Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 16 Prei! Prei! SO SIGA TEY! JASMIN HEVUR KONSERTIR Um vikuskiftið hevur bólk­urin Jasmin konsertir í Havn og í Gøtu. Sangari í bólki­num er evnaríka Jas­ min Mote. Frambrotið hjá Jas­min byrjaði, tá ið hon vann tónleikakappingina Se­ment. Síðan hevur hon veruliga staðfest seg sum songkvinnu, og nú er útlandið eisini farið at leggja merki til hana. Í fjør vann Jasmin FMA heiðurin sum ársins songkvinna, og tað er ikki løgið, tí hon er ein fram­úr sangari. Jasmin spælir fríggjakvøldið kl. 21:00 í Reinsarínum í Havn, og leygarkvøldið kl. 21:00 í Tøting í Gøtu. Jas­min hevur bólk saman við sær, og á konsertunum ber eisi­ ni til at hoyra Frem­mand. ODDFRÍÐUR HEVUR SKRIVISKEIÐ Rithøvundurin Oddfríður Marni Rasmussen um viku­skiftið skriviskeið í Fugla­firði. Øll, sum dáma at skriva, og sum vilja læra seg betur at skriva fik­tión, kunnu luttaka á skeið­num. Á skeiðnum fer Odd­fríður at hava fyri­lestr­ar um at skriva, skrivi­venj­ingar verða, og gjøgn­um­gongd verður av tekstum. Ætlanin er, at lut­tak­ar­arnir verða betri til at skriva stuttsøgur og yrk­ingar. Skriviskeiðið verður á Bókasavninum í Fugla­firði leygardagin og sunnu­dagin – báðar dagar frá kl. 12:00 til 20:00. Fugla­ fjarðar Kvøldskúli skipar fyri. ÓLI REINERT Á GEILINI, AVGREIÐSLUMAÐUR HJÁ STRANDFERÐSLUNI Í SVÍNOY, UM ATLØGUVIÐURSKIFTINI HJÁ RITUNI SIRIÐ STENBERG, LØGTINGSKVINNA, SPYR LANDSSTÝRSKVINNUNA Í ALMANNAMÁLUM UM STØÐUNA Á BARNAHEIMINUM INGILÍN DIDRIKSEN STRØM, LØGTINGSKVINNA, Í KJAKI UM LEIKLUTIN HJÁ BÚSTAÐIR Her hevur mangan verið øgiliga baldrut Man fær fatan av, at Barnaheimið sum stovnur tykist vera í kreppustøðu Felagið Bústaðir er okkara amboð til at tryggja øllum borgarum tak yvir høvdið B ókin »Poems from the Edge of Extinction« set­ ur sjóneykuna á smá og hótt mál kring heimin. Eitt av teimum fimmti mál­un­ um, sum er tikið við í bókina, er før­oyskt. Rithøvundin Chris McCabe, sum er úr Liverpool í Onglandi, hevur ritstjórnað útgávuna, og hann skrivar í innleiðing í bókini um, hvat poesiur kann gera við missin av máli. – Tað er ofta við listarligum brúki av máli, at tað unga ættar­ liðið av fyrstan tíð lurtar eftir egnum máli við áhuga og síðan byrjar at brúka tað sjálvt, skrivar Chris McCabe. Hann hevur granskað í hótt­ um og smáum málum, og sagt verður, at av teimum 7000 mál­ un­um, sum verða talað kring heim­in í dag, verður helvtin ikki longur tosað av fólki síðst í hesari øldini. Føroyska ískoytið í »Poems from the Edge of Extinction« eigur Kim Simon­sen. Nakrar yrkingar hjá hon­um, sum eru tiknar úr út­gávu­ni Des­em­ ber­morgun, eru prent­aðar í savninum á før­oyskum máli. Eisini er ensk týðing hjá Randi Ward av yrkingum við í út­ gávuni. – Eg varð spurdur, um eg vildi lut­taka í bókini, og eg haldi, at upp­runaligi áhugin fyri mínum yrkingum stavar frá einari lut­ tøku hjá mær á skotska festi­ valinum StAnza í 2015. Tað er ein festivalur fyri poesi, og hann fær vanliga nógv umrøðu. Slík lut­ tøka kann skapa ringar í vatn­ in­um, sigur Kim Simonsen. Seinastu tíðina hava fleiri miðlar umrøtt »Poems from the Edge of Extinction«, og tað er eisini við til at økja um áhug­ in fyri teimum, sum luttaka í bókini. –  Ein slík útgáva er sýnis­ gluggi, og mínar yrkingar eru longu týddar til onnur mál. Norð­menn fara at prenta yrk­ ing­ar­nar á norskum, og ein heil bók hjá mær skal týðast til makedónskt, danskt og vón­ andi enskt. Tað er hugaligt, tá ið áhugi er fyri yrkingunum og útgávunum, sigur Kim Simon­ sen, sum í næstum skal til Italia at tosa um hesa bókina og aðrar bøkur. Hann heldur, at áhugin fyri Før­oyum kring heim er stórur í løtuni. – Føroyar eru frammi í tíð­ ini. Umvegis mat, tónleik og ferðavinnu verður eisini størri áhugi fyri føroyskum skald­ skapi, og tað er hugaligt at merkja, sigur Kim Simonsen. NÝGGJ BÓK HEIÐRAR TEY HÓTTU MÁLINI Kim Simonsen hevur yrkingar við í altjóða antologi, sum er skrivað á fimmti minni og hóttum málum – Føroyar eru frammi í tíðini. Umvegis mat, tónleik og ferðavinnu verður eisini størri áhugi fyri føroyskum skaldskapi, og tað er hugaligt at merkja, sigur Kim Simonsen