Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 31 mátti H71 lúta fyri Kyndli. Men ongantíð áður hevur H71 verið so stórur favorittur at vinna eina finalu á Kyndli sum nú. H71 er greitt oddalið í lands­kappingini, meðan tað fer at taka eitt risastórt undur, um Kyndil skal klatra av sætta plássi upp til hálvfinaluplássini. Í steypakappingini er kortini gingið upp á stás hjá Kyndli, og flestu H71-leikarar munnu sera væl minnast hvussu Kyndil spilti teimum spælið í finaluni fyrr­árið – og í hálvfinalunum í fjør. Søguna millum liðini leggur Einar Jónsson kortini ikki tað stóra í. Tað eru altso tvey heil ár síðani - Tað eru mest tey rundan um felagið, sum tosa um teir dyst­ irnir. Onkrir leikarar hava eisini nevnt hasa finaluna, og tað er einki at ivast í, at tann dysturin hevur frustrerað felagið. - Men tað eru altso tvey heil ár síðani, flennir Einar Jónsson, - Um tað kann tendrað onkran av leikarunum hjá okkum so er tað fínt, men altso. Tað eru tvey ár síðani, sigur venjarin og letur ongan iva vera um, at hetta skakar hann ikki. At H71 er favorittur, ásannar Einar Jónsson púrasta. - Eg haldi at vit eru favorittar í øllum dystum, sigur venjarin, so tann leiklutin eru vit vanir við. - Men Kyndil hevur spælt sera væl í steypakappingini, og vit hava fulla virðing fyri teimum. Vit mugu verða 100 prosent til reiðar til dystin, tí annars verður tað vandamikið, sigur venjarin greiður á málinum. Breiddin hevur hjálpt H71 - Eg vænti at vit fara at raka rætta støðið, sigur venjarin, tá ið Ítrottarsosialurin prikar eitt sindur við at spyrja um at mongu sigrarnir hetta kappingarárið ikki áttu at verið greiðari. - Tit kunnu ikki vænta at vit fara at raka eitt støði í heims­ flokki, sigur venjarin. - Tað snýr seg um hjá okkum, at vinna dystir. Hvussu tað verður gjørt leggi eg einki í, sigur venjarin, sum eisini ásannar at spælið onkuntíð er óstøðugt. - Vit hava verið illa darvaðir av skaðum og vit hava skula spælt ungar leikarar inn, so tað hevur onkuntíð verið nakað ragg­ut. - Hilmar Leon (Jakobsen, blm.) kom seint í gongd, Elias (Ellef­sen á Skipagøtu, blm.) hevur ikki spælt nógvar dystir, Pauli (Mittún, blm.) hevur eisini verið skaddur. - Hetta er ikki nøkur um­ bering, men tað hevur gjørt at vit hava spælt rættiliga óstøðugt, men hinvegin hava vit fína breidd, so tað hevur hjálpt okkum, sigur Einar Jónsson, sum leygar­dagin skal vera venjari í báð­um steypafinalunum fyri fyrstu ferð. Høgni og Kyndil hevur reist seg úr øskuni Høvuðsvenjari hjá Kyndils­ monnum, Høgni Klein, skal eisini vera høvuðsvenjari í steypafinaluni fyri fyrstu ferð, men í mun til VÍF- og H71-venj­ ar­ar­nar, kennir Kyndils­venj­arin alt til føroyskar finalur. Fyrst og fremst sum leikari, men eisini sum hjálparvenjari. Eitt nú í áður umrøddu steypafinaluni, sum Kyndil vann á H71 fyri tveimum árum síðani. Bert tríggir dystir vóru spældir hetta kappingarárið, tá ið Kyndil brádliga endaði sam­ starvið við danska venjaran, Tom Jensen, og setti Høgna Klein í staðin. Og tað var tung uppgáva hjá fyrrverandi lyklaleikaranum, at lyfta manslið felagsins. Ávísir glottar hava verið, við tveimum sigrum á KÍF í landskappingini, men nakað fyri jól mundi gerast greitt, at hálvfinalurnar í lands­ kappingini vóru ov langt burturi, og so mátti Kyndil gera eina seinastu roynd í hálvfinaluni. Kyndil skal skelka aftur Eftir at hava vunnið á Team Klaks­vík, Neistanum, StÍF og VÍF, er Kyndil í finaluni, og skulu nú royna seg ímóti H71 í finaluni. - Vit skulu taka øll á bóli aftur, sigur Høgni Klein, Kyndils­ venjari. Tað hava vit gjørt í øllum dystunum higartil, uttan kanska ímóti Team Klaksvík, og tað skal til aftur leygardagin, sigur venjarin, sum er sera greiður um, at H71 er stórfavorittur. - Møguleikarnir eru har sjálvandi. Men um teir eru góðir, tað er spurningurin. Hjá okkum fer tað at krevja, at allir skulu raka dagin og geva 100 prosent. So kunnu møguleikarnir gerast góðir, sigur venjarin, ið er fegin um, at tað endiliga er farið at eydn­ast at vinna aftur. Hava framt eina hugburðsbroyting - Eg haldi at vit hava framt eina hugburðsbroyting. Tá ið eg byrjaði sum venjari kendi eg, at vinnaraviljin var ikki til longur. Men hendan hugburðin kenni eg at vit hava funnið fram aftur í steypa­kappingin. At leikararnir trúgva upp á, at tað ber til at vinna. At um tú venur hart og stríð­ist, so koma úrslitini. Tað síggi eg nú hvørja ferð, og tað er eingin ivi um, at hugburðurin er vorðin so sera nógv betri, staðfestir venjarin. Kyndilsvenjarin er samdur við H71-venjaranum um, at steypafinalan í 2018 og hálv­ finalurnar í 2019, sum endaðu við Kyndilssigri, skal ein ikki leggja í nú leygardagin. - Eg hugsi tað kanska er meira H71, sum skal leita sær íblástur hvussu teir skulu vinna á okkum, sigur Høgni Klein við einum brosi áðrenn hann fær álvaran aftur í røddina. Skulu hugsa um seg sjálvar - Vit skulu leggja dent á hvat vit duga, heldur enn hvat hinir duga. Vit skulu hugsavna okkum um okkara spæl, og tað var eisini tað sum eydnaðist í seinna dysti­ num ímóti VÍF, ger venjarin greitt. Júst ímóti VÍF eydnaðist tað eisini sera væl, og Ítrottar­sosial­ ur­in førdi millum annað fram mána­dagin, at hetta var besti dyst­urin hjá Kyndilsálopinum hetta kappingarárið. Høgni Klein sigur at tað er kanska rætt, og greiðir frá, at tað hevur verið tosa nógv við bakk­arnar um at finna røttu fjarstøðuna til verjuna. At tora at spæla nær við verjugarðin og at leita eftir røttu avgerðini. Og røttu avgerðirnar eru eisini lættari at finna tá ið tað gongur væl, ásannar venjarin flennandi. Púra hvør sítt at vera venjari og leikari Spurdur um royndirnar við final­um í Føroyum geva Kyndils­ venj­aranum ein fyrimun, svarar Høgni Klein nei. Royndirnar sum leikari geva so ongan fyrimun. - Tað er heilt hvør sítt at vera venjari og leikari til eina finalu. Sum leikari gongur tú næstan bara og gleðir teg og hugsar ikki um so nógv, meðan tú sum venjari gongur og hugsar um dystin, og tosar við hvønn ein­ asta leikara og roynir at seta teir upp, sigur venjarin. Tað snýr seg um heildina Tað ger Høgni Klein í hesum døgum, og hann sigur at har er eingin einstakur lykil. Tað snýr seg um at verjan skal standa væl, tí so stendur málverjin væl. Og stendur málverjin væl, stendur verjan væl, og so skal álopið nokk koma. - Og hoyvíkingar hugsa iva­ leyst tað sama, leggur venjarin afturat, áðrenn vit at enda spyrja hann um kappingarárið hjá Kyndli er bjargað, ella um tað fer at krevja ein sigur leygardagin. - Jú, tað er rætt, at vit halda kanska at kappingarárið er bjarg­að nú, men tað hevði verið so nógv betri við einum sigri, staðfestir Høgni Klein at enda. SJURDUR@SOSIALURIN.FO Finalurnar í Faxe Kondi- kappingini 2020: Leygardagin klokkan 13.30: VÍF – H71 (kvinnur) Leygardagin klokkan 16.00: H71- Kyndil (menn) Høgni Klein, Kyndilsvenjari Einar Jónsson, H71-venjari