Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Bøndur skulu ikki hava ognarrætt til føroysku náttúruna. Og sum heild skulu fólk hava rætt til at ganga í haganum – og tað skulu tey hava rætt til uttan at rinda fyri tað. Tað sigur Helgi Abra­ham­sen, lands­ stýris­maður í land­ búnað­arm­álum og í ferða­vinnumálum. Hesi seinastu árini er talið á ferðafólki í Før­ oyum økt munandi, og fleiri staðni hevur tað elvt til stríð og ósemjur við bøndur kring landið, sum føla seg rendar um koll av ferðafólki. Og á ávísum støðum verður eru so nógv ferða­ fólk, at alt verður traðkað niður, so at tað ikki er gang­andi og fuglurin verður so illa órógvaður, at hann rýmir. Undanfarna samgonga setti sær fyri at gera reglur fyri, hvussu ferða­ vinnan skuldi skipast, men tað kom einki burtur úr. Hendan samgongan hevur eisini sett sær fyri at fáa viðurskiftini í eina trygga legu og síðani hevur Helgi Abrahamsen arbeitt við tí. Leygardagin var land­ búnað­ar­stevna í Klaks­ vík og har avdúkaði hann, fyri fyrstu ferð, hvus­su hann hugsar sær, at viðurskiftini við ferðavinnuni og land­ búnaðinum, skulu skip­ ast. Men hann læt kortini tann ventilin standa opn­ an, at vísti á, at tá ið sam­ anum kemur, er tað Løg­ tingið, sum hevur evsta orðið at siga. Eingin fer at rópa hurrá Helgi Abrahamsen er sannførdur um, at okkurt má gerast, annars verður tað ein heilt galin endi, tí talið á ferðafólki økist alsamt. Men hann heldur eisini, at eingin fer at rópa hurrá fyri teirri skipan­ini, sum fer at verða verður sett í verk. Hann væntar nevniliga ikki, at bøndurnir fara at vera heilt nøgdir við skipan­ina, men hann væntar heldur ikki, at ferða­vinna, og ferðafólk, fara at vera nøgd. –  Áhugamálini eru nógv, bæði bøndur, ferða­ fólk, gongufólk, bygdar­ fólk og tey, sum fáast við náttúruvernd, so tað verður ómøguligt at finna eina loysn, sum øll verða fullnøgd við, sigur Helgi Abrahamsen Men endamálið er at finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva við, leggur hann afturat. Hann heldur, at enda­málið má verða at finna eina skipan, har lagt verður upp fyri, at ferða­vinnan skal kunna mennast, men sum bøndur­nir eisini kunna liva. Fólkið eigur náttúruna Landsstýrismaðurin ásan­n­ar, at tað eru jarðar­ eiga­r­ar­nir og Landið, sum eiga hagarnar. Men hvør eigur náttúruna, spyr lands­ stýris­maðurin, er tað bónd­in, er tað Landið, ella er tað fólkið, sum eigur náttúruna? Sjálvur er hann púra sannførdur um, at tað skal vera fólkið, sum hevur rættin til náttúruna og at tað skal ikki bera til at útihýsa fólki frá náttúruni. Og sum heild skal tað vera ókeypis hjá fólki at ganga í haganum. Í hvussu so er heldur hann, at tað er semja um, at í hvussu so er skal tað vera ókeypis hjá føroyingum at fara í hagan. Og hann heldur, at hevur ein føroyingur fingið útlendska vitjan, skal tað eisini bera til hjá teim­um at fara ein túr í hagan við teimum, uttan at rinda fyri tað. Tað skal heldur ikki vera nakað í vegin fyri, at skúlaklassar, barna­garð­ ar, og aðrir bólkar, fara í hagan. – Í roynd og veru rinda fólk ikki fyri gongu­túrin, tey rinda fyri náttúru­ upp­livilsi, sigur Helgi Abrahamsen. Tí heldur hann ikki, at vit skulu hava gjalds­ port­ur við ymisk náttúru­ vøkur pláss heldur hann. Og hann heldur eisini, at sum heild skal tað ikki vera loyvt at krevja gjald frá fólki, uttan at tey fáa eina tænastu aftur fyri. Og tey gjøldini, sum verða tikin, skuldu standa mát við íløguna og tænastuna, tey fáa. – Fólk skulu hava rætt til náttúruna, men tey skulu kortini ikki vera til ampa, staðfestir lands­ stýrismaðurin. Gongurættur við avmarkingum Helgi Abrahamsen sig­ ur, at ætlanin er at skilja ímillum jørðina innan­ garðs og jørðina uttan­ garðs og ætlanin er eisini at skilja ímillum vinnu­ liga ferðavinnu, og so tey, sum bara fara ein túr í hagan. – Fólk skulu ikki hava rætt til ganga ígjøgnum bøin, men tey skulu hava rætt til at fara í hagan. Men hann heldur eisini, at tað er neyðugt at gera eina serliga skip­ an fyri ta vinnuligu ferða­ vinnu­na. Í sambandi við vin­nu­ liga ferðavinnu held­ur hann, at tað skal bera til at seta ymsar av­mark­ ingar í verk- Tað skal bera til steingja hagar í av­mark­ aða tíð, tá ið bøndur eru á fjalli og í harutíðini. Tað skal eisini bera til at steingja hagar ávísar viku­dagar, og ávísar klokku­tíðir, soleiðis, at eingin vinnulig ferða­ vinna skal verða loyvt eftir klokkan sjey á kvøldi, fyri at nevna eitt dømi. Somuleiði skal tað bera til at avmarka atgongdina til pláss, har tað er ringt at fara, og ringt at ganga ganga, tí tað er neyðugt at hugsa um trygdina, eins og tað er neyðugt at hugsa um landbúnaðin. Lítla Dímun er eitt pláss, hann hugsar um í slíkum føri. Helgi Abrahamsen heldur, at somuleiðis skal bera til at friða øki, har náttúran er serliga við­brekin. Men tá ið hann hugsar um, at fólk skulu hava rætt til at ganga í haga­ num, sigur hann, at tað skal ikki bara vera loyvt at ganga eftir bygda­ gøtum. – Bygdagøtur eru lagd­ ar eftir stytstu leið ímill­ um tvær bygdir. Men tað er ikki har, fólk tíma at ganga. Tey, sum fara í hagan, vilja hava útsýnið og tí kann ein máti vera at gera nýggjar gøtur til náttúruvøkur pláss Á ávísum støðum skal tað bara bera til at fara við ferðaleiðara fyri trygd­ina og fyri at verja økið. – Tað eru summi støð, sum eru so viðbrekin, og sum eru so vandamikil, at vit eiga ikki at sleppa ferða­fólki í hagan uttan at tey hava ferðaleiðara við, sigur Helgi Abrahamsen. Hvør skal hava rættin? Helgi Abrahamsen sigur, at ein av truplu spurn­ing­ un­um er, hvør skal hava rætt til at náttúr­upp­ livilsini í einum øki. FERÐAVINNA OG LANDÚNAÐUR Men gera vit einki, verður tað ein galin endi, sigur Helgi Abrahamsen, lands­ stýrismaður í landbúnaðarmálum og ferðavinnumálum Tað skal vera fólkið, sum hevur rættin til náttúruna og at tað skal ikki bera til at útihýsa fólki frá náttúruni Á ávísum støðum skal tað bara bera til at fara við ferðaleiðara EINGIN FER AT EINGIN FER AT RÓPA RÓPA HURRÁ HURRÁ FYRI ÚRSLITINUM FYRI ÚRSLITINUM