leygardagur 18. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 243 - 18. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið gjørdu
mær 70 ára føðingardagin ógloymandi.
Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit og telefon-
samrøður.
Somuleiðis ynskist øllum eini gleðilig jól og
Harrans signing í komandi ári.
Heilsan Sólgerð Hansen Norðberg
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymsan hátt mintust
meg á 90 ára degnum, takki eg hjartaliga.
Gleðilig jól og Harrans signað nýggjár.
Edith Dahl
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ein hvønn hátt gleddu okkum á okkara gull-
brúðardegi.
Samtíðis vilja vit nýta høvi til at ynskja
øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum
signað nýggjar.
Una og Hjørleif
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið mintust okk-
um á gullbrúdleypsdegnum 17. november
2004.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Kærar heilsanir
Anna og Johan Petur Johansen
18. desember 2004
verður Tórshavnar
Havn 75 ár. Vígslan av
havnini fór fram
mikudagin 18.
desember 1929 í
ýlandi stormi og
grimdarregni
Klokkan trý um dagin
spældi hornorkestrið "Eg
oyggjar veit". So helt
býráðsformaðurin talu, og
aftaná spældi orkestrið
"Det er et yndigt land".
Eisini var fýrverk á brim-
garðshøvdinum. Seinni um
kvøldið var føroyskur og
enskur dansur ókeypis í
Sjónleikarhúsinum og í
Tórshøll, og býráðið bjóð-
aði til døgurða umborð á
f e r ð a m a n n a s k i p i n u m
Tjaldrinum, sum lá við
nýggju bryggjuna.
Tað var longu í 1866, at
havnarfólk ynsktu havnar-
viðurskiftini betrað, men
ikki fyrr enn einaferð í
1920-unum kom gongd á
havnabyggingina í Havn.
28. apríl 1905 staðfestir
løgmálaráðið eina havna-
reglugerð fyri Thorshavns
Kommunes Havnevæsen,
og Johs. Nicolajsen (Jó-
annes
í
Pætursastovu)
(1857-1933)
var
fyrsti
havnaumsjónarmaður
í
Havn.
Fyrsti havnarmeistari var
Hans
Jacob
Michelsen
(Hans Jakku í Dalólastovu)
(1878-1943). Hann var
havnarmeistari frá 1. de-
sember
1929
til
31.
desember 1941.
Petur Nicolajsen (Petur í
Pætursastovu) (1883-1959)
var havnarmeistari frá 1.
januar 1942 til 31. mars
1954, Sophus Dal-Christ-
iansen (1888-1969) var
havnarmeistari frá 1. apríl
1954 til 15. september
1958.
Høgni Mohr var havnar-
meistari frá 15. september
1958 til 1. apríl 1988, tá
Pauli Hansen bleiv havnar-
meistari.
Síðan 1. januar 1993 hev-
ur Jónsvein Lamhauge ver-
ið havnarmeistari við Tórs-
havnar Havn. .
Hjá Tórshavnar Havn eru
í dag 14 starvsfólk.
Tórshavnar Havn 75 ár:
Vígslan fór fram í ýlandi stormi
og grimdarregni
Hjá Tórshavnar Havn starvast tilsamans 14 fólk. Her er havnarmeistarin Jónsvein Lamhauge (uttast til vinstru) saman við
nøkrum av starvsfólkunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Her verður havnarlagið bygt
í 20-unum, og 18. desember
1929 varð Tórshavnar Havn
vígd. Alt økið innan fyri (har
sum báturin liggur) varð lagt
undir heilt