leygardagur 18. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 243 - 18. desember 2004
UMMÆLI
Edvard Joensen
Dokumentariska ævisøgan,
sum Jústinus Eidesgaard er
farin undir at skriva um Kaj
Johannesen, skipara, er
stórverk. Helst størri, enn
hann hevði grunað og
kanska ætlað, tá farið varð
undir hetta verkið. Fyrsta
bindið er komið. Eitt vala-
verk í nógvar mátar, sum tó
er merkt av lýtum, ið við-
hvørt arga lesaran meira
enn gott er.
Jústinus hevur lagt stórt
granskingararbeiðið í hetta
verkið, sum eftir, sum hann
sjálvur sigur frá, bara er
komið ávegis. Hetta fyrsta
bindið er nevniliga ikki
meira enn komið til at nevna
høvuðspersónin, Kaj Johan-
nesen, skipara úr Hvanna-
sundi. Tað, vit higartil hava
fingið at vita, er í stóran mun
um abban og pápan. Teirra
lív og umstøður. Og so
sjálvandi nakað um tey, sum
rundan um teir vóru.
Og Jústinus gongur nokk
so nær. Fortelur um horarí
og ósiðiligt kynslív mest-
sum yvirhøvur í ávísum
bygdum norðanfyri, har
abbi høvuðspersónin verð-
ur lagdur undir at eiga sín
góða part, og eisini verður
sagdur at fáa í sín part okk-
urt, sum hann ikki skuldi
eiga. Nevniliga sonin Mort-
an, faðir at Kaj, sum Júst-
inus kortini seinni vil
prógva, at hann eigur.
Hvat skal tað so til? Er
tað ikki Kaj, vit vilja lesa
um, tá vit ogna okkum bók-
ina? Er hetta ikki eitt sindur
av bóndafangaríi soleiðis at
koma við eini ævisøgu um
ein mann, sum vit mestsum
bara fáa nevndan i einum
viðfáningi og so kanska
noyðast at bíða eitt ár, til vit
rættiliga fáa hansara søgu?
Ivaleyst
kann
onkur
halda tað. Men tann, sum
lesur hetta fyrsta bindið í
ævisøguni um hendan úr-
mælingin,
man
kortini
halda, at hetta var bara
»fínar greiðir« soleiðis at
fáa eitt sindur av kennskapi
til tey, ið undan eru farin og
hava skapt hendan góða
úrmæling og fingið hann til
tað, hann var. Tí eingin ivi
er um, at hann var nakað.
Men einki kemur av ong-
um, og tí er gott at fáa
grundarlagið við.
Og so kann granskingar-
arbeiði
Jústinusar
vera
partur av søgu okkara, sum
ikki er kunngjørdur fyrr.
Ein partur av føroyskari
vinnusøgu.
Uppreisn til abban
Bókin er býtt í tríggjar høv-
uðspartar, hóast smærri brot
eisini eru. Ein til hvønn
teirra abban, pápan og Kaj
sjálvan, har greitt verður frá
fyrstu
manndómsárum
hansara. Høvundin letur í
endanum av bókini vita, at
høvuðsparturin
av
lívi
hansara fer at verða við-
gjørdur í eini seinni bók.
Fyrsti partur, einar hálvt-
annaðhundrað síður, eru
um abba Kaj, Hans Paula
Johannesen á Norðtoftum.
Her fáa vit eina søgu um
mann, sum av givnum or-
søkum mestsum hevur verið
burturtagdur
av
fólki.
Kanska serliga teimum nær-
mastu, sum skilst á bókini.
Og ein av grundunum hevur
verið, at hann endaði sínar
dagar
sum
heimleysur
drykkjumaður, sum eftir
teirra meting, ið seinnu
komu, ikki var ættini til
nakran serligan heiður.
Hevði tað verið í dag, var
maðurin farin á ein við-
gerðarstovn og komið út
aftur sum rættur maður. Av
summum kanska hildin at
verið størri, enn um hann
ikki hevði havt brúk fyri
hesi viðgerð.
Men Jústinus noktar at
lata mannin fara í gloymsk-
una og setir honum tann
varðan, sum eingin annar
gjørdi. Vantandi gravstein-
urin í kirkjugarðinum á
Viðareiði er við gransking-
ararbeiði høvundans nú
reistur manninum á prenti.
Nágreiniliga er høvundin
farin til verka og hevur brúkt
ár til kanningararbeiðið.
Bæði á skjalasavni og
rættiliga nógv privat skjøl og
samrøður eisini. Tó haldi eg,
at hann kundi havt stytt
okkurt nakað væl. Til dømis
allar avreiðingarnar, har
hann yvir einar 30 síður vil
vísa við handilsbókunum í
Sundi og Norðdepli sum
keldu, at Hans Pauli á Toft-
um ikki var nakað ómenni,
men av raskastu útróðrar-
monnum á staðnum. Kanska
í landinum. Tað kundi verið
gjørt styttri, og lesarin hevði
skilt tað kortini.
Pápin
Annar drúgvur partur av
bókini er um pápa Kaj.
Mortan. Hann, sum vanliga
verður nevndur Mortan í
Hvannasundi, hóast hann
var ættaður av Norðtoftum.
Jústinus hevur rættiliga
fingið fatur á eini góðari
søgu, sum ikki víkir petti
fyri nútíðar røvarasøgum
við bæði ólevnaði og øllum
tí, ið til hoyrir.
Hann rør
fram undir, at kynsligi
ólevnaðurin á Norðtoftum
og í grannalagnum mundi
einki standa aftan fyri tað,
vit kenna úr gamla Testa-
menti og hefta at býum sum
Sodoma og Gomorra. Tekur
fram gamalt bygdarslatur,
sum vil vita, at at hesin góði
Hans Pauli á Toftum, sum
skrivaður er sum pápi at
Mortani og tískil abbi at
Kaj, als ikki var tað. Hann
ger eina fitta søgu burtur úr
tí, fyri síðan seinni at rudda
alt av aftur borðinum við út-
rokningum frá eini nútíðar
jarðamóður í Havn. Og so
ganga vit út frá, at abbin er
abbi kortini, og tað, sum fyrr
varð skrivað, var tann beri
slatur og møsn.
Og tað er júst frá bygdar-
slatri, hann hevur hesa søg-
una. Kanska hon er ein av
grundunum til, at ættarfólki
seinni
mestsum
hevur
gloymt hendan abban, sum
Jústinus í ganskingarar-
beiði sínum hevur givið
rættiliga uppreisn.
Triði drúgvi parturin er
um Kaj sjálvan, hóast vit so-
leiðis mestsum bara koma í
gongd. Ein stutt lýsing av
manninum, og so fáa vit at
vita, at tað mesta, sum er at
siga um hendan merkis-
mannin, væntandi - um Guð
vil - kemur út í næstu bókini.
Lýtini
Stórverk er bókin, sum
Jústinus hevur givið út. Og
størri verður samlaða verk-
ið, hann er farin undir, men
sum enn bara er hálvgjørt.
Men eg má viðganga, at
mær tókti viðhvørt, meðan
eg las, at ikki nóg væl var
gingið um. Fyri mær at
síggja, var hann komin í
tíðarneyð ella okkurt so-
vorðið. Skuldi helst hava
bókina út til jólasøluna, og
tískil var eitt nú málsligi
rættlesturin heldur skjótt
frágingin, tókti mær. Hand-
ritið kundi eftir mínum
tykki trongt til at verðið
lisið ígjøgnum einaferð aft-
urat, áðrenn tað varð latið
til prentingar.
Væl vitandi, at Jústinus
hevur lættan penn, og at
vanliga er stuttligt at lesa
tað, hann skrivar, undraði
tað tí eisini, at onkrar unda-
ligar máliskur eru við í
bókini, sum hann veit, ella
eigur at vita, eru skeivar.
Sum tá hann sigur frá, at
Kaj umborð á Normanner
»kom til skaða í hondina«!
Undranarvert. Tí ikki ivist
eg í, at Jústinus veit, at
»fólk fáa skaða«.
Eisini hevði eg hug at
fýlast á, at ov nógvar end-
urtøkur eru í bókini. Tykist
viðhvørt, sum høvundurin
hevur blokkað sær tekst á
telduni og síðan bara trýst á
copy/paste. Ørkymlandi.
Granskingararbeiðið er
nágreiniligt.
Viðhvørt
mestsum ov kann haldast,
tá allar hesar neyvu keldu-
ávísingarnar standa gjøgn-
um alla bókina. Tí av for-
vitni verður farið til hesar,
sum víst verður til, og so
órógvar tað lesnaðin eitt
sindur.
Onnur munnu vera, sum
betri enn undirritaði kenna
persónarnar, sum lýstir eru,
og kunnu meta um, um alt
passar heilt. Men eg haldi
meg tó vita, at tann í dag 92
ára gamli Dávur í Vík, sum
umrøddur verður í samband
við, at Blithsome sakk á
Kappanum, er ikki úr Vík,
men úr Tjørnuvík. Hann
verður gjøgnumgangandi
nevndur Dávur í Vík, hóast
hann sjálvur, minst tvær
ferðir (endurtøkurnar) í
bókini greiðir frá, at hann
kendi Mortan í Hvanna-
sundi, tí hesin hevði verið í
Tjørnuvík og biðið fólk. Og
tí hava hvørki høvundi ella
rættlesari loftað.
Nú granskingararbeiðið,
ella í hvussu er tað nógva, er
liðugt, ber til at vænta, at
betri tíð verður til at skriva
næstu bókina. Kanska verð-
ur hon so mikið tíðliga
liðug, at stundir vera at rætt-
lesa hana einaferð eyka.
Bókin »Kaj« við undir-
heitinum »ein dokumentar-
isk ævisøga« er stór. Fyllir
470 blaðsíður, og hon fæst í
sølubúðum kring landið
fyri 399,- krónur.
Kaj
eitt stórverk við lýtum