mánadagur 17. februar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
darvaður
at
vødda
skaða
í
tjúkkanum,
sum ber við
sær, at hann
síðstu
vikur
nar
ikki
hevur
verið
førur
fyri
at venja saman við
liðfeløgunum.
Lukasz
Vieslewicz
var
heldur ikki á liðnum hjá Víkingi,
tí hann var skaðadarvaður. Tað
var sjálvandi smeitur í fram
rættaða partinum.
Miðverjin Vukasin Tomic
varð skaddur leygardagin. Tað
er óvist, nær hann verður førur
fyri at spæla aftur. At bæði
Atli og Vukasin eru darvaðir
av skaðum ber avbjóðingar í
miðverjuni við sær.
Higartil hevur 17 ára gamli
Noah Mneney verið miðverji
í øllum venjingardystunum.
Hann er sera skjótur, og tað
kemur væl við, tá ið hann er
undir liðini á Atla Gregersen
ella Vukasin Tomic. Felags fyri
teir báðar er, at teir eiga nógvar
royndir. Um hvørgin teirra er
tøkur, verður avbjóðingin hjá
Eyðuni Klakstein at manna
miðverjuna.
Tá verður Bergur Gregersen
eitt gott boð. Leygardagin av
loysti hann í seinna hálvleiki
á vinstra vongverja, har Elias
Lervig var í fyrra hálvleiki.
KÍ hevur takið á B36
Tað letur til, at klaksvíkingar
hava takið á teimum í B36.
Eftir
minnisríku
FM
finaluna í Gundadali leygar
dagin 26. oktober í fjør, tá ið
KÍ vann 3-0, hava liðini dystast
tvær ferðir, og KÍ hevur vunnið
báðar dystirnar.
30. januar vann KÍ 2-0 í
Gundadali. Leygardagin hittust
liðini á Tórsvølli í kapping um
at vinna triðja plássið í VFF
kappingini, og aftur endaðu
klaksvíkingar omaná.
Úrslitið var 2-1 til KÍ, sum
legði seg framum 1-0 í tíðini,
sum dómarin legði aftrat fyrra
hálvleiki. Málskjútti var ein av
nýggju KÍ spælarunum, sum
eitur Sebastian Avanzini.
Tepra 1-0 leiðlsan helt, inntil
tað restaði eitt korter. Tá økti
KÍ til 2-0. Málskjútti var Óli
Eyðsteinsson Poulsen, sum úr
30 metrum og mitt fyri sendi
bóltin upp í málhornið.
Óli Eyðsteinsson Poulsen
varð skiftur inn á KÍ liðið í
seinna hálvleiki. Hetta var
fyrsti dystur hjá honum á besta
KÍ liðnum síðani í fyrsta umfari
í fjør. Tá var hann so mikið illa
skaddur, at hann hevur verið
noyddur stútt og støðugt og
miðvíst at venja fyri at koma
seg aftur. Tað eru ikki meiri
enn tvær vikur síðani, at hann
aftur fór at venja á vøllinum
saman við liðfeløgunum, og í
dag spældi hann við í dysti fyri
fyrstu ferð í ellivu mánaðir.
B36 minkaði um munin til 2-1,
tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Málskjútti var innskifti Michal
Przybylski, sum er komin fyri
seg aftur, eftir at hann seinastu
vikurnar hevur verið darvaður
av sjúku.
EB/Streymur syfti
grannarnar í brotsspørkum
Tað
var
grannauppgerð
í
Gundadali, tá ið tað varð spælt
um sjeynda plássið í VFF kapp
ingini.
Skála
og
EB/Streymur
dystaðust,
og
EB/Streymur
vann 6-3 eftir brotssparks
kapping.
Tá
ið
dómarin
bríkslaði av, eftir at liðini
høvdu dystast í 90 minuttir, var
støðan 2-2.
Í
brotssparkskappingini
vóru teir í EB/Streymi púra
tryggir og umsettu allar fýra
royndirnar til mál, meðan
skálamenn misnýttu tríggjar
royndir úr ellivu metrum og
bara skoraðu eitt mál.
Eftir fyrra hálvleik var EB/
Streymur
frammanfyri
1-0.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
setti Arnbjørn Hansen hol á, og
tríggjar minuttir eftir steðgin
økti Teitur D. Olsen til 2-0.
Trettan
minuttir
undan
leikloki
minkaði
Andreas
Egeberg Jacobsen um munin,
og seks minuttir undan leikloki
javnaði Niels Pauli Danielsen
við brotssparki.
Og so var tað, at EB/Streymur
vann í brotssparkskapping.
AB vann ársins fyrsta sigur
Tað hevur ikki hilnast væl
higartil í ár hjá AB í venj
ingardystunum undan nýggju
landskappingini,
sum
tað
verður farið undir 8. mars.
Leygardagin eydnaðist tað
tó at vinna ársins fyrsta sigur.
Hann varð vunnin í VFF kapp
ingini, tá ið AB spældi ímóti
B68 um níggjunda plássið.
AB vann 1-0. Einasta málið
skoraði Bjarki Nielsen, tá ið ein
tími var farin. Síðstu løtuna
spentu toftamenn álopsbogan
í botn í roynd at javna. Tá vóru
stórir møguleikar frammanfyri
bæði málini, uttan at tað
eydnaðist at skora fleiri mál
enn tað eina, sum Bjarki Niel
sen skoraði, tá ið eitt korter
vara faruiið av seinna hálvleiki.