Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD UNGIR FØROYINGAR TELVA Í DANMARK Pætur Albinus BOKSING Komandi vikuskifti fara seks føroyskir boksarar til Danmarkar at kappast, har tríggir teirra skulu í ein veru­ liga­n boksidyst sum sokallaðir amatørar. Solveig Arge, sum er fyrsti skrásetti kvinnuligi amatørboksari í Føroyum, skal boksa ímóti einari úr Slagelse, sum hevur boksað seks dystir og vunnið tveir teirra. Levi Hammer skal boksa ímóti ein­ um úr Hvidovre, meðan Benja­ min Baadsager skal boksa ímóti einum úr Korsør. - Vit fara eftir trimum sigrum, sigur høvuðsvenjarin í Tórshavn Boksing, Martin Meng. Tríggir aðrir føroyingar skulu boksa sokallaðar diplom­ dystir, har teir fáa stigameting frá dómarum eftir teknikki. Hesir tríggir eru Teitur Jákups­ son, Jonathan Malaikev og yngsti boksarin í felagnum, 10 ára gamli Nóa Tummas Jacobsen. FLOGBÓLTUR Tveir dystir hava verið í meistaradeildini hjá kvinnum. Oddaliðið, Mjølnir, var á vitjan hjá TB í Trongisvági, og har góvu heimakvinnurnar teim­ um skarpan gang. TB vann fyrsta sett 25-23, men Mjølnir kom tó aftur á slóðina og vann trý tey næstu settini 25-22, 25- 20 og 25-20. Mjølnir vann harvið dystin 3-1 og økir í oddanum av meistaradeildini. Mjølnir økti um leiðsluna tí at nærmasti eltari teirra, KÍF, snávaði á heimavølli ímóti SÍ. Unga SÍ-liðið hevur hug at spæla seg uppeftir og vann hesaferð 3-2 í Kollafirði. Talan var um eitt comeback, tí KÍF var á odda 2-0 eftir at tær vunnu tey bæði fyrstu settini greitt 25-17 og 25-18, men so fór at ganga betur hjá SÍ, sum við 25-21 og 25-22 javnaðu til 2-2 áðrenn tær vunnu fimta og avgerandi sett 15-12. SÍ er einasta lið, sum hevur megnað at koppða suverana Mjølnir í ár. Hetta var 4. januar, tá ið tær vunnu 3-1 í Klaksvík. SÍ er nummar fýra, men einans fýra stig aftanfyri nummar tvey, sum er KÍF, ið eisini hevur spælt ein dyst meira. Ein dystur hevur verið í meistara­deildini hjá monnum hetta vikuskiftið, og hann var í Sørvági ímillum SÍ og ÍF. Nýklaktu steypafinalistarnir úr SÍ vóru á odda bæði 1-0 og 2-1 í settum, men teir fingu tó ikki hálað sigurin í land. ÍF vann nevniliga dystin 3-2. Sett­úrslitini vóru 31-29, 18-25, 25-21, 19-25, 11-15. Við sigrinum hálar ÍF eitt vet inn á ÍF, sum tó framvegis er rímiliga trygt á 2. plássi. Sjey stig skilja liðini. Fleyr er aftast, tó einans eitt stig aftanfyri ÍF. Mjølnir siglir sín egna sjógv og er 11 stig frammanfyri SÍ. HONDBÓLTUR Eftir eina vánaliga byrjan og stórtapi í fyrsta dystinum í EHF Cup, so fótaðu Bjerring­ bro-Silkeborg og Jóhan á Plógv Hansen sær aftur, tá ið teir í gjár vunnu 32-29 á útivølli ímóti Gwardia Opole úr Póllandi. Støðan í hálv­leiks­ steðginum var 20-12 til danska liðið. Jóhan skeyt seks mál, trý við brotskøstum. Hann er nú nummar trý á topp­ skjúttalistanum í EHF Cup við 28 málum í fýra dystum. Bjerring­bro-Silkeborg hevur tvey stig eftir fyrstu tveir dystirnar í bólkaspælinum og skal næstuferð spæla ímóti týska MT Melsungen. Tann dyst­urin verður nú mikudagin kl.17.45. SVIMJING Ægir Open hevur verið í Klaks­ vík um vikuskiftið, og har setti Rókur Trygvason úr júst ægir nýtt føroyskt met. Tað gjørdi hann í 50 metra frísvimjing, har hann svam teinin við tíðini 22.94. Hann gjørdist harvið eisini fyrsti føroyingur undir 23 sekund á hesum teininum, skrivar svimjing.com. TALV Føroyska ungdómslandsliðið telvar í hesum døgum í norður­ lendskari kapping fyri skúla­ ung­dóm í danska býnum Fredericia, har teir ikki løgdu serliga væl fyri fríggjadagin við ikki at fáa nakran sigur í hús. Betur gekst leygardagin, tá ið 5,5 føroysk stig komu í hús. Teir, sum vunnu stigini, vóru Luitjen Aksels­son Apol, Jón í Horni Niel­sen, Elias Petersen, Petur Gardar Magnus­sen og Brestir Samuel­ sen. Føroyingarnir kappaðust síðstu tvey umførini í gjár, og tá vóru aftur nøkur føroysk stig fingið til høldar. Føroyingurin, sum fekk besta úrslitið, var Luitjen Akselsson Apol, sum bleiv nummar sjey av teimum 13 í sínum bólki. Elias Petersen (mynd: faroechess.com) Luitjen Akselsson Apol var fremsti føroyingurin í norðurlendskari ungdómskapping í talvi. Her heima hevur Ægir Open verið í svimjing, og har setti Rókur Trygvason nýtt føroyskt met