leygardagur 18. desember 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2004
19
Fleiri frágreiðingar,
sum eru lagdar fram á
umhvørvisráðstevn-
uni í Buenos Aires í
vikuni, benda á, aty
avleiðingarnar av
veðurlagsbroytingun
um eru størri, enn
vísindin higartil
hevur hildið
VEÐURLAG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein av frágreiðingunum,
sum kom á borðið í ar-
gentinska høvuðsstaðnum,
var frá heimsnáttúrustovn-
inum
World
Wildlife
Foundation, og talan er
greið. Stovnurin sigur, at
nógv djórasløg eru ikki før
fyri at laga seg til tær
broyttu umstøðurnar, og at
tað fer at fáa stórar avleið-
ingar fyri vistfrøðina. Or-
søkin er í stuttum, at hitin á
Jørðini veksur skjótari, enn
náttúran megnar at laga seg
eftir.
Ein onnur frágreiðing var
frá einum evropeiskum
granskarabólki, sum starv-
ast á tí viðurkenda veður-
lagsstovninum í Potsdam í
Týsklandi. Har verður ávar-
að um, at meðalhitin á
Jørðini kann veksa heili
tvey stig, og tað fer at fáa
stórar avleiðingar. Eitt nú
vænta evropeisku granskar-
arnir, at vatntrot verður
nógvastaðni í Mið- og Suð-
uramerika, at ódnirnar í
Karibiska Havinum verða
bæði fleiri og harðari, og at
gróðrarlíkindini í Asia fara
at versna.
– At meðalhitin veksur
tvey stig er beinleiðis
vandamikið fyri alla veður-
lagsskipanina í heiminum,
sigur Carlo Jager, sum er
ein av granskarunum í
Potsdam. Sambært Jager
kunnu broytingarnar elva
til, at heimshøvini fara at
hækka fleiri metrar, og at
umstøðurnar hjá fólki at
lívbjarga sær fara at broyt-
ast nógv.
Sjón fyri søgn
Ein annar viðurkendur veð-
urlagsstovnur
er
tann
bretski Hadley Center, og
hann hevði eisini eina frá-
greiðing at leggja fyri ráð-
stevnuluttakararnar í Buen-
os Aires. Bretsku granskar-
arnir hava við hjálp frá
telduskipanum
kannað,
hvussu nógv veðurlagið fer
at broytast, og teirra niður-
støða er, at meðalhitin á
Jørðini fer helst at veksa
2,8 stig í hesari øldini.
Fyritreytin fyri hesum er, at
dálkingin verður tvær ferðir
so stór sum nú.
Einki land dálkar so illa
sum USA, og á ráðstevnuni
í Buenos Aires segði for-
maðurin í teirri serligu veð-
urlagsnevndini
hjá
ST,
Rajendra K. Pachauri, at
frágreiðingarnar hjá ser-
frøðingunum vísa týðiliga,
at amerikanararnir mistaka
seg, tá teir halda uppá, at
ásetingarnar í Kyoto-sátt-
málanum hava einki við
vísindi at gera.
– Vit hava fingið so nógv
og so góð prógv, at tað ber
illa til at lata eyguni aftur
fyri tí, sum er í ferð við at
henda, segði Pachauri á
ráðstevnuni. Sjálvur er
hann ættaður úr fjallalend-
inum í India, og har hevur
hann sæð mong dømi um,
hvussu tann veksandi hitin
hevur broytt náttúruna.
Veðurlagsnevndin hjá ST
hevur skotið upp, at alt
verður gjørt fyri at tálma tí
veksandi hitanum á Jørðini,
og at málið er at avmarka
vøksturin til í mesta lagi
tvey stig. Tað eru tó ikki
øll, sum eru nøgd við hetta.
Eitt nú heldur World Wild-
life Foundation, at vøkst-
urin eigur ikki at vera meiri
enn hálvtannað stig.
Skjótari enn hildið
Niðurlendski lívfrøðing-
urin Arnold Van Vliet, sum
starvast á lærda háskúlan-
um í Wageningen, hevur í
sínari frágreiðing til ráð-
stevnuna í Buenos Aires
eina meting av, hvat fer at
henda í komandi árum.
Eitt nú væntar hann, at
vit skulu venja okkum við,
at tað fer at grógva fyrr á
árinum, enn vit eru von við.
Nógvastaðni verður tað
turrari enn nú, og tað fer at
elva til fleiri skógareldar.
Ísurin í teimum høgu fjøll-
unum og í póløkjunum fer
at bráðna, og nógv djóra-
sløg fara at doyggja út.
– Okkara kanning vísir,
at tað er ikki bara meðalhit-
in, sum er avgerandi fyri,
hvussu náttúran megnar at
laga seg eftir umstøðunum.
Broytingar í sjálvum veðr-
inum hava eisini stóra
ávirkan, sigur Arnold Van
Vliet. Hann væntar eisini,
at broytingarnar fara at vísa
seg skjótari, enn vísindin
higartil hevur hildið.
UTTAN ÚR HEIMI
Veðurlagsbroytingarnar
størri enn hildið
Landslagið í Grønlandi fer at
broytast nógv í komandi
árum, hava
veðurfrøðingarnir rætt. Men
veðurlagsbroytingarnar fara
eisini at merkjast aðrastaðni
í heiminum
Nógv
djórasløg
doyggja út
Amerikanskir granskarar
siga í einari nýggjari frá-
greiðing, at nógv fugla-
sløg fara at doyggja út í
komandi árum.
– Okkara kanningar
vísa, at í hesari øldini fara
kanska heili 14 prosent av
heimsins fuglasløgum at
doyggja út. Tað merkir, at
um næsta aldarskiftið
verða umleið 1200 færri
fuglasløg enn í dag,
stendur í frágreiðingini,
sum granskarar á lærda
Stanford-háskúlanum í
Kalifornia hava skrivað.
Amerikonsku granskar-
arnir siga, at tann stóri
fugladeyðin fer at fáa
stóra ávirkan á vistfrøð-
ina nógvastaðni.
Aðrir granskarar hava
fyrr víst á, at veðurlags-
broytingarnar fara eisini
at hava við sær, at nógv
súgdjórasløg
fara
at
doyggja út. Eitt nú hava
teir skrásett, at av summ-
um djórasløgum er stovn-
urin minkaður heili 25
prosent tey seinnu árini.
Tað sama er galdandi
fyri djórini í havinum.
Granskararnir vilja mill-
um annað vera við, at
triðja hvørt skjaldbøku-
slag er í vanda fyri at
doyggja út.