Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 • fríggjadagur • 18. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Líkist bronsuuppgerð Tað er støðan, tá Neistin leygardagin vitjar á Giljanesi. Í hinum trimum dyst- unum tykist favoritt- leikluturin at vera hampuliga greiður HONDBÓLTUR Jákup Mørk Seinasta umfarið hesumeg- in jól er á skránni í Sunset- kappingini í hondbólti. Mest spennandi uppgerðin tykist vera á Giljanesi, har Neistin kemur á vitjan hjá Søljuni. Størsta partin av árinum hevur støðan verið tann, at hesi bæði liðini hava stríðst um triðja plássið. Ein dystur, sum Neistin í fyrsta umfari vann, tá tær vunnu heima- dystin á Søljuni, men nú er so útidysturin á skránni. Í hinum trimum dystun- um tykjast favoritt-leiklut- irnir at vera nakað greiðari. Tað man neyvan vera nakar ivi um, at VB og Stjørnan eru risa-favorittar, tá tey skulu royna seg móti botn- liðunum báðum, Tjaldri og Kyndli. Seinasti dysturin er á Skála, har VÍF kemur á vitjan hjá StÍF. Higartil í ár hevur VÍF greitt verið við yvirlutan teirra millum, men skal StÍF sleppa sær nakran veg uppeftir, so er tað helst fyrst og fremst móti vestmenningum, at tær hava møguleikan til tess. Dráttur var nær við at taka stigini í Trongis- vági. Nú vitjar odda- liðið á Giljanesi í seinasta umfarinum av grundspælinum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað er uttan iva mest spennandi uppgerðin í bestu kvinnudeildini í flog- bólti um vikuskiftið. TB hevur fyri fáum vik- um síðani við sigri á Mjølni bart seg heilt upp undir liðina á oddaliðnum, sum annars ikki tóktist vera at taka. Ávegis hevur TB tó havt tað trupult í nøkrum dyst- um, og onga ferðina so trupult, sum tær høvdu tað á heimavølli móti Drátti. Ta ferðina var Dráttur á odda 2-0 í settum, men TB fekk tó strítt seg upp, soleiðis at stigini vórðu fingin til høldar. So er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út, nú øvuti dysturin stendur á skránni. Dráttur hava í ár sýnt sera óstøðug avrik, men er lagið gott, so fara tær heilt víst at geva TB eina skarpan gang. Favorittar Tað hevði Mjølnir helst einki havt ímóti, tí ivaleyst vildi tað inniborið, at klaksvíkskvinnurnar aftur kunnu standa einsammalar á ovastu rók, tá grund- spælið er av. Sjálvar fara tær á vitjan í Hoyvíkarhøllini, og lítið er at ivast í, at Mjølnir eru favorittar til hendan dystin. Eisini hóast tær ikki hava sýnt so framúrskarandi av- rik seinastu tíðina. Seinasti dysturin er sunnudagin, tá ÍF og SÍ skulu dystast. Enn hevur SÍ ikki fingið nakað stig til høldar, og tí er einki at ivast í, at ÍF ætlar sær stigini. Serstakliga um tær skulu gera álvara av ætlanunum um at leggja seg út í stríðið um bronsukrónurnar. Hjá monnunum er ein dystur eftir at leika, áðrenn farið verður í vetrarfrí. Hann verður mikudagin millum ÍF og SÍ. TB á lúmskari uppgávu v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 9 9 - 0 - 0 243 181 62 18 2 VB 9 8 - 0 - 1 269 179 90 16 3 Neistin 10 7 - 0 - 3 297 215 82 14 4 Søljan 10 6 - 0 - 4 295 237 58 12 5 VÍF 10 5 - 0 - 5 242 224 18 10 6 StÍF 9 1 - 1 - 7 190 237 -47 3 7 Kyndil 10 1 - 1 - 8 180 288 -108 3 8 Tjaldur 9 0 - 0 - 9 164 319 -155 0 Flogbóltur Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 9 8 - 1 25 7 18 16 2 TB 9 8 - 1 24 8 16 16 3 Dráttur 9 4 - 5 19 17 2 8 4 KÍF 9 4 - 5 13 18 -5 8 5 ÍF 9 3 - 6 11 18 -7 6 6 SÍ 9 0 - 9 3 27 -24 0 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset kappingin dagur kl dystur dómarar 18.12 14.30 Kyndil-Stjørnan Hartvig Joensen & Pole Hansen 18.12 15.00 StÍF-VÍF Heri Petersen & Brandur Johansen 18.12 15.00 VB-Tjaldur Kristian Johansen & Sámal Hansen 18.12 16.30 Søljan-Neistin Kári Hansen & Dánjal Hansen Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 18.12 13.00 Dráttur-TB SÍ 18.12 14.00 KÍF-Mjølnir ÍF 19.12 14.00 ÍF-SÍ Mjølnir Tað eydnaðist Neistanum at vinna dystin í Havn móti Søljuni. Nú skulu tær royna seg á útivølli í tí, sum líkist eini uppgerð um bronsuna Føroyski landsliðs- framherjin Andrew av Fløtum undir- skrivaði í gjáramorg- unin undir ein nýggj- an sáttmála við Fremad Amager ÚTISETAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tíðliga fríggjamorgunin skrivaði føroyski landsliðs- framherjin Andrew av Fløt- um undir ein nýggjan eitt- ára sáttmála við Fremad Amager. Gamli sáttmálin hjá Andrew gekk út 1. des- embur, og nýggi sáttmálin er tí galdandi frá tí degi og eitt ár fram. Venjarin vildi hava Andrew at halda fram Tað er Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Andrew av Fløtum, sum vegna før- oyska leikaran hevur sam- ráðst við Fremad Amager um nýggja sáttmálan hjá Andrew. Hann sigur, at tað var eitt ynski hjá venjaran- um hjá Fremad Amager, Benny Johansen, at Andr- ew skuldi halda fram í fel- agnum. Harvið er Andrew tann einasti av teimum trimum føroyingunum sum fyri góðum ári síðani fóru til Fremad Amager at royna seg um yrkisleikara, ið heldur fram í felagnum komandi ár, eftir at bæði Jann Ingi Petersen og Hjal- grím Elttør hava valt at koma aftur til Føroya. Við nýggja sáttmálanum hjá Andrew sær tað nú eis- ini út til, at talan vónandi verður um eina føroyska uppgerð í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini, tá ið Fremad Amager skal dystast við Toda Jónsson og FC Keypmannahavn í Parkini komandi vár. Andrew longt við Fremad Amager