leygardagur 18. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu tá ið okkara høgt elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
Thurid Viderø
Viðareiði
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar.
Takk til Elsu Funding prest fyri tey vøkru orð
og takk tit mongu, sum fylgdu úr kapellinum,
úr kirkjuni til hennara síðsta hvíldarstað á fold.
Tøkk til starvsfólkini á Norðoya Røktarheimi.
Takk fyri blómur, kransar, peningagávur,
uppringingar og heilsanir.
Takk til øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina.
Gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Dánial, Edith og Dagny
Brúdleyp
Í dag, 18. desember, kl. 14.00 giftast í Vesturkirkjuni,
Maibritt Mortensen úr Hósvík og Hans Anfinnson
Norðfoss úr Havn. Opið hús verður í KFUK í Havn
frá kl. 20.00
Í dag, 18. desember, kl. 16.00 giftast í Havnar kirkju,
Dagmar í Heiðunum, Saltangará og Ólavur Jakobsen,
Havn. Veitslan verður fyri innbodnum í HB-húsinum
kl. 19.00.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 19. desember hava hjúnini Sigrid og
Absalon Jacobsen, Vágur, gullbrúdleyp. Dagurin
verður hildin í stóra Pakkhúsið frá kl. 10.00-16.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
22. desember hava Enid og Elgeir Olsen, Tórshavn,
silvurbrúdleyp. Veitslan verður fyri innbodnum í
B36-húsinum 18. desember.
21. desember hava hjúnini Sigrun Gunnarsdóttir og
Tordur Niclasen, Eiði, verið gift í 25 ár. Dagurin
verður hildin 19. desember fyri innbodnum í bygdar-
húsinum í Lervík.
75 ár føðingardagur
Í dag, 18. desember, fyllir Ruth á Lakjuni, Fugla-
fjørður 75 ár. Føðingardagurin verður hildin í Siloa
kl. 17.00.
Andlát
8. desember
Ingibjørg Eliasen, Fuglafjørður, ættað av Slættanesi,
78 ár.
Ragnar Daniel Johann Joenesn, vanliga nevndur Dan,
ættaður úr Sumba, 51 ár,
9. desember
Meinhard Hammer, Klaksvík, 81 ár.
11. desember
Edna Thomssen í Tórshavn, 40 ár.
12. desember
Bergitta Knudsen, Saltangará, 96 ár.
Gigga við Keldu, 91 ár.
13. desember
Hans Petur Poulsen í Tórshavn, ættaður Oman Garða
í Øravík, 73 ár.
Mánamorgunin 6. desember, meðan eg sat í mínum
arbeiði, ringdi telefonin. Ein lágmælt rødd segði mær,
at Randi var farin heim til teir ævigu bústaðir. Eg slepti
mínum arbeiði og segði við tann, ið eg arbeiddi saman
við, at arbeiðið mátti leggjast niður og eg mátti fara
heim.
Góða Randi, vit roknaðu við, at vit skuldu fáa nøkur
góð og rík ár saman aftrat; men Guð vendi tí til nakað
annað, sum vit fáa svar uppá tá vit koma heim.
Tá ið eg hoyrdi hesi boð, kom eg at hugsa um Jesus,
tá ið hann kom til heimið hjá Marthu, Mariu og
Lasarus, tá sorgin vitjaði hetta heim. Jesus segði við
Marthu: »Eg eri uppreisnin og lívið, tann, sum trýr á
meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, sum
livir og trýr ámeg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt
tú hesum?« Hon svaraði honum: »ja, Harri, eg trúgvi,
at tú ert Kristus, Guðs sonur, hann sum skal koma til
verðina«. Tá ið hon hevði sagt hetta, fór hon avstað og
rópti loyniliga systur sína Mariu og segði: Meistarin er
her og rópar teg.
Randi upplivdi frelsuna í Jesusi Kristusi á ungum
árum, og hon fekk at kenna, at eins og Jesus hevði
borið hana gjøgnum lívið her á jørð, soleiðis vildi hann
eisini bera hana inn um perluportrið, har eingin sorg
og pína er, men bert valdar friður og gleði. Har skal
Jesus sjálvur turka hvørt tár.
Vit vóru saman við Randi í Danmark og fóru til
evangeliskar fundir. Har fekk Randi persónligar
heilsanir frá Jesusi ígjøgnum trúgvandi vinir. Ein
heilsan, hon fekk, var hendan: At eingil Guðs skuldi
leiða hana, og Jesus skuldi geva henni frið, og at hon
skuldi ikki óttast. Onnur heilsan var: »Randi det skal
gå dig godt«.
Randi upplivdi, at óttin fór og Guðs undurfulli friður
hvíldi yvir henni. Eisini segði Randi frá, hvussu hon
teskaði upp til sín frelsara, fyri hvørt fet hon og Olaf
stigu, tá tey gingu inn á ríkishospitalið og orðini vóru
hesi: »Randi det skal gå dig godt«. Randi hoyrdi tað
sama sum Maria hoyrdi: »Meistarin er her og rópar á
teg«.
Randi hoyrdi eisini himmalskan tónleik og kendi
tónleikaran. Hetta eru rík minni fyri døturnar og
vinfólkini, sum vóru um hana til tað síðsta.
Góði Olaf, tú visti eisini frá ungum árum av, hvar tú
skuldi leita og finna frið og styrki, og hetta var við Jesu
føtur. Góði Olaf, tú segði so væl frá uppi í
svimjihylinum, hvussu tínir forfedrar leitaðu til Jesus
og fingu kraft ígjøgnum henda sálm:
Kom i den sidste nattevagt
I en af mine kæres dragt,
Og sæt dig ved min side,
Og tal med mig, som ven med ven,
Om, hvor vi snart skal ses igen
Og glemme al vor kvide!
Eisini hetta upplivdi Randi, at hennara kæru og vinfólk
settust við síðu hennara, og tosaðu við hana, sum vin
til vin, hvar tey kendu, at vinurin Jesus var til staðar.
Tað er svárt, og ein stórur tómleiki er eftir her hjá
okkum, nú tú ert farin frá okkum til teir ævigu
bústaðir. Men vit eiga rík og góð minnir um títt
kærleiksfulla smíl og tína positivu fatan av lívinum. Tú
var altíð góð við ráðum, hjálpsom og hevði gestablídni
út um øll mørk.
Tí skal okkara síðsta ynski og heilsan til tín, góða
Randi, frá okkum verða:
Farvæl, farvæl, men ikki ævigt, nei!
Ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið,
So hittast vit, har skilnaður ei er,
og inntil tá – farvæl!
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið um okkara góða og
trúgva vin.
Hjalgrim
Minningarorð um okkara góða vin og starvsfelaga
Randi Johansen
f. 15. august 1951 d. 6. desember 2004