mánadagur 17. februar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinastu dagarnar hevur
áin, sum rennur oman
úr Sandsvatni, floymt
langt upp um áarbakkan.
Koyrandi
hevur
ikki
verið í vanligum bili eftir
vegnum, sum gongur
fram við ánni og oman á
Mølheyggjar.
Hetta er eitt fyribrigdi,
sum hendir nakrar ferðir
um árið. At siga, at hetta
er eitt serstakt fyribrigdi,
er neyvan heilt rætt, tá
hetta hendir við jøvnum
millumbilum.
Orsøkin til, at áin
soleiðis fer um áarbakk
an, er, at tað typpist niðri
við áarmunnan, har áin
rennur út í ósan.
Sandur legst fyri, og
nakrar ferðir um árið
noyðist kommunan at
biðja mann fara oman
við gravkúgv at lata áar
munnan uppaftur. So
leiðis hevur verið nakrar
ferðir í vetur.
Men, so stór og víð,
sum áin oman úr Sands
vatni var um vikuskiftið,
er hon ikki ofta. Áin
floymdi nevniliga um
eitt rættiliga vítt øki, og
vatnið lá heilt niðan móti
Eystanvegnum.
Sunnudagin tóku vit
nakrar myndir, harav
tvær her eru viðheftar.
Hetta er eitt
fyribrigdi, sum
hendir nakrar
ferðir um árið
Gongd í haga: - Myndugleikarnir arbeiða við
reglugerð fyri gongd í haga, men meðan vit
bíða, koma alsamt fleiri nýggj gjøld, nýggjar
skipanir og boð upp á nýggjar loysnir, skrivar
www.industry.fo í dag
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin
hevði
Reiðarafelagið
fyri
Handilsskip
(RFH)
aðalfund. Fyri vali stóðu
Hentzar Steingrímsson,
Bogi P. Nielsen, Sjúrður
Johansen
og
Jónas
Sigmarsson. Teir vórðu
allir afturvaldir.
Formaðurin,
Jens
Meinhard Rasmussen,
legði ársfrágreiðingina
fram. Hann vísti á, at
áhaldandi er neyðugt
at tryggja kappingar
førið og marknaðarat
gongdina hjá føroyska
handilsflotanum
og
shippingvinnuni.
- Limirnir í Reiðara
felagnum fyri Handils
skip hava ein virknan
leiklut
í
føroyska
vinnulívinum. Knapt
1.800 starvsfólk eru
knýtt at vinnugreinini,
bæði á sjógvi og á
landi, og talan er um
eina
altjóða
vinnu,
sum er knýtt at altjóða
búskapinum.
Jens Meinhard Ras
mussen vísti á, at hetta
styrkir føroyska bú
skapin við at javna út
konjunktursveiggj við
størri fjølbroytni í inn
tøkum og virksemi í
landinum.
Lesið
meira
á
industry.fo
Fríggjadagin var
Fagraberg á Fuglafirði við
300 tonsum av makreli, sum
teir landaðu til Pelagos. Tað
veit Facebook-síðan, Tíðindi
úr Fuglafirði, at siga.
Styrkir búskapin
400.000
fóru
millum
fingrarnar
Vilmund Jacobsen
Maðurin, sum fekk fulla
plátu í Gekka-spælinum
fríggjakvøldið, koyrdi
allan høvuðsvinningin,
sum var á 1,2 miljónir
krónur, í bláa leypin.
Í fyrsta drátti steðgaði
hjólið á 20.000 krónum,
sum faldað við fimm
hevði givið honum
100.000 krónur.
Men, tá alt er í einum
leypi, er ætlanin helst
at ganga plankan út.
Tað gjørdi maðurin eisini.
Í øðrum drátti steðgaði
hjólið á gula leypinum.
Í triðja drátti steðgaði
hjólið á 10.000 krónum,
sum gjørdist vinningurin
fríggjakvøldið.
- 10.000 krónur er eisini
pengar, segði maðurin
og takkaði fyri.
Tá áin floymir langt
upp um áarbakkan
- Tað er neyðugt at
tryggja kappingarføri og
marknaðaratgongd, sigur
Jens Meinhard Rasmussen