Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Fyri at tryggja eitt so greitt og gjøgnumskygt lógar­verk sum gjørligt er um­ráðandi, at óneyðug og óviðkomandi lóggáva verður sett úr gildi. Í hesum føri er talan um, at nýggj føroysk lóg­ gáva er komin í staðin fyri gamla danska lóg­ gávu, eins og talan er um lóg­gávu, sum hevur rokk­ið sínum endamáli og tí ikki er viðkomandi longur. Talan er í hesum føri um tvær gamlar danskar lóg­ir. Onnur snýr seg um eina lóg frá 1892 um Øddelæggelse af Ravnens yngel og hin um Heste­ avlens fremme på Fær­ øerne frá 1931. Ein triðja lóg verður eisini sett úr gildi. Tal­ an er um lógina, sum gevur rætt til at brúka gjór í víndaligum kann­ ing­um, men hendan lóg­ in, sum eisini hevði til endamáls at forða fyri at dýr verða pínd óneyð­ugt, er nú avloyst av djóra­væl­ ferðarlógini. Lógin ásetur reglur fyri, nær loyvt er at gera royndir við djórum, um roynd­ir­nar hava við sær pínu fyri djórið. Somu­ leiðis er ásett, at slíkar roynd­ir bert kunnu gerast av tí, ið hevur fingið loyvi frá danska løg­mála­ráðharranum til tess. Hesi viðurskifti eru nú ásett í § 10 í djóra­væl­ ferðarlógini Heimildin hjá danska løgmálaráðharranum í Lov om Vivisektioner er sambært djóra­væl­ferðar­ lógini hjá lands­djóra­ lækn­anum. Mett verður tískil, at lógin kann verða sett úr gildi. Útrudda ravnin Lógin um at oyðileggja og drepa egg og ungar hjá ravni, hevur álagt før­ oy­ingum eina skyldu at fyribeina hesum rovfulgi. Jaarðaeigarar og jarða­ brúkara skuldu fylgja lógini og á grannastenu í bygdunum skuldi ein eftir­litsmaður veljast 3.hvørt ár. Uttangarðs skulu seyða­menn ansa eftir, um ravnur er í haganum ella grannahøgum, og skulu boða viðkomandi eftir­ lits­manni frá, um so er. Stig verða síðani tikin til at oyða ravnsins yngul. Lógin um ravnin hevur ikki verið brúkt í nógv ár og tí verður mett, at hon kann setast úr gildi eftir meginreglunum um, at hon missir sítt rættar­ virði. Eitt sum kann leggjast afturat er, at nú á døgum er loyvt at skjóta ravn alt árið. Hestalógin Ein onnur lóg, sum skotið verður upp at avtaka, er lógin um Hesteavlens fremme på Færøerne. Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne áleggur teimum, ið eiga ógeldar hestar (greð­ ing­ar), at sýna teir fram á hestasýning, har Hingste­bedømmelses­ kommissionen skal taka støðu til, um alast skal undan hestinum. Nevnda kommissión skal eisini gera av, hvussu nógvir greðingar kunnu havast í hvørjum av teimum 10 økjunum, sum Føroyar í hesum sambandi eru býttar sundur í. Lógin hevur ikki verið brúkt í longri tíð, og metast má tí, at lógin kann verða sett úr gildi eftir meginregluni um, at lóg missir rættarvirði, tí hon ikki verður brúkt. Tað er lands­stýris­ maðurin við vinnu­ málum, Helgi Abra­ham­ sen, sum hevur lagt upp­skot um at avtaka hesar tríggju gomlu donsku lógirnar. Høvuðsendamálið við at avtakla lógirnar eru at gera lógarverkið greiðari. Í tey seinastu mongu árini er eitt ótal av nýggjum lóg­ um samtyktar, men tað hevur knípt við at avtikioð gamlar ógir, sum ofta í veruleikanum ikki verða brúktar. Hetta kann vera tí, at samfelagið er broytt so nógv, men tað kann eisini vera tí, at nýggjar lóg­ir eru smíðaðar, sum hava mestsum yvirtikið virkis­økið hjá teimum gomlu lógunum. Uppskotini um at avtaka hesar tríggjar gomlu lógirnar fáa 1. við­ gerð í tinginum á ting­ fundi í morgin. Løgtingið setir nú tær gomlu lógirnar úr gildi Umframt at seta lógir í gildi, so skal Løggtingið eisini avtaka lógir, sum ikki longur gera nyttu ella hava uppfylt sítt endamál Mú skal lógin um Hesteavlens fremme avtakast Sjálvt um lógin at oyða ravn verður avtikin, so er rovfuglurin ikki friðaður, tí ravnur kann skjótast alt árið Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fram um at avtaka tríggjar gamlar lógir