Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 27 Aðalfundur hjá Føroya Heimavirkisfelag verður leygardagin 29. feb frá kl.15.00 Er fundurin ikki viðtøkuførur, Verður eykaaðalfundur ½ tíma seinni. Fundarskrá sambært lógum felagsins Nevndin PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Johan Ingvard Sverri Thorsteinsson, Heygsvegur 2, 650 Toftir, føddur tann 16.07.1933, deyður tann 26.11.2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 401/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 07.02. 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hildu Karlu Sofie Lassen, Víkavegur 29, 700 Klaksvík, fødd tann 25. juni 1928, deyð tann 3. december 2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Biritu S. Samuelsen, SÓKN advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 411/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. februar 2020. TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f J+N, Klaksvíksvegur 56, 700 Klaksvík, skrás. nr. 6101, sks. nr. 3-2/2020, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Óla Jákup Kristoffersen, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j.nr. 20200040, innan 8 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 17. januar 2020. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 24. apríl 2020, kl. 9.45, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. februar 2020 I konkursboet P/f Landingar­ miðstøð Føroya (binavne: Landingarmiðstøðin á Toftum, Landingarmiðstøðin í Klaksvík), Toftagjógv 3, FO­650 Toftir, reg.nr. 3993, SKS 3­23/2013, har skifteretten stadfæstet tillægsopgørelse med en yderligere dividende på 1,1878 % til § 95­fordringer, og et yderligere kuratorsalær på 16.754,89 kr. inkl. MVG. Der bortses ved efterudlodningen fra fordringer, som vil afkaste under 200 kr. i ekstra udlodning. Udlodning finder sted den 26. marts 2020, såfremt anke ikke er sket. Retten på Færøerne, den 12. februar 2020 TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Farrago, Bøgøta 18, 350 Vestmanna, skrás. nr. 6510, sks. nr. 3-31/2019, verður hildin skiftifundur fríggjadagin tann 3. apríl 2020, kl. 10.00, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, har búgvið væntandi verður endað eftir konkurslógarinnar § 143, stk. 1, av tí at peningur ikki er út yvir tað, ið fer til rindan av útreiðslum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. februar 2020 Erik Mortensen 28. apríl 1936 - 01. februar 2020. Tað, sum eyðkendi Erik, var hansara blíða og lætta lyndi. Altíð fittur, fyrikomandi og blíður at práta við. Tað eru kanska ikki øll, sum geva sær far um, hvussu stóran týdning Erik hevur havt fyri føroyska samfelagið. Við sínum hvassa penni hevur hann áhaldandi peikað á trupulleikar, ið náttúran hevur havt at barst við. Hann var í 1984 eisini við til at stovna Føroya Fuglafrøðifelag. Áhugin hevur verið tann vanligi føroyski búfuglurin, og Erik hevur í mong ár varpað ljós á ymisk nátt­úru­ verndarviðurskifti. Frá 70'unum og eini 30 ár fram skrivaði hann grein­ir sum til dømis "Skúgvur og for­dómur" og "Lundin og skrápur, um røkt og misrøkt av nátturutilfeingi okkara". Hann hevur skrivað nógv um rottu­ eftirlit og týdningin av at forða, at hon kemur í fleiri oyggjar í Før­oyum. Erik hevur eisini við áhaldni lagt lunnar undir, at Føroya land umsíðir tók ábyrgd av at røkja nakrar av okkara sjófuglastovnum. Í brævi frá Erik til táverandi stjóra á Havstovuni, Jákup Sverra Joensen, greiðir hann frá vanlukkuligu veiðuni, sum man frá almennari síðu hevði vent blinda eygað til, og heitir inniliga á stjóran um, at skil má fáast í. Hóast tað kanska ikki var ein beinleiðis avleiðing, so fekk Andrias Reinert stutt eftir í uppgávu at innsavna vitan um føroyska lom­ vigastovnin, millum annað við ring­ merking av lomviga. Hetta førdi síð­ ani til, at sjófuglakanningarstøðin á Hav­stovuni varð sett í verk. Eingin hevur sum Erik ferðast runt í landinum fyri at halda eitt vakið eyga við ymisku fuglabølini, og hansara holla vitan var eisini brúkt millum annað í bókini “Important Bird Areas in Europe” hjá International Council for Bird Preservation. Í árunum 2002 til 2010 taldu Erik, Petur Mortensen og Jens-Kjeld Jen­ sen grágæs fyri Wildfowl & Wetlands Trust (hendan teljingin er nú aftur sett í verk av Havstovuni). Hesir somu taldu eisini æður kring alt landið í fleiri ár á rað. Alt, ið hesir undan­gongu­ menn gjørdu, var av berum áhuga fyri okkara náttúru og við ynskinum um at verja hana. Erik fylgdi væl við, og las nógv. Hann visti alt um støðuna hjá før­ oysku fuglastovnunum, men hann visti eisini so nógv um nógv annað - sum til dømis, hvussu fuglarnir høvdu ment seg frá dinosaurunum. Hann átti eitt stórt savn av bókum, og serliga nógv­ar enskar, ið flest allar vóru um nátt­úruna. Hetta er tann stóri arvurin, sum Erik hevur latið eftir til Føroya land; at hann bæði alment og privat legði orð og tankar til, hvussu vit á besta hátt kunnu og eiga at liva í Føroyum, uttan at ganga náttúruni ov nær. Ofta eru fugla­frøðingar eins og røddin í oyði­ mørkini, men Erik hevur víst okkum, at við tolsemi og áhaldni ber nógv til, eisini í Føroyum. Vegna Føroya Fuglafrøðifelag Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen 60 miljónir tiknar frá føroysku kommununum Annika Olsen Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Í seinastu løgtingssetu við Javnað­ar­ flokkinum á odda vórðu lógaruppskot samtykt á Føroya løgtingi, ið beinleiðis kostaðu føroysku kommununum 60 miljónir kr. Hetta var meðan Javnarflokkurin sat við róðrið í almannamálum, at trý lógaruppskot vórðu samtykt, t.e. skattligu broytingar í lógini um fyri­ tíðarpensjónir, broytingar í lógini um tvungna uppsparing av pensjónum og broytingar í forskattingini av pensjónum. Tvey tey seinastu lógaruppskotini vóru beinleiðis tengd at fíggingini av eldraøkinum. Hesi lógaruppskot raktu serliga serliga Suðuroynna og Sand­ oynna meint. Um dagarnar boðar Javnar­flokk­ urin - nú í andstøðu - frá, at tað eru føroysku kommunurnar, sum við eini mill­umkommunalari útjavning­ar­ skipan nú skulu javna ójavnan millum økini. Heldur átti Javnarflokkurin at borið kommununum peningin aft­ur, ið teir hava tikið frá føroysku komm­ un­um. Latið kommunala búskapin fáa frið, tað eru føroysku kommunurnar, ið hava staðið fyri størsta búskaparligu framgongdini seinastu árini. At seta eina millumkommunala útjavningarskipan í verk er ikki loysn­ in, tað er at taka alt áræði og virkis­ fýsni frá føroysku kommunum. Skal javnast út má landið standa fyri hesum. Og eru tað øki í landinum, ið eru hart rakt, so er tað ein lands­upp­ gáva og ikki ein kommunal uppgáva at fáa hetta á beint. Kjak Dreymastarvið finnur tú á in.fo