Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 23 aftur í, at teir gjørdu tað sera gott á Flemish Kap í ár. - Hesi árini, sum føroyingar aft­ur hava fiskað á Flemish Kap, hava eisini víst, at treytin fyri hesum fiskiskapi er, at tað eru frysti­línuskip, sum fara eftir hesi kvotu. Tá vit sluppu yvir hagar aftur fyri nøkrum árum síðan, gjørdu vit fýra ísfiskatúrar har yvir við Kambi. Men, hetta hevði eg ikki gjørt aftur. Mortan Mortensen vísir á, at tað var í 2014, at Kambur fekk frysti­last, og hann heldur, at hetta er altavgerandi fyri lønandi vinnu á leiðum, sum liggja so langt burt­ uri. - Eg haldi, at tað var í 2013, at vit gjørdu teir fýra ísfiskatúrarnar á Flemish Kap - frá mai og út í august. Tað var fult av fiski at fáa. Á fyrsta túri høvdu vit 250.000 pund eftir seks fiskidøgum, og á øðr­um túri høvdu vit 300.000 pund eftir einari viku. Men, skiparin ásannar, at hetta var ikki nummar eitt, sum hann tekur til, tí sjálvt um tað gekk skjótt at fáa upp í lastina, so gjørd­ust túrarnir ov langir. Hann sig­ur, at ein slíkur ísfiskatúrur tók tríggjar vikur, og tá hetta var á hásummartíð, riggaði hetta ikki serliga væl, hóast fiskurin varð sera væl ísaður. - Nú eiga føroyingar sjey frysti­ línuskip, og eg haldi avgjørt, at tað eru hesi skip, sum eiga at fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap. Avbjóðingin at gera ísfiskatúr á hesi leið er ov stór, og tað er ógvuliga skjótt, at túrurin verður miseydnaður. Um veturin hava skipini veðrið at dragast við - og um summarið er tað hitin, leggur Mortan Mortensen aftrat. Eiga at fiska meira Føroyska toskakvotan á Flemish Kap í ár, sum er á 1.907 tons, er nógv skerd í mun til í fjør, og hetta harmar sjálvsagt línuflotan, sum hevur gjørt seg út til hesar leiðir. - Eg haldi ikki, tað er nógv skil í kvotu­ásetingunum á Flemish Kap. NAFO, sum umsitir hetta økið, sigur seg stúra fyri smáfiskinum. Men, eg haldi, at tann stóri trupul­ leikin er, at tað verður ov lítið fiskað á hesum leiðum. Her er nógv­ur stórur toskur, og toskur er kanibalur og etur sítt egna av­ kom. Tískil stúri eg fyri, at hin stóri toskurin etur velduga stórar nøgd­ir av tí smáa. Mortan Mortensen vísir á, at tað var javnan, tá teir lógu og drógu, at onkur smáfiskur hevði tikið húkin, og síðan hevði ein stór­ur toskur tikið bæði smáfisk og húk. - Eg beri ótta fyri, at tað eru onkr­ir akademikarar, sum gera hes­ar ásetingar, ið eg ikki dugi at síggja tæna fiskastovnunum á Flemish Kap her so ógvuliga nógv­ ur fiskur er. Skiparin heldur tað vera stórt spell, at føroyska kvotan á Flem­ ish Kap er minkað so nógv, og hann dugir barasta ikki at síggja sam­an­hangin, tá so nógvur fiskur er á hesi leið. - Høvdu vit um ikki annað fingið tveir túrar hvør har yviri, hevði tað verið tvífalt so gott sum ein túrur, tó at túrurin hesaferð var fínur, leggur hann aftrat. Fara til Íslands Mortan Mortensen sigur, at tá teir eru lidnir at landa veiðina av Flem­ish Kap, verður farið til Ís­ lands, har teir eiga eina kvotu á 270 tons, og skiparin sigur, at hetta plag­ar at vera góð tíð í íslendskum sjógvi. Kambur hevði annars eitt gott ár í fjør, har teir í hálvan áttanda mánaða fiskaðu fyri 34 miljónir krónur. - Vit fóru til Grønlands at inn­ handla tíðliga í fjør summar, og vit vóru har yviri til út í oktober. So, í so máta eru vit væl nøgdir við árið í fjør. Mortan Mortensen sigur, at í løtuni er ikki greitt, um Kambur fer aftur til Grønlands í ár, tí tá tað kemur upp á tal, hendir tað ofta so knappliga. - Vit verða í hvussu er noyddir at leggja stilt einaferð miðskeiðis í summar, tá vit ætla, at skipið skal sandblásast. Skipið treingir til eina góða hond nú, og vit miðja eftir at fáa hetta gjørt í summar, sigur skiparin. ULDRASLIGUR V FLEMISH KAP Hóast Kambur í fjør var fýra mánaðir í Grønlandi, har teir innhandlaðu fisk, gjørdist veiðivirðið fyri hálvan áttanda mánaða umleið 34 miljónir krónur Bara rognini, sum Kambur hevði við heim av Flemish Kap, hava eitt virðið av umleið 350.000 krónum