langt út, at matarlystur og svøvnur var farin, so á tann hátt var eg heppin, tí strongdin kann geva varandi mein. Svend Højgaard gjørdi av at fara til lækna, og ráðini frá læknanum vóru greið: hann skuldi sjúkrameldast. – Eg hevði ikki meira enn hálv­talað orð, so sigur læknin at eg skuldi sjúkrameldast. Tá hugsaði eg "ja, takk fyri. Hetta er tað, sum eg havi brúk fyri." Arbeiðsgevarin var skjótur at skilja støðuna, og Svend Højgaard varð sjúkrameldaður í tríggjar mánaðar. Tók arbeiðið við heim Svend Højgaard ger greitt, at tað vóru hansara egnu forvætningar og krøv til sín sjálvs, sum gjørdu, at hann gjørdist strongdur. – Eg forvæntaði, at eg skuldi vera so og so góður maður, eg skuldi útynna so og so nógv á arbeiðsplássinum. Eg skuldi vísa á nøkur úrslit, eg skuldi prógva, at eg hevði gingið so og so leingi í skúla og at bókasavnið við Løkin skuldi verða heimsins besta. Samstundis var mamma mín sjúk við hús, og eg skuldi eisini prógva, at eg kundi hjálpa har. – Eg var mín egni leiðari á bókasavninum eisini, og har ert tú undir tínum egna trýsti, tí tú veit ongantíð, nær tað er gott nokk. Tú kanst altíð gera eitt sindur meira, og tá tú fert heim klokkan 17, so veitst tú ikki, um tú ert liðugur. Og tað er nokk nakað, ið øll vitanarstørv hava til felags - at tú tekur arbeiðsuppgávuna við heim. Sjúkramelding var vegurin upp aftur Fyrsta tíðin í sjúkrameldingini gekk einfalt út uppá, at tað trýst­ ið, sum hevði verið í gerandis­ degnum, skuldi sleppast, greiðir Svend Højgaard frá. Men tað var eisini ein avbjóðing í fyrstuni, tí Svend Højgaard var ikki greiður yvir, hvussu ring støðan var. – Ta fyrstu tíðina føldi eg bara, at eg datt djúpri og djúpri niður í eitt hol. Onkuntíð fór eg at gráta av ongum - eisini tá eg TAÐ BER TAÐ BER VÆL TIL VÆL TIL AT KOMA AT KOMA FYRI SEG FYRI SEG Svend Højgaard mátti í 2016 sjúkrameldast frá starvinum sum leiðari á bókasavninum við Løkin. Battaríini vóru útbrend og máttu løðast upp aftur, og tí varð Svend Højgaard sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir. Men at vera sjúkrameldaður fyri strongd er ikki tað sama sum at vera útbrendur, og tað ber væl til at koma fyri seg eftir at hava verið strongdur, heldur Svend Højgaard Eg østi meg ov lætt, og smáting gjørdust óneyðuga stór Eg orkaði betri at vera sosialur og at práta við fólk