Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 TÍÐINDI Er tað jarðareigarin, sum skal geva loyvi til, at ferðavinna er í hans­ ara haga, ella skulu ferða­ vinnufeløg hava rætt til at brúka hagar til ferða­ vinnu, spyr lands­stýris­ maðurin. Hann sigur, at fæst semja ímillum ferða­ vinnu­na og bóndan um hetta, og um gjaldið fyri tað, er tað sjálvsagt tað besta. – Tað merkir, at bóndin kann sjálvur skipa fyri ferða­vinnu í haganum, ella hann kann útveita tað til onkran annan at skipa fyri. Men spurningurin er so, hvat vit gera, tá ið part­ar­nir ikki verða samd­ir, og tað er støða ikki tikin til, sigur Helgi Abra­ham­sen. – Spurningurin er, hvat vit gera, tá ið bóndin ikki vil hava ferðafólk yvir­ høvur í sínum haga, sigur landsstýrismaðurin. Ein spurningur um endurgjald Heri Müller, bóndi í Kví­ vík reisti ein spurning, eing­in hevur hugsað um í hesum sambandi, og tað er spurningurin um endur­gjald fyri skaða. Hann sær fyri sær, at fólk fara ein túr í hansara haga, men at ein veðrur, ella ein tarvur loypir á og meiðslar tey. Hvør skal so hava ábyrg­dina, spurdi hann. Kunnu vit koma í ta støðu, at ein bóndi verður noyddur at rinda fólki, sum eru farin í hagan, endur­gjald, skuldi tað hent, at ein veðrur, ella ein tarvur loypir á, og meiðsl­ar tey, spurdi hann. Tað var ein spurningur, hann vildi hava greiði á, og Helgi Abrhamsen heldur, at hetta er avgjørt ein viðkomandi spurningur, sum eisini eigur at verða tikin upp í hesum sambandi. Galdandi næsta summar Helgi Abrahamsen sigur, at miðað verður eftir at leggja lógina fyri Løg­ tingið eftir ólavøku, so at tað kann verða samtykt í heyst. –  Tað er ov seint at seta nakað í gildið til í summar, men næsta summar er endamálið, at farast skal fram eftir nýggju reglunum og enda­málið er, at tey, sum fáast við ferðavinnu, skulu fáa tað at vita í góð­ ari tíð í heyst, sigur hann. Kunnu vit koma í ta støðu, at ein bóndi verður noyddur at rinda fólki, sum eru farin í hagan, endurgjald SKAL VERA ÓKEYPIS Fólkið skal hava rætt til at njóta føroysku nátturna, og tað skulu tey hava rætt til, uttan at noyðast at rinda fyri tað, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður. Men hann sigur, at greiður skilnaður skal gerast ímillum vinnuliga ferðavinnu og privatfólk, sum fara ein túr í hagan. Her situr landsstýrismaðurin fremst á myndini á Landbúnaðarstevnu í Klaksvík leygardagin