Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Hetta er einki minni enn ein sorgarleikur fyri før­ oyskar sjúklingar, sum verða sendir til serviðger í Keypmannahavn. Tað sigur Ruth Laksá­ foss í Klaksvík, sum hevur havt sína regluligu gongd á sjúkligahotellinum, Tórs­havn, í meiri enn eitt ár. Tað hon sipar til, er, at nú skal busskoyringin við føroyskum sjúklingum, sum verða sendir til Keyp­mannahavnar, bjóð­ ast út ímillum dansk­ar veitarar fyri at fáa koyr­ ingina so bíliga sum gjør­ ligt. Her er talan um koyr­ ingina ímillum flogvøllin í Kastrup og hotellið, og koyringina ímillum hotellið og sjúkrahúsini. Tað hevur alt at siga Ruth Laksáfoss sigur, at seinast, hon var á sjúk­ linga­hotellinum, var ný­ liga, og hon sigur, at tað var heilt ótrúligt, sum hesi tíðindi fyltu nógv hjá sjúklingum og av­varð­ andi. Summi vóru kedd og onnur vóru óð, tí tey halda, at fyri tey hevur tað alt at siga, at tað er ein fryntlig føroysk rødd, sum stendur fyri teimum á flogvøllinum. –  Sjúklingar og av­ varðandi verða ynskt væl­aftur­komin, og summi fáa eitt klemm. Og er tað onkur, sum er vilstur á flogvøllinum, ring­ir bussførarin til tey og vegleiðir teimum - og hann fer ongan veg fyrr enn øll eru fingin upp í bussin, sigur Ruth Laksá­ foss. Og á túrinum verður prátað um leys og fast við bussføraran –  á før­ oyskum. Bussførararnir eru so óvanliga fittir og lagaligir og tað hendir seg meiri enn so, at teir veita sjúk­ lingum tænastur, teir í roynd og veru ikki hava skyldu til at veita, eitt nú at bíða eftir fólki, og at koma eftir fólki, sum eru í villarreiði um, hvussu tey sleppa fram. Tað eru sovornar eykatænastur teir gera fyri okkum - men fáa vit danskar bussførarar, skulu vit gloyma alt um tað, sigur Ruth Laksáfoss. –  Tað eru fleiri sjúklingar og avvarðandi sum siga, at ein føroysk móttøka á flogvøllinum tók broddin av tí angist og stúran, sum tey høvdu tá tey fóru heimanífrá, sigur hon. Bara brúk fyri kær­ leika og umsorgan Ruth Laksáfoss heldur, at hesin bólkurin, sum er ein tann veikasti og við­ breknasti av øllum, hevur bara brúk fyri kær­leika, umsorgan og undan­ vindi allan vegin. Og ein týðandi partur av hesum er, at tað er so heimligt, sum gjørligt. –  Tað eru nógv eldri fólk, sum verða send til Keyp­mannahavnar í sjúkra­ørindum. Summi av teimum eru ikki serliga von at ferðast og fleiri av teim­um eru heldur ikki ser­liga stinn í donskum. – Eg síggi fyri mær, at skulu tey, afturat sjúkuni tey hava at dragast við, fáa ein bussførara, sum bara dugir danskt, verða tað mong, sum fara at detta niður ímillum, sigur Ruth Laksáfoss – Tí er tað óskiljandi, og ein stórur sorgarleikur, at busskoyringin nú fer á danskar hendur, leggur hon afturat. Tí heitir hon staðiliga á politiska valdið í Før­ oyum um at vera so í bandi, at hugsa um henda við­brekna bólkin og at geva teimum so heimligar um­støður sum gjørligt í teirri ringu støðu, tey mangan eru í. Frálíkt hugskot Í hesum sambandi hevur eitt hugskot verið at gjørt busskoyringina til ein fastan part av hotellinum, so at bussførararnir eru starvsfólk á hotellinum, tí so slepst undan kravi­ num um at bjóða koyr­ ing­ina út. Ruth Laksáfoss heldur, at hetta er eitt frálíkt hug­skot, sum eigur at vera í verk. Hon heldur eisini, at teir sjálvbodnu buss­før­ ar­arnir, sum koyra út­ ferðir við sjúklingum og avvarðandi, eru gull verd­ ir, og áttu at fingið eina viðurkenning frá politik­ arunum. –  Tað eru fimm buss­ før­arar, sum brúka sína frítíð at koyra runt við sjúklingum og av­varð­ andi, so tað kann ikki metast nóg høgt, heldur hon. Hon sigur, at oftani bjóða fólki teimum peng­ ing, men tað vilja teir ikki hoyra talan um, tí teir koyra heldur peningin í bússuna til at halda bussin fyri. Tað eydnaðist ikki at fáa eina við­merk­ing frá Kaj Leo Holm Johanne­ sen, lands­stýris­manní heilsu­málum, til blaðið hesa ferð. Hetta er einki minni enn ein sorgarleikur ERU KEDD OG ÓÐ Føroyskir sjúklingar, sum eru í Keypmannahavn til viðgerar, eru bæði keddir og óðir, nú vandi er fyri at tann føroyska bussførarin, sum hevur alt at siga fyri tey Sjúklingar og avvarðandi verða ynskt vælafturkomin, og summi fáa eitt klemm Fáa vit danskar bussførarar, skulu vit gloyma alt um tað­væl­ aftur­kom­in, og summi fáa eitt klemm TEKUR BRODDIN Tað eru fleiri sjúklingar og avvarðandi sum siga, at tað tók broddin av tí angist og stúran, sum tey høvdu tá ið ein føroyskur bussførari tók ímóti teimum í Kastrup