mánadagur 17. februar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Nýggja
kappingarárið
er
bara tríggjar vikur burtur.
Hetta
vikuskiftið
verður
kapping í Klaksvík, annað
vikiskifti hittast KÍ og HB í
stórsteypadystinum, og um
tríggjar vikur verður fyrsta
umfar í landskappingini.
Í fyrsta umfari sær skráin
soleiðis út: KÍ – B36, EB/
Streymur – HB, Víkingur –
ÍF, NSÍ – Skála og AB – TB.
Hetta verður fyrsta ferðin
hjá TB norðurum. HB fer
fríggjadagin suður til Vágs á
venjingarlegu. Rundað verður
av í Suðuroy sunnudagin, tá
ið venjingardystur verður í
Trongisvági ímóti TB.
Leygardagin
spældi
HB
finalu ímóti Víkingi í VFF kapp
ingini. Úrslitið var, at HB vann
3-1 á Tórsvølli. Hálvleiksstøðan
var 2-1. Málini í fyrra hálvleiki
vórðu øll skorað síðstu lítlu
løtuna undan steðginum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
staðfesti HB 3-1 sigurin.
Merkisvert var tað, at Adrian
Justinussen skoraði hattrikk.
Hann var meistari fyri øllum
trimum HB málunum, og í
øllum førum var talan um skot
úr stórari fjarstøðu. Í tveimum
førum var tað við beinleiðis frí
sparki, og í einum føri var tað
við rimmar langskoti.
Tvey
tey
seinastu
árini
hevur úrtøkan hjá HB verið
ikki so lítið knýtt at, hvussu
tað hevur ligið fyri hjá Adrian,
tá ið hann hevur roynt seg við
fríspørkum og langskotum.
Í fyrra árið varð alt gull, sum
hann fór undir, og HB vann FM
við metnógvum stigum.
Aftur í fjør lá tað væl fyri,
men ikki heilt so væl, sum
tað gjørdi í fyrra árið. Adrian
átti stóran leiklut, og eitt nú
skoraði hann fyrsta málið í
steypafinaluni, sum HB vann
3-1 ímóti Víkingi, sum aftur
leygardagin legði rygg til 3-1
tap. Hesa ferð var tað í VFF
finaluni.
Sum fleiri av hinum, ið
skora nógv mál, so er Adrian
ikki maðurin, sum leggur í at
gera so nógv burturúr sínum
avrikum. Hann roynir altíð at
hava fokus á avrikinum hjá
liðinum.
-Vit
fóru
undir
fyri
reikingarnar til nýggja
kappingárið 3. desember.
Síðani tá hava vit vant
fimm ferðir um vikuna.
Umframt hesar fimm
venjingarnar,
hava
vit tríggjar ferðir um
vikuna havt styrkis
venjingar.
Klokkan
seks týsmorgnar og
eftir
venjingarnar
mikukvøld
og
hóskvøld. Longu eftir
ársskiftið kendi eg meg
vera í góðari venjing, og
nú hevur dystarvenjingin
hjálpt væl, sigur Adrian
Justinussen.
Og liðið sær út til at hava
funnið stevið?
-Tað er ein fyrimunur, at tað
ikki eru so nógvir á liðnum,
ið ikki hava verið í felagnum
áður, og teir báðir heilt nýggju
spælararnir hava funnið væl
saman við hinum á liðnum,
sigur Adrian Justinussen.
Leygardagin
var
HB
í
finaluni í VFF kappingini ímóti
Víkingi soleiðis mannað: Teitur
Matras Gestsson – Jógvan
Rói Davidsen, Bartal Ward
um, Heðin Hansen, Daniel
Johansen – Mikkel Frankoch,
Mathias Nygaard – Pætur
Petersen, Dan í Soylu, Adrian
Justinussen – Øssur Dalbúð.
Sammett við bulin á liðnum í
fjør vóru fleiri nýggir spælarar
á liðnum – Heðin Hansen,
Mikkel Frankoch, Mathias Ny
gaard og Øssur Dalbúð. Heðin
og Øssur hava áður spælt við
HB.
Ein av stóru avbjóðingunum
hjá HB er í miðverjuni, nú
Hørður Askham er langtíðar
skaddur.
Leygardagin
var
Heðin Hansen miðverji. René
S. Joensen verður roknaður
sum
møguligur
miðverji.
Hann er um at koma fyri seg
eftir langan skaðasteðg og var
leygardagin á beinkinum.
Adrian
og Víkingur
Hetta var ikki fyrsta ferðin, at
Adrian hevur skorað fleiri mál
og verið avgerandi í uppgerðum
millum HB og Víkingi. Og aftur
og aftur hevur tað verið við
langskotum.
Spurningurin er, um tað
bara vóru óføru skotini hjá
Adriani, sum vóru orsøk til
málini leygardagin, ella um
teir í Víkingi skulu endurmeta
manngarð og avrikið hjá mál
verjanum.
21 ára gamli Adrian Justinus
sen gjørdi fyri fyrstu ferð av
álvara um seg í fremstu røð í
2018, tá ið hann var toppskjútti
í bestu deildini við 20 málum.
Tað hevði stóran týdning í
veruleikanum, at HB vann FM
við metnógvum stigum.
Eitt av minnisríku avrikun
um hjá Adriani Justinussen
var sunnudagin 13. mai, tá ið
hann við tveimum rimmar
málum í Sarpugerði syrgdi fyri,
at jøvn uppgerð koppaði til
fyrimunar fyri HB, sum vann
2-1. Víkingamálið ta ferðina
skoraði
Heðin
Hansen
til
1-1.
Hann
umboðar
nú HB.
Lyklaspælarar
sótu uttanfyri
Hóast
HB
leygardagin
vann
3-1, so var talan um
tætta
uppgerð.
Stutt
áðrenn Adrian Justinus
sen miðskeiðis í seinna
hálvleiki við frísparki økti til
3-1, hevði Víkingur heilt stóran
møguleika at javna til 2-2. Ari
Olsen streyk ígjøgnum í høgru,
og Søvi Vatnhamar misnýtti í
heilt góðari støðu. Í níggju av
tíggju førum plagar Sølvi at
skora, tá ið møguleikin er so
stórur.
Víkingaliðið
var
soleiðis
mannað:
Elias
Rasmussen
– Ari Olsen, Vukasin Tomic,
Noah Mneney, Elias Lervig –
Bogi Reinert Petersen, Gunnar
Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar
– Arnbjørn Svensson, Andreas
Lava Olsen, Ingi Jonhardsson.
Ingi Jonhardsson átti síðsta
víkingafótin á bóltinum, tá ið
Víkingur javnaði til 1-1. Hann
legði innfyri úr vinstru, og
bólturin tók í ein av verju
spælarunum og fór í málið.
Atli Gregersen er framvegis
ikki førur fyri at spæla. Hann er
Avrikið leygardagin minti á tey, sum HB spælarin vísti við
gylta fótinum, tá ið tað í fyrraárið eydnaðist at vinna FM
ADRIAN SKJÝTUR
ADRIAN SKJÝTUR
VIÐ SKØRPUM
VIÐ SKØRPUM