Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 18. desember 2004 15 Hósdagin 9. decemb- er fór sangbólkurin SALT til Skotlands, har tey vóru boðin at syngja við á eini jólakonsert í Mother- well, sum liggur nakað sunnan fyri Glasgow. Konsertin eydnaðist sera væl, og SALT lyfti konsertina upp á eitt hægri støði KONSERT Myndir: Birgir Poulsen Tað var ikki sørt, at onkur hevði hug at tára, tá gamli skotski sangurin "O, Love That Wilt Not Let Me Go" var sungin á jólakonsertini í Mother- well. Sangurin er yrktur av einum skota í Glasgow økinum og er kanska eins væl kendur og elskaður sum "Amazing Grace". 11. december kl. 18.00 vórðu dyrnar latnar upp í Motherwell Civic Centre, nakað sunnanfyri Glasgow, har ársins jólakonsert varð hildin. Fyrireikararnir høvdu væntað eini 6-700 fólk at koma á konsertina, men tá kl. nærkaðist 19.00, vóru fleiri enn 1000 atgongu- merki seld. Luttakandi bólkarnir The Gospel Heirs, Crystal Clear, SALT og solosangarin Jane Gall- an høvdu verið í konsert- høllini allan dagin og gjørt ljóðroyndir, rigga til o.s.fr. og spenningurin var stórur, nú tað sá út til, at høllin fór at verða fullsett. Pallurin var stórur og pyntaður sum ein jólastova. Tvey vindeygu við reyðum skotskternutum jólagardin- um. Út í gjøgnum vindeyg- uni sóust stjørnurnar blinka. Ein opin eldstaður var sjálvandi eisini á pall- inum og tvær reyðar sofur stóðu hvør síni megin eldstaðin. Harafturat var eitt spísistovuborð við reyðum skotsksternutum dúki á og rundan um borðið stóðu 6 stólar. Eitt stórt vakurt pyntað jólatræ stóð eisini á pallinum. Luttakar- arnir sótu á pallinum alla tíðina og komu so fram ímóti áhoyrarunum, tá tey skuldu framføra. The Gospel Heirs og Crystal Clear løgdu fyri við jólasanginum "Christmas with the family", sum hevur verið fastur byrjanarsangur hesi árini, jólakonsertin hevur verið hildin. Áðrenn SALT slapp at framføra vórðu tey presen- terað fyri áhoyrarunum, sum vórðu bidnir um at taka væl ímóti teimum. Nógv varð klappað áðrenn tey byrjaðu at syngja, men tá tey vóru liðug við fyrsta sangin mundu klappini ongan enda fáa. Tey sungu á enskum, men jólasang- urin "Føgur er foldin" varð tó sungin á føroyskum og tað dámdu áhoyrarunum eisini væl at hoyra. Fyrsti partur av kon- sertini vardi í 1 tíma, síðani var ein steðgur upp á um- leið 20 minuttir. Í steðginum kundu fólk keypa fløgur úti í forhøllini, har borð vóru sett upp til luttakandi bólkarnir at selja sínar fløgur, videobond og DVD. Stórur áhugi var fyri fløguni hjá SALT og fleiri spurdi, um tað fór at vera møguligt at keypa hana í teimum kristiligum bóka- handlunum ella í fløgu- handlunum í Skotlandi. Fleiri nærvarp – bæði í Norðurskotlandi og um Glasgow leiðina – hava spælt og fara í framtíðini at spæla løg úr fløguni hjá SALT. Tá annar partur av kon- sertini byrjaði, vóru øll børnini, sum vóru á kon- sertini, komin upp á pallin. Tey sótu so fitt á gólvinum og sungu jólasangir. Okkurt stuttligt var eisini á skránni til teirra, og áðrenn tey fóru av aftur pallinum, fingu tey hvør sín jólapakka. Síðani helt konsertin fram og luttakararnir fram- førdu fleiri sangir. Í hesum umfarinum hevði SALT valt at enda við at syngja gamla skotska sangin "O, Love That Wilt Not Let Me Go". Deyðatøgn var inni og tað sást týðuliga, at fólk vóru ógvuliga rørd at hoyra henda gamla vakra skotska sangin verða framførdan á ein so vakran og øðrvísi hátt enn tey nakran tíð fyrr høvdu hoyrt. Nógv turkaðu tárini, og tá seinasta regla í seinasta ørindi var sungin, reistu fólk seg upp at klappa og klappa og klappa, so endin var, at SALT mátti syngja enn ein sang. Fagnaðurin var stórur og framsøgumaðurin segði m.a. at "They are the best since ABBA!" Konsertin endaði við at ein trummusláari kom inn á pallin og í hølunum á hon- um komu tríggjir sekkja- pípuspælarar, allir í grøn- litaðum kilti. Teir spældu "Amazing Grace" og áhoyrararnir sluppu at syngja við. Ein væleydnað konsert varð komin at enda og SALT hevði veruliga verið við at lyfta konsertina upp á eitt hægri støði. Aftan á vóru stundir at tosa við fólk úti í forhøllini. Fleiri komu at heilsa uppá og keypa fløgur, og onkur hevði á orði, at "The Faroe Islands" áttu at broytt navn til "The Islands of Perfect Harmony". Fyrireikararnir vóru sjálvandi sera væl nøgdir og eisini fegnir um, at alt hevði gingið so væl, og at tey høvdu bjóðað SALT at syngja við. Áðrenn fráferð- ina søgdu tey, at tey skjótt fóru at senda boð aftur eftir SALT til okkurt annað til- tak. Og SALT kundi fara aftur til Føroyar aftaná enn eitt minnisríkt og gott viku- skifti í Skotlandi. Hetta var teirra triðja Skotlandsferðin og eftir øllum at døma ikki tann seinasta. Í dag er júst ein mánaður síðani, at fløgan hjá SALT kom á marknaðin í Føroy- um. 2500 fløgur vórðu gjørdar, og sølan hevur gingið so væl, at bert heilt fá eintøk eru eftir. SALT hevur tí gjørt av at gera eitt nýtt upplag í nærmastu framtíð. Vit ynskja SALT eini gleðilig jól og góðan byr í nýggja árinum. Skotar fagnaðu SALT SALT á pallinum í Motherwell Inga Simonsen selur fløgur í steðginum Vinkona (v.m.) hjá Ednu Jacobsen og Elsebeth Lassaberg var komin at hoyra SALT