Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 17 Ø ssur Mohr hevur sein­ astu sjey árini verið búsitandi í Danmark, har hann hevur verið nógv umbiðin til framsýningar og umbidnar uppgávur at gera list. Síðst í februar mánaði verða verk hjá Øssuri sýnd fram í Vejle. Tað er Listafelagið í Vejle, sum hevur skipað fyri framsýningini í »Møllen«, tey kalla. Fernisering verður leygardagin 29. februar kl. 11:00, og síðan ber til at síggja verkini hjá Øssuri í eina tíð frameftir. Øssur Mohr, sum er úr Fugla­firði, er kendur fyri síni abstraktu landslagsmálningar, sum ofta byggja á útsýnið úr Fugla­firði við Leirvíksfjalli fyri framman. Seinastu 20 árini hevur Øssur Mohr verið listamaður burturav, og tað eru liðin meira enn 30 ár, síðani hann sýndu fyrstu verk síni fram alment. – Í Danmark eri eg nærri út­ heiminum. Tað er lætt at koyra til grannalondini at hava fram­ sýningar, og eg havi fastar av­ talur við gallarí í eitt nú Dan­ mark, Svøríki og Hollandi. Síðani eg kom til Danmark, havi eg eisini fingið nógv fleiri um­ bidnar uppgávur, sigur Øssur Mohr. Mítt vikuskifti Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? Seinastu tíðina eru nógvir leygar­dagar farnir til at fyri­reika undirhald. So verður eisini hesuferð, har eg skal undirhalda í tveim­ um veitslum leyg­ar­kvøldið. Annars dámar mær best at vera saman við familjuni, har tey fýra abba­børnini eru miðdepilin í sam­ver­u­ni. Abbasynirnir, sum báð­ir eru 4 ára gaml­ir, seta futt í, og tað er gott fyri konditiónina at renna aftan­á teim­um. Sunnu­ morg­un­in fari eg á møti í Lív­ sins Orð. Møt­ið sun­nu­morgun er hædd­ar­punkt­ið í vikuni. At tilbiðja og  lov­syngja Guði, at hoyra Guðs orð boð­að í anda og kraft og at hava samfelag við syst­kin í Harra­num er kelda til lív og gleði. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best?  Mær dámar bæði leygardag og sunnudag sera væl. Fyrst og fremst tí teir eru frí­dagar, har ein sjálvur ræð­ur meiri yvir tíðini enn annars. Er veðrið gott, er leygardagurin frálíkur at gera okkurt rundan um húsini, har nógv ligg­ur á láni. Hinvegin er sunnu­dags­ friðurin nakað heilt ser­ligt og sera góður fyri familju­ lívið. Hesa myrku tíðina brúka vit ofta til at spæla ymisk borðspøl og annars til familjuhugna. Hvussu dámar tær hesa árstíðina? Mær dámar í grundini all­ar árstíðirnar. Tær loysa hvørja aðra av júst í røttu løtuni. Hendan tíðin er heilt serlig, nú várið fer at nærk­ast, og lív aftur kemur í náttúruna. Vit hava havt ringt veður í longri tíð, og tí leing­ist okkum eftir blíðari veðri, sum vónandi kemur við várinum.  Um tú vildi viðmælt fólki at lurta eftir einum sangi um viku­ skiftið, hvør skal tað vera ? Eg viðmæli fólki at lurta eftir okkara framúr sang­ ara Heina Lützen, har hann syngur álvarsliga sangin hjá Aage Samuelsen, sum Kajfinn Hammer so væl hevur týtt. Fyrsta ørindi sigur: »Jesus Hann sigur: Eg komi skjótt/ Komi í skýggjunum brátt;/Ert tú, á, sál mín, tilreiðar, tá/Róp kemur í mitt á nátt?« Øssur skal sýna fram í Vejle Føroyski listamaðurin fer í næstum at hava framsýning í jútska býnum F arna vikuskiftið hevði rock­ bólk­urin Týr tríggjar útseldar kon­sertir saman við Føroya Sym­foni­orkestri og kóri í Norður­ landa­húsinum í Havn. Á konsertini vórur nýggjar útsetingar av sangum hjá Týr spæld­ar, og tað var stórfingið og øðrvísi at upp­liva. Nú er Týr farið aftur til tað, teir gera mest av – at spæla konsertir sum rock­ bólkur uttanlands. Týr er tann føroyski tónleikabólkurin, ið hevur havt størst plátusølu uttanlands, og teir munnu eisini vera tann bólkur, sum hevur flest konsertir uttanlands. Týr hevur seinnu árini ferðast um stórar partar av heiminum við teirra tón­ leiki, og fyri framman bíða nógvar spenn­ andi uppgávur. Leygarkvøldið spælir Týr í Wacken í Týsk­landi – tiltakið kalla tey Wacken Winter Nights. Í næstu viku spælir Týr á tiltakinum Jorvik Takeover í York í Ong­landi. Í mai mánaði ongur leiðin hjá Týr á fyrsta sinni til Australia, har Týr hevur seks konsertir í stórbýum. Týr skal spæla á minni spælistøðum í Melbourne, Ade­ laide, Sydney, Canberra og Brisbane. Á kon­sertunum fer eisini russiski bólkurin Ar­kona at hava framførslu. – Tað er spennandi at fara til ein nýggjan heims­part at spæla, men vit vænta ikki tað stóra, tá tað er fyrstu ferð, vit spæla har. Vit hava nakrar ferðir roynt nýggjar mark­naðir, og royndirnar siga okkum, at tað tekur tíð og arbeiði at byggja teir upp, sigur Heri Joensen, sangari í Týr. Týr skal eftir ætlan aftur til USA at spæla seinni í ár, og teir hava eisini kon­ sert­ir í Ungarn, Eysturíki, Rumenia og Íslandi á skránni seinni. Eftir stórfingnar konsertir í Føroyum fer rockbólkurin nú aftur á ferð, og í næstum spæla teir eitt nú í Australia Týr fer aftur á ferð Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Týr spælir um vikuskiftið í Týsklandi Øssur Mohr er virkin listamaður í Danmark Bill Justinussen