Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 21 til­gongd til bygging og við­gerð av lands­lag, ynskja vit at nýtulka og granska hesi høv­uðs­evni við tí fyri eyga at nýta tey í eini nú­ tímans bygging. Náttúrulig sam­an­renn­ing mill­um lands­lag og bygning. - Vit kenna tað frá sið­bundn­ari eldri bygg­ing í Før­oyum, har bygg­ ingin evnar at javna markið mil­l­ um náttúruligt lands­lag og mann­gjørda verkið, so­leiðis at tað kann vera torført at fáa eyga á. Roykstovan – Tann føroyski søgu­ligi ‘mentanar- stovnurin,’ sum hevur verið karmur um søg­ur og virksemi, sum knýta seg til lívið, ið gjøgnum øldir er farið fram har. Hettar hevur ver­ ið íblástur til køkin, sjálvt hjartað á mat­stovuni. – Vit halda, at tað er ein spenn­andi røð av líkn­andi á­hug­ a­mál­um mill­um ynskir til køk­in og hátt­in royk­stov­an í gaml­ari tíð varð nýtt, skriva tey í skitsu­ upp­skot­i­num. Tilfar og bygg­i­hátt­ur – Út­ gangs­støð­ið er burð­ar­dygga tilgongdin til at gagnnýta stað­ bund­ið tilfar, í so stór­an mun sum til ber. Rannsaka møgu­leik­ ar í siðvenjuni, til til døm­is, at nýta tað tunga saman við tí við­ kvæma, tað afturlatna upp móti tí opna og tað heita mót­veg­is tí kalda. Tann føroyski garðurin ella bý­ling­ur­in – At taka støði í tí tøttu og skiftandi føroysku byggingini í landslagnum, fyri at royna at skapa ta best hóskandi funktiónssamansetingina og eitt vart uttandura tún, sum kann gerast ein livandi karmur um uttandura virksemi. Tá tú sum gestur ella starvs­ fólk kemur til matstovuna, so kem­ur tú til felags túnið, sum er kring­sett av smærri húsum, sum hýsa øllum funktiónum á matstovuni. Túni liggur held­ur lægri í lendinum enn vegurin til matstovuna fyri at skapa eitt fjálgt og vart uttandurarúm. Tankin er, at túnið skal kunna nýtast til alskyns enda­mál, til ymisk tiltøk fyri gest­ir, tað kundi verið at onk­ ur uttandura máltíð kundi verið búgvin til yvir eld­stað­ num, mitt í túninum. Tað er eisini ætlanin at ymisku funk­ tión­irnar kring túnið kunna lata fram­síðurnar upp og flyta virk­semi út í tún, ella bjóða tí vitjandi inn. Tað kundi t.d. verið, at eitt lamb ella ein kálvur verður flettur í hag­reið­ing­arr­úminum, ella at fólk úr grov­køkinum eru úti í tún og hagr­eiða dagsins skurð av grønmeti – tað er bert hug­ flogi sum setur mørkini. Roykstovan er hjartað Roykstovan er hjartað í bygn­ ing­inum, her er vítt til veggja og opið upp í tróðrið. Her er borðreiðingarkøkurin, som­u­ leið­is er ytra rondin í royk­ stov­uni gjøgnumgangsrúm hjá øllum gestum, so gesturin á­veg­is til sítt pláss, upplivir hug­lagið og virksemi í royk­ stov­uni. Allar megin­funk­ti­ óni­r eru beinleiðis sam­an­ bygd­ar ­við roykstovuna, so­leiðis at roykstovan fær sið­ bundna dámin av virksemi og at at vera savnandi rúmið, sum knýtir aðrar funktiónir á gar­ð­i­num saman. Miðskeiðis í roykstovuni er a­r­beiðsøki, har starvsfólk húsast, og í vestara enda er eld­staðurin. Vanliga Matstovan Í útnyrðingshorninum á royk­stovuni er vanliga mat­ stovan. Matstovan er skipað í tvær lonir við opnum tróðri. Bak­veggurin móti eystri er tung­ur laðaður veggur við hugn­a­ligum innvikum, sum eru polstraði við heitum til­ fari av leðri og skinni. Fram­ síðan vestureftir er opin við fram­úr góðum útsýni fyri all­ ar gestir til oyggjarnar og havs­brúnna í vestri. Sam­an­ setingin av lonunum og lað­ aða bakvegginum skapa góð­ ar krókar til ymiskar borð­uppstillingar, har gestir ikki kenna seg sita mitt úti á gólvinum. Privata Matstovan Í útsynningshorninum á royk­stovuni er privata mat­ stov­an. Hon er bygd upp á sama hátt sum vanliga mat­ stov­an, tó er privata lonin sett við skjøldri móti sjónum, so­ leið­is at allir gestir við stóra borð­ið, hava gott útsýni vest­ ur í hav. Frá privatu mat­stov­ uni er atgongd hjá gestum, til eitt bakøki við privatari gard­ robu, toilettum, vínkjallara, lounge og uttandura út­sýni­s­ palli í Fossdalsgjógv. Roykstovan er hjartað í bygninginum Michelin handar stjørnur mánadagin Mánadagin verða Michelin stjørnurnar fyri Norðurlond handaðar á einum tiltaki í Tróndheimi í Noreg. Tá fæst millum annað at vita, um KOKS hevur megnað at varðveitt tær báðar stjørnurnar, sum matstovan fekk seinast. At fáa eina Michelinstjørnu er eitt bragd í sjálvum sær. Eingin hevði ímyndað sær, at ein føroysk matstova fór at megna at fáa eina stjørnu, men at KOKS skuldi fáa tvær, tað er líka stórt, sum at fótbóltslandslið okkara vann á heimsmeistarunum. Við nýggju ætlanunum í Fossdali leggur KOKS lunnur undir tað, sum kann fáa KOKS heilt til tops millum heimsins bestu matstovur. Tann týdnigur, sum tað hevur fyri Føroyar og føroyska ferðavinnu, má ikki undirmetast. Karen Visth, víntænari á Koks, Johannes Jensen, stjóri, og Pól Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS til Michelin-handan Her nærkast vit norðrara býlinginum í Fossdali. Longur suðuri hómast býlingurin við sjálvari matstovuni Í roykstovuni er vítt til veggja og opið upp í tróðrið