Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. februar 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 19 30Steypafinalurnar í hondbólti: Leygardagin verður fyrsti finaludagur hjá øllum venjarunum í ársins steypafinalum. Allir eru teir á einum máli: Trýstið, rógvin og hugburðurin verða avgerandi – og søgan hevur ongan týdning - HUGBURÐURIN - HUGBURÐURIN ER LYKILIN! ER LYKILIN! SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL - Tað hevur verið mega feitt, sigur John Larsen, venjari hjá VÍF, um upplivingina av hálvfinalunum og steypakappingini higartil. Kvinnuliðið hjá VÍF er í steypa­finaluni triðja árið á rað. Hesaferð undir leiðsluni av nýggja venjaranum, John Lar­ sen, sum hevur verið í Føroyum í ein góðan mánað nú. Tríggjar dagar eftir at hann var settur, mátti John Larsen síggja sítt lið tapa 32-23 ímóti H71 í Vestmanna. Men tá ið farið var undir steypakappingina, sá spælið brádliga betri út. Í bólkaspælinum vóru eingir trupulleikar av VB ella StÍF og hevndin kom eisini ímóti H71 við greiðum sigri. Tey 32 H71-málini vórðu nú bert 15, og VÍF vann 19- 15. Hin fyrsti sigurin á H71 hetta kappingarárið í fýra royndum. Leygardagin bresta liðini saman í steypafinaluni á Hálsi. Leikararnir leggja meira í søguna enn venjararnir Eftir at hava vunnið sín bólk greitt, skuldi VÍF royna seg ímóti Kyndli í hálvfinalunum. Eisini ein dystur, ið hevði serliga søgu, tí at VÍF og Kyndil hava spælt bæði steypa- og FM-finalu sein­ astu tvey árini. Tey hava vunnið eitt av hvørjum í part. - Leikararnir hildu helst at søgan um dystirnar seinastu árini vóru serligari, enn hvat eg helt, sigur VÍF-venjarin, sum nú sá sítt lið fáa veruliga ferð á álopið, og vann hálvfinalurnar báðar við 24-19 og 29-27. - Eg haldi vit spældu tvær sera góðar hálvfinalur, og eg eri eitt sindur ovfarin av, at vit kundu skjóta 29 mál longu nú, tí vit hava lagt dentin á verjuna, og vit royna at menna eina nýggja spælskipan í álopinum. VÍF venur ”heilt vilt” Og tað er leikarunum at takka, heldur venjarin: - Genturnar venja ”heilt vilt” væl og við fullari ferð. - Eg havi kanska trýst tær nakað hart við ferðini, men tær klára tað, og vit royna at ikki gera einstøku venjingarnar tor­ førari enn at tað ber til at fylgja við. Tað snýr seg um at vit skulu hava ferð á bóltinum, sigur venjarin. Og lykilin er hin sami í finalunum, veit venjarin at siga. Hann greiðir frá, at hóast tað verður arbeitt nógv upp á at menna nýggju spælskipanina, spæla vestmannakvinnur leygar­dagin neyvan stórvegis øðrvísi í finaluni enn í hálv­final­ un­um. - Vit fara at síggja veruligar broyt­ingar um ein mánað ella tveir, sigur John Larsen. - H71 er kropsliga sterkari og størri enn vit eru, og vit skulu eins sum seinast finna røttu ætlanirnar og gagnnýta, at vit eru skjótari enn tær eru. Mugu varðveita róina -Tað verður ein spennandi dyst­ur, sum kann koppa báðar vegir, og tað snýr seg um at telva rætt og taka røttu avgerðirnar í dysti­num, sigur VÍF-venjarin, ið sipar til bæði avgerðirnar hjá venjarum á bonkinum og leikarunum á vøllinum. -Tað avgerandi verður hvør fær varðveitt róina í dystinum, tá trýstið veruliga kemur á. Tað er umráðandi at vit halda okkara avtalur hóast støðan kanska er 24-24 við fimm sekundum eftir, sigur venjarin, sum gleðir seg til finalu­vikuskiftið. - Fleiri hondbóltssambond kundu lært av hvussu steypa­ kap­pingin verður spæld her­ uppi. Her er stórur áhugi, øll byggja tað upp, og øll halda tað er feitt. Heilt frá U10 til tey vaksnu, sigur John Larsen. Einar í tveimum finalum Einar Jónsson hevur í sínum fyrsta kappingarárið í før­ oy­skum hondbólti rokkið ein­um fyribils tindi. Sum høvuðs­venjari hjá bæði H71- kvinnum og -monnum, er íslendski venjarin partur av báðum steypafinalunum í vaksnamannahondbólti – men tað eru tvær ymsar søgur á báðum liðunum. Meðan mansliðið hjá H71 alt seinasta áratíggju hevur gjørt um seg í oddinum í føroyskum hond­bólti, er steypafinalan hjá kvinn­um, nógv hin størsti dyst­ ur­in, ið liðið hevur roynt seg í. Hetta er triðja kappingarárið við H71 í fremstu kvinnukappingini í Føroyum, og fyrsta stóra úrs­ litið var, tá ið tað eydnaðist at spæla seg í hálvfinaluna í steypakappingini í 2018, og so aftur í 2019. Fyri einum ári síða­ ni mátti H71 lúta fyri VÍF í hálv­ finaluni. Nú fær H71 kjansin at hevna seg í sjálvari steypa­ finalu­ni. Errin Einar - Eg eri sera errin av báðum liðunum og øllum leikarunum. Tey hava øll stríðst væl, og tað verður nú afturlønt við finalu­ plássum leygardagin, sigur Einar Jónsson. Hjá bæði monnum og kvinn­ um eydnaðist tað at basa Neistanum í hálvfinaluni. Kvinn­urnar vunnu tveir greiðar sigrar, og Einar Jónsson fegnast sum vera man um hetta. - Vit raktu tvey sera góð avrik ímóti Neistanum, og tað mugu vit vóna at gera aftur leygar­ dagin, sigur venjarin. Leygardagin í steypafinaluni snýr tað so um VÍF. H71 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti VÍF í landskappingini, men í bólkaspælinum í steypa­kapp­ ingini eydnaðist tað sera illa at skjóta mál ímóti VÍF. H71 gerst betri - Jú, tær spældu sera væl ímóti okkum seinast, serliga í verjuni. Men vit vóru heldur einki serliga nøgdar við okkara egna avrik, sigur venjarin. - Vit vita hvat vit kunnu gera betri, staðfestir venjarin, og legg­ur afturat, at tað tykist at ganga betri. - Vit spæla betri og betri, vit kenna hvørja aðra betri og betri, vit hava ein sera breiðan hóp, og nýggjar bjóða seg til í heil­um, sigur venjarin og nevnir eitt nú leikarar sum Tórhallu Thor­ steins­son og Guðrið á Borg, ið eru komnar aftur á liðið, og Lív Zachariassen, sum brádliga spælir fast á høgra bakki. Tú skalt vera ”kul” Hetta verður fyrstu ferð at hesir leikarar skulu spæla steypa­ finalu, meðan flestu VÍF-leikarar hava roynt hetta oftari. - VÍF eru bæði sera góðar og hava góðar royndir, men tað kunnu eisini vera fyrimunir av at hava eitt ungt lið, sigur venjarin og greiðir frá, at tað snýr seg um at gagnnýta spenningskensluna væl. Lykilin til finaluna er kanska í høvdinum. Tú skalt vera ”kul”, men tú mást eisini hava spenn­ ingin. Tað snýr seg um at hava røttu javnvágina. Tað er púra natúrligt at leikararnir kenna trýst, og tað skulu teir eisini. - Men, vit eru ikki bangin fyri nøkrum, og vit royna bara at spæla betri og betri hvønn dyst. Og so fáa vit at síggja um tað riggar leygardagin, brosar Einar Jónsson. H71-menn eru stórfavorittar Hjá H71-monnum, er støðan øðr­vísi enn hjá kvinnum. H71 er í steypafinaluni fyri sættu ferð og kann vinna fyri fjórðu ferð – triðju ferð innan seinastu fimm árini. Fyrstu ferð H71 var í steypafinaluni var í 1998. Tá eydn­aðist tað at basa Kyndli í finaluni. Seinast H71 var í steypa­finaluni var í 2018. Tá John Larsen, VÍF-venjari