hósdagur 13. februar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 19
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
36.partur
S
einasta mikudag vóru 125
ár síðan, Kristian Djur
huus var føddur. Tí er
hóskandi at taka áhuga
verdu søgu hansara fram. Hann
greiðir frá nógvum, sum als ikki
hevur verið kent fyrr enn nú.
Seinasti partur endaði við, at
Kristian Djurhuus stillaði upp til
løgtingsvalið í 1932. Hann skuldi
avloysa gamla sambandshøvd
ingin Oliver Effersøe, sum kanska
ikki heilt sjálvboðin hevði lagt frá
sær.
Fyri suðringar fór tað skrivliga
valstríðið mest fram í tí lokala
Føroyatíðindi, og her var heldur
ikki spart við kanónunum.
Fyri Petur Mohr Dam stóð nógv
uppá spæl. Javnaðarflokkurin
var komin inn á ting fyrstu ferð
við valið í 1928, tá ið hann fekk
tveir tingmenn. Hetta var so
ein góð byrjan. Síðan tá hevði
Dam staðið fyri teirri stórfingn
um Ísvirkisætlanini við virki og
skipum, sum skuldi vísa á heilt
nýggja leiðir í okkara vinnulívi.
Hetta skuldi kunnað givið javnað
arflokkinum stóra framgongd.
Men so fór alt á húsagang áðr
enn valið. Hetta var sjálvsagt ein
vanlukka fyri javnaðarflokkin
og førdi til eitt beiskt blaðstríð
millum Petur Mohr Dam og hans
ara mótstøðumenn. Dam vísti á
tær ringu tíðirnar, meðan hansara
mótstøðumenn hildu tað vera
galið við leiðslu og fyriskipan.
Tað er annars nógv skrivað um
hendan spurning, sum ikki skal
komast inn á her.
Valevnini ferðaðust um oynna
at hava valfundir eina viku undan
valinum. Her vóru tað P.M. Dam,
Edward Mitens og eg, sum vóru
nr. 1 á okkara listum, sum luttóku
á hesum valfundum. Tað var luta
kast um, hvør ið skuldi vera fyrst
ur at taka orðið á fundunum. Tí
betur var tað ikki eg, sum skuldi
leggja fyri.
Stemningurin var ymiskur frá
bygd til bygd, alt eftir hvør flokk
ur, ið var størstur í økinum. Ser
liga í Sumba kendi eg meg væl.
Her var Sambandsflokkurin nógv
størstur. Í øllum bygdunum utt
an í Hvalba og Sandvík høvdu vit
stóra framgongd. Eg giti, at um
røddu skrivarin av lesarabrøvum
móti mær, sum greitt varð frá í
seinasta parti, hevði sína ávirkan
í hesum bygdum.
Ein av stuðlunum hjá Effersøe,
Dánjal á Hólum, í Hvalba var av
samhuga við Effersøe farin í
sjálvstýrisflokkin. Hetta kann
kanska eisini hava gjørt mun.
Valið gav Sambandsflokkinum
reinan meiriluta í tinginum. Tað
høvdu vit ikki havt í fleiri skeið.
Hetta er eisini seinastu ferð, at ein
flokkur hevur einsamallur havt
meiriluta á tingi.
Sambandsflokkurin fekk tvey
umboð í Suðuroy, Niels Nolsø og
meg sjálvan. Mitens varð valdur
fyri sjálvstýrisflokkin. P.M. Dam
varð valdur fyri javnaðarflokkin.
Umframt hann varð Mourentius
Viðstein eykavaldur fyri flokkin
í Suðurstreymoy.
Hetta var eitt óvæntað og sera
gott úrslit fyri Sambandsflokkin.
Samansetingin í tinginum bleiv
nú 11 limir til Sambandsflokkin,
8 til sjálvstýrisflokkin og tveir til
javnaðarflokkin.
Í Dimmalætting 23. januar
takkaði Andras Samuelsen veljar
nar fyri undirtøkuna. Hann bjóð
aði hinum flokkunum samstarv,
sum var serliga neyðugt, sum tíð
irnar nú vóru.
Tingakrossur hevði ta við
merking, at fyri Sambandsflokk
in hevði tað týdning, at flokkurin
til hetta valið hevði betri valevni
enn til valið undan hesum.
Blaðið hevði eisini eina við
merking í samband við Oliver
Effersøe. Sagt varð, at sum øllum
kunnugt vildi Effersøe verða
uppaftustillaður, men hann varð
vrakaður, og sjálvandi munnu
Suðuroyar sambandsmenn halda
seg hava fingið eitt gott býti. Men
man Effersøe halda tað? Hann
helt í hvussu er ikki Kristian
Djurhuus duga til at fylla sýslu
mansembætið eftir seg. Man
hann hava meira álit á honum í
løgtingssessinum?
Vónbrotin Dam
Í valstríðnum legði Petur M. Dam
stóran dent á sosialismu og at fáa
pening til sosialar batar.
Eisini varð lagt eftir Herluf
Thomsen fyri at hava ábyrgdina
av, at eg varð stillaður upp, hann
sum skuldi vera tann stóri aftur
haldsmaðurin í kommununi.
Dam var ógvuliga vónbrotin
av úrslitinum. Hann hevði væntað
sær eitt nógv betri úrslit í Suð
uroy.
Umframt Ísvirkið hevði Dan
bjørg, sum var nr. 2 á listanum,
ein leiklut í hesum úrsliti. Okkurt
split hevur verið í flokkinum, tí N.
P. Strøm hevði stillað ein serligan
lista, sum tó var í valsamgongu við
javnaðarflokkiin. Danbjørg var
vónbrotin um, at kammeratarnir
í Vági høvdu gjørt henda listan og
harvið høvdu minkað um hansara
møguleikar at verða valdur.
Tískil fór Danbjørg at halda
serligar valfundir, meðan Dam
var norðanfyri í ørindum. Hann
var eisini á Tvøroyri. Men hesir
fundir gjørdu ilt verri. Hann
kundi ofta vera veruleikafjarur,
men ongantíð so ringt, sum
hesa ferð. Hann tosaðu mest
um útlendskar kapitalistar. Men
hetta var ikki tað, sum veljararnir
høvdu áhuga fyri.
Men Danbjørg fekk altíð nógv
ar atkvøður í Porkeri, sum fram
vegis er ein uppá seg størsta javn
aðarbygdin í landinum. Danbjørg
kom so á ting á næsta valinum í
1936, og hann sat á tingi stórt sæð
restina av lívinum.
Føroyatíðindi um
valúrslitið:
Tað er ikki ov nógv sagt, at tað
nýggja løgtingið, sum nú kem
ur saman við óroyndum ungum
Nú byrjar eitt heilt nýtt skeið
í lívsleiðini hjá Kristiani.
Hann kemur inn á ting.
Men sýslumansembætið
kravdi framvegis sítt.
SIÐSØGA
Kristian Djurhuus
kemur inn á ting
Ísvirkið skuldi vera tann stóri trumfurin hjá Petur Mohr Dam til valið í 1932, men tað gekk heilt øðrvísi.
Nú kom Kristian Djurhuus inn á ting, har
hann kom at hava stóra ávirkan.
Tekning: Janus Guttesen.