leygardagur 18. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 - 18. desember 2004
– Hvussu kunnu vit í
gerandisdegnum vera
nakað fyri onnur – og
er neyðugt at fara
langt fyri at kunna
geva nakað? Nei, tað
er beint við síðuna av
tær, at brúk er fyri
tær – við liðina á tær í
skúlanum, á arbeiðs-
plássinum og heima
við hús, segði Rúna
Sivertsen, sum helt
røðuna í Hvalvík, tá
ið jólatræið varð
tendrað
JÓLAHUGNI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í fleiri bygdum kring landið
var siður at dansa um
jólatræið jólaaftan, og með-
an børn og vaksin hugnaðu
sær saman í skúlanum,
samkomuhúsinum ella í
bygdarhúsinum, stákaðust
tey, ið vóru eftir heima, við
døgurðan. Tá ið liðugt var
at dansa, varð farið til hús
at eta, og tá ið jóladøgurðin
var fingin frá hondini,
vórðu gávurnar býttar út.
Fyri at børnini, sum bíðaðu
spent eftir gávunum, ikki
skuldu keða seg ov nógv og
leingi, varð jólagreyturin
ofta etin eftir, at jólagáv-
urnar vórðu pakkaður út.
Eins og alt annað, hevur
tíðin eisini broytt hugnan
rundan um jólini. Nú verð-
ur nógv gjørt burtur úr, tá
ið jólatrøini kring um í
kommununum verða tendr-
að – og í summum oyggjum
koyra jólamenn runt við
jólapakkum til børnini.
Sum tíðin er liðin, byrjar
jólastákanin – ikki minst
við atliti til handilslívið –
nógv fyrri í dag enn áður.
Hugni í Hvalvík
Nógv fólk var til jólahugn-
an í missónshúsinum í
Hvalvík herfyri, tá ið jóla-
træið varð tendrað.
Ætlanin var at hava hald-
ið úti, men tað viðraði so
illa hendan dagin, at røða
og sangur vórðu hildin inn-
andura.
Í
missiónshúsinum
í
Hvalvík var dekkað til eini
100 fólk, og so nógv fólk
vóru til hugnaløtuna, at øll
sluppu ikki til borðs í senn.
Tað var borgarstjórin í
kommununi, Heðin Zach-
ariassen, sum beyð væl-
komin og Rúna Sivertsen,
sum saman við familjuni
nú býr í Streymnesi, helt
røðuna.
Við hugnaløtuna vórðu
jólasangir sungnir, og jóla-
menn í brandbilum komu
við jólapakkum til børnini,
sum bíðaðu í spenningi.
Jólamenninir tosaðu við
børnini, meðan teir býttu
jólapakkarnar út. Okkurt av
børnunum
í
Hvalvíkar
kommunu er nýliga flutt
heim úr Kanada, og tá ið
jólamaðurin spurdi gent-
una, um hann ikki hevði
sæð hana áður í Kanada,
gjørdist hon rættiliga ov-
farin!
Boðið varð til borð í
missiónshúsinum, har øll,
sum vóru við til løtuna,
fingu okkurt drekkandi
aftur við jólagreyti og góð-
um smákøkum.
Jólatræið hjá Hvalvíkar
kommunu, sum varð tendr-
að við hesa løtuna, stendur
við kommunuskrivstovuna
í bygdini.
At gleða onnur
Í røðu síni vísti Rúna Siv-
ertsen á, at tá ið Jesus var
her niðri, var tað ikki tey
ríku og mætu, hann helt seg
til.
– Nei, hann var vinur við
fátøk og tey, sum høvdu
lítið at týða í mannaeygum.
Jesus bað lærusveinarnar
fylgja sær – og hann býður
okkum at fylgja sær, segði
hon.
Rúna reisti spurningin,
hvat liggur í tí at fylgja
Jesusi:
– Er tað at fara langt
burtur at boða øðrum
gleðiboðskapin, er tað at
vera prædikumaður – ella
er tað at vera prestur?
Hon reisti eisini spurn-
ingin, um tað at fylgja Jes-
usi er at geva stórar gávur,
at síggjast í kirkjuni ella í
samkomuni.
– Jú, tað er tað eisini,
men tú og eg – vit kunnu
eisini gera okkurt fyri
Jesus.
Rúna segði, at vit menn-
iskju kunnu taka ímóti
Jesusar kærleika og geva av
honum til onnur.
– Sjálvt um tað ikki sær
so nógv út í mannaeygum,
so hevur hetta nógv at týða
hjá Gudi.
Hon vísti á, at tað skal
ikki so nógv til fyri at gleða
eitt annað menniskja.
– Bert við einum smíli
kanst tú geva nakað av tí,
sum Jesus hevur givið tær.
Tað er beint við…
Men hvussu kunnu vit so í
gerandisdegnum vera nak-
að fyri onnur? spurdi hon
eisini.
– Er neyðugt at fara so
langt fyri at kunna geva
nakað? Nei, tað er beint her
við síðuna av tær, at brúk er
fyri tær – við liðina á tær í
skúlanum, á arbeiðspláss-
inum og heima við hús.
Rúna vísti á, at á jóla-
trænum eru nógv smá ljós,
sum tilsamans gera træið so
vakurt.
– Eitt av hesum ljósum
einsamalt munar lítið, men
slóknar bara hetta eina
ljósið, leggur tú beinanveg-
in merki til tað – og træið er
ikki nærtil so vakurt longur.
Júst soleiðis er tað við okk-
um menniskjum eisini. Vit
eru smá ljós, sum lítið
muna einsamøll, men sum
ikki kunnu umverast, tá ið
samanum kemur, segði
Rúna Sivertsen, sum end-
aði við at lesa upp tvey
ørindi úr jólasálminum, »Í
Betlehem í Dávidstaði«.
Í røðu síni takkaði hon
eisini fyri, at fólk í Hval-
víkar kommunu hava tikið
so væl ímóti teimum, nú tey
eru vorðin partur av hesi
kommunu.
Nógv fólk til jólahugna í Hvalvík
Og so komu jólamenninir í brandbilum við pakkum til øll børnini
Øll børnini fingu ein pakka í part frá jólamonnunum
Hendan smágentan er væl nøgd við tað, sum hon hevur fingið
Hóast veðrið var vánaligt, komu nógvar mammur til hugna-
løtuna við smábørnum