Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 19 møg­u­ligar smáttur til gisting, sum ein part av Norðara Býlingi. Í mill­um húsini í Norðara Býlingi verð­ur teigalendi og urtagarðar, sum koma at veita rávøru til mat­stov­una. Timburbrúgv verður gjørd um Foss­dalsá við so fáum inn­ triv­um sum gjørligt, beint sunn­ an fyri Norðara Býling. Einfaldur lendisvegur verður gjørd­ur frá brúnni suður til Heim­ara Býling. Sjálv matstovan verður í heimara býlinginum Í Heimara Býlingi er sjálvt mat­ stovuvirksemið við øllum dag­lig­ um stuðulsfunktiónum. Hesin býl­ing­urin er meira ‘viðgjørdur’ í mun til Norðara Býling, hús í ein­ari og tveimum hæddum kring eitt steinsett tún. Fram­ síður, har gjørligt er at lata upp, so tún og innirúm til onkur høvi, kunna renna saman. – Við sjóvarmálan hugsa vit, at ein einføld bryggja kann ger­ ast. Hugsast kann, at gjørligt er at koma higar sjóvegis, tá veðrið loyvir tí. Tankin er somuleiðis, at øk­i­ð við bryggjuna verður ein í­tøkilig ímynd av sambandinum við havið. Her kann ymiskt úr sjón­um vera lagt upp, sjógæti kann goymast fekst í innbygdum kist­um í bryggjuni, smærri tiltøk fyri gestir kann fara fram í fjør­ uni, á bryggjuni, ella í neystinum Feski, sigur Johannes Jensen. Smátturnar, ella rúmini til gist­ing fara at liggja tvey og tvey ym­sastaðni í økinum, soleiðis at gjørligt verður at gista: Í́ brim­ inum, við fossin, á bónda­garð­i­ num, í hellinum, úti á nesinum ella í gamla seyðahúsinum. Atgongd til gistingina er eftir ein­faldum rásum. Í staðin fyri at skapa eitt væl­ ver­uøki, sum vit vanliga kenna tað í sambandi við gistingina, so ynskja vit í staðin, at hesin part­ ur verður fullkomiliga sam­an­ tvinn­að­ur við náttúruna. Vit skjóta upp, at heitar keld­ ur vera gjørdar beinleiðis í hell­ una í fjøruni, beint niðanfyri bakk­an. Hyljar í Fossdalsá verða nýtt­ir til at svala sær á í, og undir foss­inum á bakkanum kanst tú fáa tær eitt náttúrubað. Bryggjan er sjálvsagt eisini ein møguleiki til eitt stutt hav­ dypp, áðrenn farið verður í heitu keld­ur­nar. AST SUM EIN Síðani Koks byrjaði fyri um­leið átta árum síðani, hev­ur mat­ stov­an verið gjøgn­um eina støð­uga menn­ing á flest øllum økj­um, sum viðvíkja matstovu rakstri í breiðasta týdning. Menningin er eisini gald­ andi fyri samleikan hjá KOKS. Til­knýtið til nátt­úr­u­na, søgu og siðaarv hevur gjøgn­um øll ár­ini verið ein meg­in­tátt­ur, sum serliga sein­astu árini, er vorð­ið ein enn greið­ari og bjart­ari sam­leiki á altjóða mat­ stov­u­himm­al­inum. Viðvíkjandi søgu og siða­ arvi, so var flytingin fyrst frá hot­ell­inum til Kirkju­bøar, síð­ ani til garðin frammi við Gjónna við Leyn­a­vatn, ein fram­hald­andi granskan og menn­ing av samleikanum í mun til før­oyska søgu og siða­ arv. Gist & Vist skrivar so­leið­is í skits­u­uppskoti­num: – Uppskotið til nýggja KOKS er ein tilvitað fram­hald­ andi menn­ing av sam­leik­a­ num. – Vit hava valt at taka støði í før­oyska garðinum og býl­ing­i­ num, vit øll kenna frá smá­um før­oysk­um bygd­a­sam­fel­øg­um. Sjálv­andi skal mat­stovan og gist­ingin í øll­um lutum vera vælvirk­andi í sín­um funk­ tións­bygnaði. Her er tað ­á­ hugavert at síggja, at sið­bund­ ni hátturin at byggja tættar býlingar í før­oysku náttúruni er sera væl egn­að­ur og lut­fals­ liga lætt­ur at laga til eina sam­ an­setta skrá, har neyv krøv eru til, hvussu ym­iskar funk­ti­ónir innanhýsis eru bundn­ar sam­ an. Tí er hev­ur í­blást­ur­in víst seg at vera hent­ur, bæði hvat við­víkur at taka støði í einum sið­bund­n­um bygnaði og at fáa eina væl­virkandi saml­aða eind. Harafturat hevur sið­bundni býl­ing­urin nakrar eyð­sædd­ar dygd­ir. Dygdir, sum eru truplar at fáa eyga á í nú­tíðar bygging, serliga tá tal­an er um at skapa utt­an­dura øki við góðari lívd, til at stuðla upp­und­ir utt­an­ dura virk­semi. Hett­ar er eitt að­al­mál í skap­an­ini av Nýggja KOKS, at mat­stov­an ikki ‘bert’ er ein bygn­ing­ur, men ein sam­ an­sett liv­andi eind, sum eisini skap­ar utt­an­dura dygdarrúm, eitt tún sum kann vera karmur um al­skyns virk­semi. Onk­un­ tíð sjálv­støð­ugt við til dømis lætt­ari matgerð á eldstaðnum fyri ein bólk av gestum, men eis­ini í samspæli við rúm, sum liggja út til túnið. Tankin er at Hag­reið­ing­ar­rúm, Grovkøkur og Royk­stovan kunna lata stóru hurð­ar­nar upp og flyta ym­iskt virk­semi út í tún, so­ leið­is at gesturin upplivir eitt liv­andi umhvørvið kring tún­ið og eitt innlit í virksemi í ym­ isku húsunum. Onkur flett­ir eitt lamb í hag­reið­ing­ar­rúm­i­ num, og fólk í grov­køki­n­um eru farin út í tún at hag­reiða dags­ins skurð av rab­ar­bum – tað er bert hugflogið, sum setir mørk, býlingurin verð­ur ein liv­andi vera í før­oysku nátt­ úruni, sum loyvir gest­i­num av fyrstu parkett at upp­liva til­ evn­i­ngina av eini mál­tíð í breið­ast hugsandi merk­ing. Á sama hátt sum við býl­ ings­bygn­að­i­num, so hava vit eis­ini valt at nýta føroyska garð­in sum íblástur. Á fleiri mót­um umskarast garðurin og býl­ing­ur­in, tá hugt verður at tí skip­an­ar­liga. Gomlu garð­ar­nir hava mangan vaks­ið seg størri yvir eitt langt ár­a­mál, so hvørt sum tørvur hev­ur verið á fleiri funk­tiónum. Tí eru gomlu størru garðarnir oft­ani vorðnir heilir býlingar. Gamli garðurin er mangan bygd­ur kring eitt tún, sum er egn­að til alskyns utt­an­dur­a­virk­semi. Harafturat er royk­stov­an ein miðstøð, ein snún­ings­dep­il á garðinum, har al­skyns virksemi fer fram. Her sit­ur tú undir orðinum og virk­ ar, her verður maturin hag­ reidd­ur og tilgjørdur. Alt ann­ að virksemi á garðinum, hev­ur so ella so, eitt tilknýti til hett­ar hjartað á garðinum. Náttúra, søga og siðaarvur Tað er Ósbjørn Jacobsen frá ÓSBJØRN JACOBSEN ARKI­TEKT­ AR, sum hevur teknað og gjørt skitsu­pro­jekt­ið til nýggja Koks Her síggjast teir báðir býlingarnar, sum ætlanin er at gera í Fossdali. Norðari býlingurin er meira til djórahald, hagreiðing og goymslu, meðan sjálv matstovan verður í heimara býlinginum við Fossdalsgjógv – har ein partur av matstovuni verður bygdur út yvir gjónna, har síggjast kann teir 70 metrarnar niður í gjónna