Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 18. desember 2004 17 Agenda 21 festir røtur í Runavík Hesar seinastu dagar- nar hava næmingar í studentaskúlanum á Kambsdali arbeitt við AGENDA 21 spurningum. Hesar greinar eru framhald av greinum í seinasta mikudagsblað Í Runavíkar kommunu hava tey arbeitt nógv við um- hvørvisvinarligum verkætl- anum. Eitt nú er Runavíkar skúlaverk farið undir at nýta vistfrøðiligar sápur. Á Glyvraskúla hava tey í mong ár havt ein gamlan ketil, og hevur orkunýtslan verið sera høg. Hesin er fyri stuttum útskiftur og í dag er orkunýtslan komin niður á umleið eina helvt av, hvat hon var. Sum kunnugt eru tílíkar íløgur sera kostnaðarmiklar, men innan fá ár vil hetta vísa seg at vera ein stór sparing fyri Runavíkar kommunu. Hetta er eisini í samsvar við Agenda 21 skjalið frá 1992. Hóast flestu umhvørvis verkætlanir eru kostnaðarmiklar á fyrstan tíð, verður talan um stórar sparingar í framtíðini, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Í framtíðini er eisini ætla- nir um at byggja nýggjan skúla, ið skal verða ein orkusparandi stovnur. Tað verður tó ikki talan um grønan skúla, sigur Ás- mundur Lamhauge, stjóri í Runavíkar skúlaverkið. Eisini innan barnarøktina eru tey farin undir við um- hvørvisvinarligum tiltøk- um. Vælkendi vestmenn- ingurin Finnbogi Joensen, ið hevur virkað fyri Agenda 21 í longri tíð, varð boðin til barnagarðin á Mýrunum at greiða frá, hvussu hesin stovnur kann fáa "grøna" viðurkenning. Barnagarð- arnir eru longu farnir undir at skilja alt ruskið og gera kompost burturúr burtur- kastinum. Barnagarðurin á Mýrun- um hevur ætlanir um at seta sólfangara uppá takið á barnagarðinum. Hetta kann eisini tykjast sum ein stórur bitið at gloypa, men er Runavíka kommuna sann- førd um, at hetta er ein burðardygg loysn. Runavíkar kommuna er eisini farin undir at betra um vatnveitingina. Nógvar ætlanir eru um, hvussu vatnveitingin kann gerast tryggari og støðugari. Millum annað kann nevn- ast, at ætlanir eru um at fara yvir um fjørð eftir vatnið. Eisini verður arbeitt við einum uppskotið, um at gera eina byrging í Lamba- dali og síðani leiða vatnið til Runavíkar. Eisini eru ætlanir til viðgerðar, um at byggja reinsiverk til vatnið, ið kemur frá Toftavatnið. Í dag tíð eru nógvar verk- ætlanir í umfarið. Megin- reglan í hesum verkætlan- um er, at tær taka hædd fyri umhvørvinum og harvið Agenda 21 skjalinum. Áhugavert verður tískil eisini at síggja, um hetta fer at ávirka hinar kommunur- nar, ið eftir nýggjár koma upp í Runavíkar kommunu. Hósvíkar kommuna - ein fyrimynd Longu í 1996 tók Hósvík- ar Kommuna hugtakið Agenda 21 til sín, og gjørdi eina langtíðar um- hvørvisætlan. Síðani tá hevur kommunan arbeitt eftir hesi ætlan, tó við smáum broytingum. Eitt av høvuðsendamál- unum við ætlanini var at fáa reint drekkivatn til all- ar borgararnar. Í 2000 varð farið til verka, og í dag, fýra ár seinni, er endamálið rokkið, so- leiðis, at allir hósvíkingar nú kunnu drekka reint vatn. Ein onnur av stóru verkætlanunum hjá kommununi, er at fáa alla kommuna kloakkeraða. Í ár er næstan komið undir land við hesum; einans tvey hús vanta í kloakk- samskipanini. Fleiri jørn í eldinum Hósvíkar Kommuna hev- ur fleiri jørn í eldinum, og nógv verður gjørt fyri at minka um dálkingina. Á bingjuplássinum verður ruskið partvíst skilt. Í samband við reingerðing av kommunalu bygning- unum nýta tey nú trevju- klútar, so nú slepst undan at nýta sápu. Eisini við gøtuljósunum spara tey pening við at nýta lág- orkuperur, í staðin fyri kyksilvurperurnar sum nú verða skiftar út. Í Hósvík eru íbúgvarnir sera glaðir fyri nærum- hvørvið, bygdina og gjónna. Tí er gjógvin við Lagá og áarbakkin skrá- sett sum landsløg við ser- ligum týdningi fyri bygd- ina. Her eru eisini ymisk tiltøk gjørd fyri at røkja og prýða um tey. Laðað verður fram við áarbakk- anum, trappur og gøtur verða gjørdar, fyri tað skal vera lættari hjá bygd- arfólkinum at koma framat. Ruddingardagar og ung í arbeiði Aftrat hesum hevur kommunan eisini tiltøk, har vanligi borgarin lut- tekur. Árligir ruddingar- dagar eru og hvørt summ- ar arbeiða ung við at fríðka um bygdina. Í skúl- anum eru viðhvørt evnis- dagar, har børnini læra at virða og varðveita náttúr- una. Og sjálvt dagrøktar- mammurnar hava í ávísan mun tikið evnið upp við børnini, soleiðis, at virð- ingin fyri umhvørvinum kemur nóg tíðliga. Um hugt verður aftur um bak, so eru í dag sjón- lig prógv fyri, at um- hvørvisætlanin hjá Hós- víkar Kommunu hevur eydnast væl. Sigast kann, at Hósvík er ein fyrimynd fyri aðrar kommunur á umhvørvisøkinum. Sum skrivað er í miðlunum í vikuni, hava næmingar og lærarar á Studentaskúlan- um og HF-skeiðnum á Kambsdali havt evnisviku. Evnið hevur verið Agenda 21, og hava næmingarnir kannað hvat teirra egna kommuna ger á økinum, og hvat í framtíðini kann ger- ast við hetta. Av tí at teir skulu hava kannað viður- skiftini í síni egnu komm- unu, hevur verið neyðugt at býtt flokkarnar sundur, fyri at seta teir saman eftir kommunu. Kommunurnar, sum eru umboðarar á skúlanum eru allar á Eysturoy, meginpart- urin av Norðstreymoy og bróðurparturin av Norðoyggjum. Ímillum kommunurnar, sum ganga á odda innan Agenda økið er Runavíkar Kommuna. Har eru m.a. barnagarðarnir farnir at skilja ruskið, fyri síðan at virka tað til við at kompost- era, altso at gera lívrunnin evni til at blanda við mold. Fleiri kommunur eru, sum enn ikki hava fullfíggjaða kloakkskipan. Her er t.d. Hósvíkar Kommuna komin langt, við tað at tey hava frárensl frá nærum øllum húsunum. Drekkivatn er ikki ein trupulleiki longur, ei heldur eru gøtuljós ella burturkast. Áhugaverd felags eyð- kenni fyri kommunurnar eru, at næstan allar komm- unur ætla at umskipa ella fáa til vega betri kloakskip- an, reint drekkivatn og at skifta yvir til vind- ella vatnorku til at framleiða ravmagn. Tó eru tað tær fægstu kommunurnar, sum hava gjøgnumført hesi mál. Aloftast eru tað fíggjarligar forðingar, sum gera at tað ikki verður so lætt at føra hesar ætlanir út í lívið. Tó kann sigast, at Agenda virksemi ongantíð hevur verið eins viðkom- andi og stórt í Føroyum og júst nú. Kommunufelagið hevur starvsett Agnar Jen- sen til at arbeiða við Ag- enda 21 burturav, til m.a. at halda fyrilestrar og kunna um Agenda 21. Ein heimasíða (http://ag- enda.signar.net) er gjørd í samband við evnisvikuna, sum kunnar um Agenda 21 arbeiðið í umboðaðu kommunum á skúlanum. 14 Agenda kommunur umboðaðar á Kambsdali Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið -so eru tit við!