hósdagur 13. februar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
15
var einsamallur heima. Eg græt
av mínum hjálparsloysi.
Svend Højgaard var farin at
ganga til sálarfrøðing, tá hann
varð sjúkrameldaður, og aftaná
tær fyrstu vikurnar vóru farnar
aftur um bak, tóktiskt at ljósna.
– Eg gekk til sálarfrøðing.
Tað var ikki fyri at skula liva
gjøgnum nøkur gomul trauma,
men eg fekk nøkur amboð, so
eg kundi vita, hvussu eg skuldi
hugsa í gerandisdegnum,
soleiðis at eg fekk tað gott aftur.
– Aftaná tríggjar ella fýra
vikur byrjaði eg at síggja, at
tað gekk framá. Eg visti, at tað
fór at vera ein tilgongd, men
eg fekk fyrihildið meg til, hvar
hetta trýstið kom frá, sum elvdi
til strongdina. Og so kundi eg
fyrihalda meg til tað, tá eg kom
út aftur úr sjúkrameldingini,
sigur Svend Højgaard.
So við og við gerst støðan
betri,
– Tað verður longri millum
niðurtúrarnar og tey myrku
skýggini. Eg orkaði betri at vera
sosialur og at práta við fólk.
Tíðin hjá sálarfrøðinginum
gjørdi eisini tað, at Svend
Højgaard gjørdist meira greiður
yvir,
– Tú finnur útav, hvar tú
hevði prioritera skeivt, og at tú
skalt ikki seta alt ov høg krøv
til tín sjálvs. Tað er ein trupul
leiki í dag, at fólk koma út á ar
beiðsmarknaðin við einari út
búgving og halda, at tey skulu
fara út at gera allan munin.
Tú ert bara eitt menniskja út
av nøkrum milliardum, sum
hava livað her á jørðini. Take it
easy. Tú fært ikki kollvelt allan
heimin, og øll kunnu ikki vera
Nelson Mandela. Tað er eisini í
lagi at gera munin í tí lítla, sigur
Svend Højgaard.
At traðka fram hevur
eisini avleiðingar
Svend Højgaard hevur áður
traðka fram og fortalt um sínar
upplivingar í dokumentarinum
Eitt djúpi av máttloysi hjá
Kringvarpi Føroya. Svend
Højgaard angrar ikki, at hann
hevur valt at vera opin um sínar
upplivingar, men samstundis
hevur hann kensluna av, at tað
kanska hevur havt avleiðingar
fyri sína karrieru.
– Eg havi hugsað, at tað
kann hava havt ávirkan, tá eg
havi søkt størv aftaná. Eg søkti
rættiliga nógv størv, og eg var
til nakrar samrøður eisini, men
onkuntíð fekk eg illgruna um, at
arbeiðsgevarin hugsaði, at eg var
"hasin, sum hevði strongd", og tí
valdu tey onkran annan.
Svend Højgaard metir, at
hetta er møguliga nakað, sum
ger seg galdandi í undirvitskuni
hjá arbeiðsgevarum; at teir
halda, at hann er varandi sjúkur.
Men tað er ikki so, sigur Svend
Højgaard og leggur dent á, at
hann er ikki bara "tann stressaði
bókavørurin". Svend Højgaard
skilir eisini, at fólk ofta spyrja,
hvussu hann hevur tað, og at
tey spyrja í bestu meining. Men
endamálið við at sjúkrameldast
var at koma fyri seg, soleiðis at
hann ikki skuldi vera sjúkur í
allar ævir.
– Eg reageraði tá eg reageraði,
soleiðis at eg ikki noyddist at
vera burtur í meira enn tríggjar
mánaðir. Eg eri ikki púrasta út
brendur, og eg oyðilegði ikki
battaríið. Battaríið varð tómt,
men nú er tað løtt upp aftur.
Battaríið
varð tómt,
men nú er tað
løtt upp aftur