Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 26 Minningarorð Til minnis um fugla- og náttúruvinin Erik 1936 - 2020 Náttúran við øllum sínum veldi og sínum smálutum stóð huga hansara næst, og í honum hevði fuglurin í Føroyum ein sera góðan vin. Ein tann fremsti náttúru- og fuglavinurin í okkara tíð, Erik Mort­ensen, hevur lagt árarnar inn, 83 ára gamal. Náttúran dró hann longu at sær, tá hann var drongur, og henda atdráttarmegin helt fram, líka til heilsan fór at bila fyri nøkr­ um árum síðani. Var veðrið gott, sást hann bíða eftir bussinum. Í gummistivlum og við skjáttu í hond. Soleiðis reik­ aði hann landið runt - summar eft­ ir summar. Aðrar dagar sást hann við hundi spáka fram við fjøru, um bø og heimrustir. Tey vøkru náttúruplássini vitj­aði hann á hvørjum ári. Eitt av teimum var Svínaskoradalur. Haðani sá hann eisini bjargafugl, sum hann eisini hevði stóran tokka til, hóast hann ikki var veiði­maður. – Hevur tú ikki verið í Svína­ skora­dali enn, flenti Erik við spei­ samur, tá eg mátti viðganga, at eg ikki hevði verið í hesum í dalinum har norðuri á oynni. Afturímóti hevði hann ikki verið Eysturi í Barmi. Men hann var til dystin fús, tá vit saman við Jógvani Gerðalíð gingu túrin úr Gravardali, um Kvíingadal, Hellis­ dal, Lisshøvda, oman í Barm, um Skúvadal, Torvadal og endaðu á Norðoyri. Ein stórsligin og áhugaverdur túrur, ásannaði hann, tá vit troyttir endaðu á sjómansheiminum, tí Ternan sigldi undan okkum. - o - Ert tú góður við náttúruna, gleðist tú, tá tað gongur væl í hond. Og harmast, tá tað gongur minni væl. Ella tá farið verður fram uttan fyrilit. Eisini hann argaðist, tá gref­lig inntriv vórðu gjørd í nátt­ úruna, tí myndugleikarnir gáaðu ikki um estetisku virðini og kann­ aðu ikki aðrar møguleikar. Óneyð­ ugu sárini eru mong. Tíverri noyddist Erik ofta at ásanna árini eftir aldaskiftið, at ”einki skil var í”. Tað hevði gingið støðugt aft­urá við bjargafuglinum og heiða­fugl­ urin var nú í minking. – Her verður heilt galið, hvat endar tað við, tók hann til, harmur á málinum. Erik visti, at tað gekk afturá, tí hann kendi talið á reiðrum kring Havnina og Kaldbak – hvussu nógv spógva- tjaldurs- og láarpør vóru – og hvar tey vóru. Hvar fjalla­murra, stelkur, helsareyði ella annar sjáldsamur fuglur helt til. Somuleiðis fylgdi hann væl við lóminum. Um tvey pør vóru á vøtnunm her oman fyri bygdina ella um tað bara var tað eina parið. Um lómur var komin á hesa ella hasa tjørnina sunnan- ella norðanfyri. Í minninum er ein góður kvøld­ artúrur, sum vit tríggir Erik og Pet­ur Mortensen gingu á eina tjørn norðuri á Eiði. Jú, lómurin var komin. Og við kikaranum stað­ festi hann fegin, at tvey egg vóru í reiðrinum. Soleiðis livdi hann í samljóði við náttúruna – hann taldi fugl og eygleiddi fuglalívið. Hann var tó ikki bara eygleiðari. Hann savnaði sær stóra vitan um fugl og náttúru í teimum nógvu bókunum, hann hevði, eins og frá vinum her heima og uttanlands. Hann var í brævaskifti um fugl og náttúru við leik og lærd í øðrum londum. Hann harmaðist, tá tað gekk ill, men gleddist, tá tað gekk væl í hond. Minnist væl, tá hann í sam­ røðu í Frítið og náttúru fyri eini 30 árum síðani fegnaðist um, at nú var grágásin aftur farin at byggja í Føroyum. Ikki vardi tað hann, at stovnurin fór at fjølgast so nógv, at grágásin gjørdist ein plága hjá summum. - o - Tá tú ert góður við náttúruna og hevur ans fyri umhvørvinum, er tað stundum neyðugt at tala at. Erik var helst tann fyrsti, sum av álvara gjørdi vart við, at rottan var um at oyða heil fuglalond. Hann heitti í blaðgreinum á myndug­ leikar og eigarar at taka henda álvarsama spurning í álv­ara. Uttan iva fekk hann myndug­ leikar at rakna við, og í nógvum fugla­londum løgdu menn út rottu­ eitur. Nú eru bæði myndugleikarar og onnur á varðhaldi, so rottan ikki ger innrás í fleiri oyggjar. Hin­ vegin hava Erik og onnur fugla­ áhugað harmast um, at føroyski um­hvørvismyndugleikin ikki hev­ur gjørt eitt veruligt átak at basa hesum skaðadjórinum, eins og myndugleikarnir hava gjørt í summum oyggjum í Stóra­bret­ landi. Somuleiðis fanst hann tíðum at allari lesullini, sum sløðist á traðunum tíðliga á sumri. -Vit bjóða tjóðfuglinum vælkomnum á grækarismessu við røðum og horntónleiki, men nakrar mánaðir seinri kemur tjóðarfuglurin sær í rasshaft, tí traðarmenn og jarð­ eig­arar eru so líkasælir, at teir ikki taka ullina upp, kundi hann argur málbera seg. Tey flestu lond hava orni­to­ logisk feløg at skapa áhuga fyri fugli og verja hann. Vit fingu lutfalsliga seint ein slíkan felags­ skap, men Erik var millum teirra, sum stovnaðu Føroya Fugla­ frøðifelag í 1984. Hann sat í nevndini í fleiri ár saman við íbirt­ ar­anum til felagið, Aksali Poulsen, í Sumba, og hovbinginum, Peturi Mort­ensen. Í fjør fekk Erik heið­ urs­tekin frá felagnum fyri sítt ar­ beiði fugli og felagi at frama. Felagið skipaði frá fyrsta degi fyri útferðum, eins og viku­skiftis­ ferðum, til fuglapláss at skoða fuglameingi. Erik var við á nógv­ um av hesum ferðunum. Fyri stórthundrað árum síð­ ani vardi Sverri Patursson fugl­in í skrift og talu og gav út Fugla­ frama. Stívliga eina hálva øld seinri var Erik – hóast lítillátin av lyndi – ein tann fremsti at tala søk fuglanna og gera vart við um­ hvørvis­spurningar - langt undan, at fólk gjørdust tilvitandi um um­ hvørvið. - o - Um Erik vaks upp í dag, hevði hann óivað nomið sær útbúgving inn­an náttúru ella fugl, ella kanska inn­ an mentan. Hann var sanniliga tilvit­andi um mál og mentan, polit­ikk og samfelagsviðurskifti. Minnist, at hann var stoltur, tá tann stóra móðurmálsorðabókin kom út. Hann helt fyri, at tað var eitt bragd, at hetta fámenta fólk kundi eiga so stór virði, sum hann metti, at føroyska málið er. Erik var føroyingur um ein háls, og virdi alt, sum før­oyskt er, gam­alt og nýtt. Hann var full­ veldissinnaður og tjóð­skap­ar­ maður. Tí var tað í samljóði við persón og mensku Eriks, at sálm­ urin, Boðar tú til allar tjóðir, varð sung­in, tá hann varð borin út úr Havnar kirkju. Ein sálm, hann plagdi at syngja saman við syn­ un­um, tá teir vóru smáir. - o - Erik var tvørámaður og barna­ heimið var á Hvítanesi. Hann var sonur Julinu og Niels Paula Mortensen. Julina var dótt­ir Jørgen Smið, ættaður úr Kál­ garð­inum í Ørðavík, og Thoru Tórsteinsson úr Trongisvági. Niels Pauli var sonur Onnu Mariu, úr Búð í Hvalba, og reiðara- og handils­mannin, Petur Mortensen, á Tvøroyri. Pápin, Niels Pauli, starvaðist í handilsvirkinum A/S J. Mort­ en­sen Eft, men tá felagið varð um­skipað í 1932, tóku hann og tví­burabróðurin, Johan, yvir hand­ilin á Hvítanesi, fiskahúsini har og nakrar sluppir. Tey vóru seks systkin, tvey úr fyrru giftu, Petur og Lisa, og fýra í seinri, Dorthea, Vagn, Erik og Jørgen. Niels Pauli doyði longu í 1942, tá Erik var seks ára gamal. Virksemið á Hvítanesi – við Pet­ uri sum stjóra - helt fram til mið­ skeiðis í fimmtiárunum. - o - Eftir at hava lært til bakara í Dan­mark arbeiddi Erik í bak­ar­ ín­um hjá Frants Restorff, men tá Gunleiv Karbech Mouritsen - systk­inabarn konuna, Ásfríð – byrj­aði fyri seg sjálvan, fór Erik at baka hjá honum. Seinrapartar las hann málarar av fyri SEV. Seinri var hann í fulltíðarstarvi hjá elfelagnum. Ásfríð og Erik møttust sum ung í Havnini og settu búgv í Klokk­ara­ gøtu í Eysturbýnum. Synirnir eru tveir, Bjartur og Atli. Ásfríð er dóttir Gunhild Reinert og Poul Karbech Mouritsen, van­ liga nevndur Karbech, úr Snikk­ arastovu, sum átti og rak prent­ smiðj­una hjá Sosialinum. Gunhild var úr býlinginum Við Á í Kaldbak. Seinri ognaðust Ásfríð og Erik barna­heimið hjá mammuni, og her hava tey búð seinastu 18 árini. Erik var lítillátin og hann gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum. Hóast smæðin, vildi hann fegin gera samrøður um fugl, fuglalív og náttúru okk­ara. Hann vildi - um tað kundi gagna - siga lurtarum frá síni vitan ella áskoðan um hesi viðurskifti. Við­ ur­skifti, sum fólk í dag eru nógv meira tilvitandi um - eitt nú Erik at takka. Erik var altíð fyrikomandi, blíð­ ur og fryntligur. Eitt prát við hann var ikki tómt tos. Hann lat onnur fáa lut í síni stóru vitan um fugl, nátt­úru og umhvørvi. Og hann duldi ongatíð sína hugsan og áskoð­an um hesi viðurskifti, sum vóru hansara alt og eitt. Tíverri gjørdist Erik sjúkur fyri nøkrum árum síðani, og ta seinastu tíðina hevur hann verið á heimi í Havn. Friður veri við minninum um skyldmannin Erik Mortensen. Í Soylugørðum í Kaldbak tann 10. februar 2020. Jóhann Mortensen Erik Mortensen situr á nøsini á Lishøvda á túri eystur í Barm. Jógvan Gerðarlíð peikar við stavinum.