Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 22 TÍÐINDI - Vit royndu allan túrin eftir stórum toski. Fleiri enn 30 prosent av veiðini er fiskur, sum er sjey kilo og størri, tá hann er avhøvdaður, og onnur 30 prosent er fiskur, sum liggur millum fimm og sjey kilo avhøvdaður, sigur Mortan Mortensen, skipari á frystilínuskipinum Kambi, sum kom aftur av Flemish Kap mikudagin VILMUND JACOBSEN M ikudagin kom frysti­ línuskipið Kambur aftur av Flemish Kap við umleið 210 tons­um av avhøvdaðum toski. Nøk­ur skip eru komin fyrr í vik­ uni, og sum skilst kemur Jákup B sum helst hin seinasti í dag. - Heimferðin hjá okkum tók átta samdøgur. Hetta var ein ógvuliga buldrasligur túrur allan vegin. Hann var vestligur í ættini, og vit høvdu hann mest sum alla ferðina inn á bakborðsloring, og tá rulla øll skip. So, her var nógv bólt á heimferðini. Tað sigur skiparin og ein av eigarunum av frystilínuskipinum, Kambi, Mortan Mortensen á Eiði. Nú Kambur kom heim aftur, høvdu teir verið burtur úr Før­oy­ um í akkurát ein mánaða, harav teir vóru á fiskileið á Flemish Kap í tvær vikur. 15 mans vóru við skip­ in­um henda túrin, og skiparin heldur, at tað hevði verið betur, um teir vóru 16. - Men, hetta bar væl til, sigur hann. Sera góður fiskur Mortan Mortensen sigur, at teir á túrinum løgdu seg eftir stórum fiski, og hetta eydnaðist eisini. Annars frættist frá føroyskum línu­skipum á Flemish Kap, at tosk­urin var blandaður í stødd. Leið­irnar og dýpini eru í ávísan mun avgerandi fyri støddina á fisk­inum. - Eg vil siga, at vit royndu allan túr­in eftir stórum fiski. Fleiri enn 30 prosent av veiðini hjá okk­um er fiskur, sum er sjey kilo og størri, tá hann er avhøvdaður. Var fiskurin ikki avhøvdaður, hevði størsti fiskurin ligið um níggju kilo og uppeftir. Onnur 30 prosent av veiðini er fiskur, sum ligg­ur millum fimm og sjey kilo av­høvdaður. Mortan Mortensen sigur, at hetta er bæði stórur og feitur tosk­ur, og eftir hansara tykki er fisk­urin av Flemish Kap væl betri til dygdar enn tann fiskur, sum eitt nú var at fáa undir Føroyum í heyst og fram til ársenda. Allan túrin royndi Kambur á leið­um, har hin stóri fiskurin vísti seg at vera. Skiparin vísir á, at fiskiskapurin á Flemish Kap var góður á øllum túrinum, og ta fyrstu vikuni var so nógv at fáa, at teir lógu stillir umleið helvtina av tíðini og kruvdu, avhøvdaðu og frystu. - Eg vil siga, at fiskiskapurin á meg­inpartinum av túrinum var so góður, at tú fekst tað, tú kláraði at frysta. Hevði frystiorkan verið størri, høvdu vit havt fiskað okk­ ara part eftir færri døgum. Mortan Mortensen vísir á, at onkra løtu var ikki veður at fiska, og tá mistu teir eisini tíð, men tað var serliga frystingin, sum á túrinum var fløskuhálsurin. Eitt totalt kiks Uppundir endan av túrinum hjá Kambi á Flemish Kap gjørdi skip­arin av at gera eitt legg inn á grunnin - ella inn á Grótryggin, sum teir plagdu at rópa leiðina. Tað tók einar seks tímar at sigla á hesa leið, og her royndu teir á um­leið 90 favna dýpi, men her var púrasta oyði fyri fisk. - Eg valdi at royna hesa leið, tí mær vitandi hevur einki av før­ oysku línuskipunum verið her í langa tíð, og eg roknaði tískil við, at fiskur var at fáa. Her plagdi altíð fiskur at vera, og eg havi sjálvur verið við til at fingið nógvan fisk her. Hann vísir á, at í sínari tíð, tá føroyingar høvdu tey gomlu salt­ fiskalínuskipini á Flemish Kap, plagdu teir at kappast um at sleppa at royna her. - Men, hesaferð var eingin veiða - ja, eg kann siga, at fiskiskapurin var 0. Tískil ásannar Mortan Mort­ ensen, at hetta rend inn á grunnin upp undir endan av royndini á Flemish Kap var eitt totalt kiks, sum hann tekur til. - Um tað kanska er gýtingin, sum hevur órógvað - ella um tað eru aðrar orsøkir - dugi eg ikki at siga, men her var steindeytt, legg­ ur hann aftrat. Rognini gera mun Skiparin á Kambi sigur, at toskurin á Flemish Kap var fullur í rognum, og teir tóku eisini rognini heim við, eini 22-23 tons, sum teir vóna kunnu seljast fyri einar 15 krónur fyri kilo. - Eg haldi, at vit fingu 15 krónur fyri kilo fyri rognini av Flemish Kap í fjør, og vit vóna, at prísurin ikki verður verri - men kanska heldur betur - í ár. Mortan Mortensen vísir á, at tað sjálvsagt hevur týdning, at eisini rognini koma til høldar, tí bara fyri tey rogn, sum Kambur hevði heim við, gevur hetta einar 350.000 krónur, og tað er so sanni­ liga eisini pengar. - Mær vitandi tóku øll tey før­ oysku frystilínuskipini, sum vóru á Flemish Kap, rognini heim við. Siga vit, at øll seks skipini høvdu á leið tað sama av rognum, sum vit, er talan um eitt samlað veiðivirði á meira enn tvær miljónir krónur - bara í rognum, sigur hann. Hvar fer fiskurin? Tað eru ongar serligar treytir við fiskinum, sum føroysku skipini fiska og føra heim av Flemish Kap. Einasta treyt er, at fiskurin skal um føroyskan bryggjukant, og síðan kann hann seljast, har besti prísur fæst fyri fiskin. Vanligt er, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, at tað eru reiðaríini, sum sjálvi bjóða fiskin út til møguligar keyp­ arar, og hann væntar, at so­leiðis verður eisini hesaferð, tó at reiðarí eru vælkomin at selja veið­ina um upp­boðssøluna hjá Fiska­markn­ aði Føroya. Mortan Mortensen sigur seg hava varhugan av, at føroysk fiska­virki hava stóran áhuga í hes­ um fiski, men hann vil einki siga um, hvønn prís teir vænta at fáa. - Sum eg nevndi, er hetta bæði stórur og feitur toskur, og sjálv­ andi vóna vit at fáa sum mest fyri fisk­in, sum allur er avhøvdaður og frystur. Sosialurin hevur skilt, at prís­ urin, sum skipini av Flemish Kap kunnu vænta sær at fáa fyri tosk­in í Føroyum, táttar í einar 30 krónur fyri kilo. Mortan Mortensen heldur, at hetta hevði verið á einari leið. Spurdur, um tað kann hugsast, at ein partur av hesum fiski kanska verður sendur av landinum, sigur skiparin, at tað veit hann ikki at siga. Skiparin væntar tó ikki, at tað verður trupult at sleppa av við toskin av Flemish Kap, tó at alt kemur heim í einum rendi. - Tað er ikki óhugsandi, at tað kanska hevði lyft enn meira und­ir prísin, um alt ikki kom í senn, men eg haldi meg hava skilt, at fiska­ keyparar eru rímiliga svangir, sigur Mortan Mortensen. Frystingin avgerandi Skiparin á Kambi heldur, at skip­ anin umborð á nýggja Klakki, har línan verður drigin upp gjøgnum ein dragibrunn í dekkinum, er framtíðin hjá føroyska línu­skipa­ flotanum. Skipið hevur eisini eina størri frystiorku, og alt hetta sæst TAÐ VAR EIN BU TÚRUR HEIM AV - Eg haldi ikki, tað er nógv skil í kvotuásetingunum á Flemish Kap, sigur skiparin á Kambi, Mortan Mortensen