leygardagur 18. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 243 - 18. desember 2004
– Skelkurin var øgilig-
ur, og eg eri ikki rætti-
liga komin yvir tað
enn, sigur Jakoba
Bech, sum býr í
Svínoy. Hon og knapt
trý ára gamla dóttirin
sótu í einum bili, sum
varð tikin av einum
óløgi á kaiini á Eiðin-
um seinasta hósdag.
Jakoba torir ikki at
hugsa um, hvat hevði
hent, um ikki jarnrim-
ar vóru við kaiendan
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Svínoy:
Seinasta hósdag skuldu
Jakoba Bech og tvey ára
gamla dótturin, Paulina, við
Másanum. Dótturin skuldi
til tannlæknan í Klaksvík,
og Jakoba sá sær eitt gott
høvi til at fáa tær seinastu
jólagávurnar frá hondini.
Men tær komu ikki av
oynni, tí eitt óløgi var líka
við at taka bilin, sum tær
sótu í á sjógv.
Tær vórðu avheintaðar í
bili, tí tað regnaði so øgi-
liga illa. Tveir mans sótu í
bilinum, Regin og Heini, og
síðani gekk leiðin móti
Eiðinum, har Másin skuldi
leggja at.
Øgiliga uppgangur var,
og Jakoba sigur, at veðrið
var ikki gott tann dagin.
Men hon er úr Porkeri og
hevur búð í Svínoy í trý ár,
so ferðirnar við Másanum
og við Smyrli um Suðuroy-
arfjørð hava gjørt, at hon er
púra von við at sigla og ikki
ræðist illveður sum so.
Tey koyrdu oman á sjálva
kaiina á Eiðinum, og Regin
lat bilin standa í tómgongd,
meðan hann leyp út at taka
móti endanum. Hann festi
endan. Jakoba sigur, at tað
breyt illa upp á kaiina.
Másin lá og livdi aftur og
fram og kom ongantíð
rættiliga ímóti kaiini.
– Tað breyt rættiliga illa,
men tað var mest sovorðið
skúm, so tað bilti ikki,
greiðir Jakoba frá.
Hvirla tók bilin
Regin fór síðani fram um
bilin og yvir móti hurðini
hjá Jakobu. Hon gjørdi seg
til at rætta Regini Paulinu,
og so skuldi hon sjálv fara
úr bilinum. Í somu løtu Reg-
in letur hurðina upp, kemur
ein hvirla. Jakoba settist
aftur og segði, at hon tordi
ikki at geva honum gentuna.
Hann fekk við neyð og deyð
latið hurðina aftur, og tá
breyt av álvara upp um.
Regin slapp ikki fram um
aftur bilin aftaná, tí óløgið
hevði flutt hann heilt oman
móti kaiendanum.
– Vit sóu bara sjógv, og
eg var so ræðuliga bangin,
greiðir Jakoba við skelv-
andi rødd frá. Hon er als
ikki komin yvir skelkin, og
tað hoyrist sera væl á henni,
meðan hon greiðir frá í
telefonini.
Regin fekk tó bart seg
aftur um bilin og yvir aftur
til førarahurðina. Skræddi
hana upp, setti seg í bilin og
bakkaði við nógvari ferð
niðan av aftur kaiini og
burtur úr vandastøðuni.
Illa fyri
Jakoba sigur, at hon reag-
eraði ikki, fyrr enn tey vóru
komin niðan av kaiini aftur.
Tá gekk tað upp fyri henni,
hvussu nær hon og dótturin
vóru við at enda á bláman-
um í øllum uppganginum á
Eiðinum hendan dagin.
– Vit fóru beint heim-
aftur. Eg fekk boðað tann-
læknanum frá, at vit ikki
komu, men stórt annað
gjørdi eg ikki. Eg var so illa
fyri, at eg fór beint í song
við Paulinu, greiðir hon frá.
Tær báðar svóvu í einar
tveir tímar. Tað undrar Jak-
obu, tí lítla plagdi ongantíð
at sova nógv meira enn
hálvan tíma í senn um dag-
in. Hon ivast tó í, um Paul-
ina skilti tað, sum fór fram.
Tankarnir hjá Jakobu
blivu við at snúgva seg um
tilburðin á Eiðinum. Hon
tykist at vera púra greið
yvir, hvussu heppin tey
vóru at sleppa so væl frá tí.
Hon greiðir frá, at við kai-
endan vóru einaferð træ-
plankar, sum virkaðu sum
stopparar, men teir eru
langt síðani burtur. Men
tíbetur eru eisini jarnrimar
við kaiendan, og tankin um,
hvat hevði kunnað hent, um
teir ikki vóru, hevur spøkt í
huganum hjá Jakobu líka
síðani.
– Eg orki ikki at hugsa
um tað, sigur Jakoba Bech
og suffar við.
Másin sigldi av aftur
Svínoy seinni tann dagin,
men fyri Jakobu var ikki
hugsingur um at fara við.
Vil hava tunnilin
Hon hevur ikki nakað boð
uppá, hvat kundi verðið
gjørt fyri at fyribyrgt til-
burðinum hendan dagin.
– Einaferð varð skrivað
um at leingja kaiina á Eið-
inum, men vit tosaðu
nevniliga um tað aftan á
hendingina,
hvussu
so
hevði verið hjá okkum,
greiðir Jakoba frá.
Hon er sannførd um, at
tað er ikki nøkur framtíðar-
íløga at gera nakað við kai-
ina á Eiðinum.
– Nei, gev okkum heldur
tunnilin yvir í Havnini, so
er tað bert talan um ein
rullutúr upp á fimm minutt-
ir, staðfestir hon.
Jakoba er ikki vorðin so
bangin av hesum, at hon er
farin at umhugsa at flyta av
Svínoynni.
– Eina aðru ferð má man
bara passa sær løgið betur,
heldur hon fyri.
Hon er von við eitt sindur
av hvørjum. Er fødd og
uppvaksin í Porkeri, og
hevur tískil ongantíð verið
nakað serliga bangin fyri at
sigla. Hon sigur, at hon
hevur verið úti fyri nógv-
um, men tílíkt hevur hon
ongantíð upplivað áður.
– Eg havi verið mangan
buldruta túrin við Másan-
um, og tað ger, at tað at sigla
um Dalsnes ikki er verri enn
at sita í sínari egnu stovu og
hyggja at Degi og Viku í
dag, sigur Jakoba Bech og
endurtekur, at hon aldrin
áður hevur upplivað nakað
so skelkandi.
Verður á oynni árið út
Meðan prátið gongur aftur
og fram um tilburðin, og
hvussu tað er at búgva á
útoyggj, letur í Jakobu, at
Másin júst er komin undan
og siglir móti Eiðinum.
– Når man taler om sol-
en, ha, sigur hon flennandi.
Jakoba skuldi fara til
tannlæknan við dótrini aft-
ur mikudagin í hesu vikuni,
men ei heldur tann dagin
var veðrið nóg gott.
– Nei, nei, eg havi gjørt
av, at eg fari ikki av aftur
oynni í ár. Dótturin hevur
fingið eina nýggja tíð hjá
tannlæknanum tann 13.
januar, so tá vóni eg, at vit
kunnu fara. Og tær seinastu
jólagávurnar verða bara
avgreiddar umvegis tele-
fonina. Eg havi ringt og bí-
lagt tær, og so koma tær út
við Másanum, sigur Jakoba
og leggur at enda afturat, at
hon hevur bílagt nakrar úti-
lyktir við blokkljósum til
sín sjálvs. Hesar koma við
Másanum, sum nú er kom-
in heilt nær Eiðinum.
– Eg vóni, at tær eru heil-
ar, tá eg fái tær, sigur Jakoba
Bech í telefonini úr Svínoy.
Óløgi í Svínoy:
Móðir og dóttir mundu endað á sjónum
Lendingin á Eiðinum. Tað er
ikki gamansleikur hjá fólki at
koma í land ella fara umborð
á Másan, tá nógvur
uppgangur er
Tvær lendingar eru á Svínoynni. Eiði og Svínoyarvíkin. Tað var hesin bilurin, sum Jakoba og
Paulina vóru í. Her er hann avmyndaður á kaiini í Víkini ein góðveðursdag, tá alt bar til
Jakoba fekk ein ordans skelk seinasta hósdag, men hon heldur ikki, at dóttirin mundi skilja tað,
sum gekk fyri seg