hósdagur 13. februar 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
25
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annaðn
áhugaverdar frásagnir hjá Kristani frá
tingarbeiðnum.
ímillum, vil fáa stórar uppgávur
og nógv mál at røkja og varðveita.
Støðan verður nú tann, at Sam
bandsflokkurin fær slíkan av
gjørdan meiriluta, at hann gerst
førur fyri at fáa mál og sakir
ígjøgnum, sjálvt um hinir flokk
arnir skuldi verið ímóti.
Dimmalætting
kundi gotta sær
Tað var ikki so løgið, at Dimma
lætting gottaði sær mótvegis
Sjálvstýrisflokkinum um valúrs
litið.
Í grein “Tallene taler”, verður
skrivað:
Da Selvstyrepartiet ved Valget
i 1918 opnaaede Flertal i Lagtinget,
var Tingakrossur i den første
Sejrsrus ved at eksplodere af
Vigtighed og Overlegenhed.
I Tingakrossur for 27. April
(1918) skrives saaledes bl.a.:
Í 12 ár livdi sambandið í Føroy
um. So var komið á deyðastrá; tað
fall og tess fall var stórt. Endin var
syndarligur.....
1. juni sama ár verður skrivað:
So mikið er vist. Sambandið
í Føroyum kemur aldri aftur á
føtur. Tað fall við alla...
Síðan verður víst á, at í 1918
fekk sjálvstýrisflokkurin 3.052
atkvøður og Sambandsflokkurim
2.959. So munurin var bara um
100 atkvøður. Hetta gav sjálv
stýrisflokkinum 11 tingmenn og
sambandsflokkinum 9, takkað
skeivleika á valskipanini.
Men við valið í 1932 fekk Sam
bandsflokkurin 3.955 og Sjálv
stýrisflokkurin 2.930. Her var
munurin 1.000 atkvøður fleiri at
kvøður til Sambandsflokkin.
So Dimmalætting gav ikki
nógv fyri spádómskynstrið hjá
Tingakrossi. Hetta kann vátta
danska orðatakið, at “den der
lyves død lever længe”.
Syrgiligar hendingar
og kappar
Men sýslumansembætið kravdi
framvegis sítt og hevði álvar
samar avbjóðingar.
Tann 18. desember 1931 fekk eg
telefonboð um, at ein trolari ta
náttina var forlistur sunnanfyri
Fámjin. Eg fór hagar beinanvegin.
Tá var ikki koyrandi, so eg mátti
fara við báti til Øravíkar og so til
gongu til Fámjin, har eg fekk víst,
hvar vanlukkan var hend.
Eg skrivaði grein í Dimmu um
hetta. Eg vísti á, at tað skuldu fyri
langari tíð síðani verið komin
koyrivegur til Fámjin. Illveður og
brim kundi í langa tíð forða fyri,
at tað kundi komast til bygdina
frá sjónum.
Tað var við forbergið beint við
bygdina, at tað var hendur hesin
sorgarleikur. Ein trolari úr Hull
við 11 monnum, ið gleddu seg til
at koma heim og halda jól sam
an við familjuni, sigldi á land við
Skortaberg, og eftir fáum minutt
um var trolarin farin í sor í brim
inum sum var.
Orsakað av náttarmyrkri og
regndisi var sýnið ógvuliga vána
ligt. Her var heldur eingin viti, og
hetta hevur verið ein orsøkin til,
at tað gekk sum tað gekk.
Beinanvegin fólkið í Fámjin
varnaðist, at tað var hend ein
vanlukka, bleiv gjørt tað, sum
kundi gerast fyri at bjarga
manningini. Men tað var skjótt
greitt, at eingin av monnunum
var komin frá vanlukkuni á lívi.
Tað varð eisini roynt at bjarga
teimum deyðu, men hetta var
eisini nyttuleyst í fyrsta umfari.
(brot úr greinini)
Langs det berygtede over
1100 Fod høje Reyðabakki’s
stejle Skraaninger klatrede det
modige og behjærtede Bjærnings
mandskab, der bestod af omtrent
hele Bygdens mandlige Beboere,
samt tilkaldte 6 “Bakkamænd”
fra Vaag, og Kommunelægen var
ogsaa med.
Det 600 Fod høje Forbjerg
“Skortaberg” skilte dog Rednings
mandskabet fra Vraget, der
stadigvæk laa i en Heksekedel af
Brænding.
For at faa Vished for, at ingen
af de forulykkede laa ved Bjergets
Fod tilbød af Bakkamandskabet
Jacob Magnussen, Marius Olsen
og Poul Magnussen at lade sig
hejse ned over Forbjerget, der
hælder betydeligt forover, hvilket
gør “siðið”, saa meget mere farligt.
Som den yngste blev det Poul
Magnussen, der først skulle gøre
Forsøget. Han blev bundet i Linen
og hejst saa langt ned, at han til
sidst var forsvundet i Brændingen
for dem, der stod oppe paa For
bjerget og passede Linen. Han
blev dernede saa længe, at han
med sikkerhed mente at have kon
stateret, at ingen Lig var skyllet
i Land ved Klippens Fod, og at
absolut ingen kunne have bjerget
sig levende i Land.
Tað var við sorg í sinni, at bjarg
ingarmanningin fór heim. Teir
høvdu í hvussu er vónað, at um
eingin var sloppin við lívinum, so
kundi onkur teirra koma í vígda
jørð.
Tað varð framvegis leitað fram
við bergið. Sjey nætur gingu, men
náttina millum 1. og 2. Jóladag
vóru fýra lík rikin á land. Tey
vóru av umsorgarfullum hondum
borin inn í bygdakirkjuna, og jarð
arferðin var dagin eftir.
Í hesum sambandi mátti eg em
bætisins vegna fara til Fámjina
2. Jóladags morgun. Meðan eg
saman við økislæknanum, Ras
mussen, sýnaði líkini í forkirkj
uni, kom tveir menn inn við hvør
sínum likamsluti.
Hjálptir av tatoverinigum bar
til at eyðmerkja líkini. Henda eyð
merking var sera hørð, og eg bleiv
illa tilpassar av henni
Presturin Gullak Jacobsen
helt eina hugtakandi gravartalu
um hesar menn, sum vóru falnir á
“Ærens Mark” eins og nógvir før
oyskir starvsfelagar, sum vóru
farnir á sjónum.
Kvinnurnar í Fámjin høvdu
eisini syrgt fyri, at kirkjan var
pyntað við blómum, og øll bygdin
luttók í hesi minning um farnu
mennirnar.
Seinni var eg við Gullak
Jacobsen, presti, sóknarstýris
formanninum, Albinus, og um
boðsmanninum, P. M. Mortensen,
umborð á enska sjóverjuskinum
Cherwell og tók ímóti einum
krusfiksi og øðrum lutum, sum
vóru latnir til kirkjuna í Fámj
in. Hetta var í takksemi givið av
reiðaranum á hesum Hulltrol
aranum, sum kallaðist Gurdle
ness.
Etast ella í kirkjugarðin
Sum sýslumaður kundi ein fáa
løgnar fyrispurningar.
Aftaná forlissið í Fámjin bleiv
eg uppringdur av einum manni
suðuri í oynni. Hann fortaldi, at
hann hevði funnið eitt bein, har
kjøt hekk við. Hann visti ikki,
um hetta kundi vera mannabein
ella kanska var úr eini tunnu av
saltkjøti, sum trolarin hevði havt
við sum proviant. Hann vildi
fegin vita, um eg helt, at hann
kundi eta tað. Sjálvandi svaraði
eg aftur, at um hann ikki var púra
vissur í, at hetta ikki stavaði frá
einum menniskja, so skuldi hann
ikki so mikið sum hugsa um at
eta tað. Men hvat skuldi hann
so gera? Mítt svar var, at hann
mátti grava tað niður í eitt horn
í kirkjugarðinum.
Enn ein vanlukka
Nøkrum ár seinni hendi ein líkn
andi vanlukka, tá ið ein trolari
forlisti við Hvalba. Tá druknaði
eisini øll manningin.
Hetta reisir spurningin, hvat
ið kann gerast fyri at fyribyrgja
slíkum hendingum. Eitt er at
seta vitar. Sum er, er eingin viti
frá Mykines til Sumbæ, her er
talan um 60 fjórðingar. Tað skuldi
verið so upplagt at havt ein vita
í Fámjin.
Um vanlukkuna í Hvalba greið
ir Kristian frá:
Man hejsede Mandskab ned
paa vestsiden af Grímsfjall, under
hvis Fod, der var skyllet flere Lig
i Land. Saa vidt jeg husker skulle
Formanden for denne Aktion være
Jens Jensen, Jens í Garðsenni.
Han var som ung faldet med
i fjeldene og havde knust sin
højre skulder. Den daværende
kredslæge – Jørgensen -, som var
en meget dristig og dygtig kirurg,
der til trods for meget primitive
forhold foretog mange store og
vanskelige operationer.
Han fik til opgave at flikke
Jens sammen og gjorde det på den
måde, at han fjernede det knuste
skulderblad og satte armen fast
til det, der var tilbage.
Ein skuldi trú, at Jens eftir
hetta var púra avlamin, og ikki
kundi gera stórvegis av arbeiði.
Men Jens lat seg ikki sláa út.
Hann helt fram við øllum arbeiði
bæði innan- og uttangarðs sum til
útróður og fuglaveiðu. Hann var
altíð millum teir fremstu. Tað var
ótrúligt ta orku, sum hesin maður
hevði. Hann gjørdist 80 ára gamal
og arbeiddi við at lossa kol til tað
seinasta.
Ein skakandi vanlukka hendi sunnanfyri Fámjin í 1931.
Líkini av sjólátnu bretunum bretunum vórðu borin inn í kirkjuna,
og bygdarfólkið gav monnunum eina virðiliga jarðarferð.
Ein trolari gekk seinni burtur við Hvalba. Her gjørdu hvalbingar eisini nógv fyri at bjarga líkunum.