mánadagur 17. februar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Spælarametingar
Tróndur Arge
Hoyvíkingar
eru
steypa
vinnarar fyri fjórðu ferð hjá
monnum.
Eftir
at
Kyndil
bæði í 2018 og 2019 steðgaði
hoyvíkingum í steypakapp
ingini, megnaði H71 aftur at
vinna steypakappingina við
sigri á júst Kyndli.
Tað bleiv ein verjukend
útgáva av finlauni, har báðir
partar eru samdir um, at H71
vardi betri. Tað sæst eisini
á máltalvuni, tá klokkan í
høllini ýldi fyri seinastu ferð.
23 til hoyvíkingar og bara 19
til Kyndil. Tá dysturin kom í
avgerandi løtuna var breiddin
størri hjá hoyvíkingum.
Ein breidd, sum nú minkar
við tveimum spælarum. Elias
Ellefsen á Skipagøtu er seldur
til svenska meistaraliðið IK
Sävehof, meðan Rúni Vest Høj
gaard, sum í fleir ár hevur verið
partur av besta liðnum hjá H71,
flytur av landinum. Hann tók
móti steypinum.
-Hetta er nokk mín seinasti
dystur fyri H71. Eg flyti av
landinum mánadagin og lið
skiparin,
Sigmundur
Dahl,
lat meg taka móti steypinum,
sigur Rúni Vest Højgaard.
- Hetta er ein stór løta, men
um eg fari at tára verið eg happ
aður restina av lívinum, so tað
tori eg ikki. Eg tári í loyndum,
sigur Rúni Vest Højgaard í
skemti.
Dystargongd
Hoyvíkingar komu væl frá
byrjan. Teir leggja seg á odda
5-1 og eina løtu er vandi fyri, at
finalan er avgjørd áðrenn hon
av álvara er komin í gongd.
- Vit skulu havt runnið frá
teimum. Vit eru betri enn
teir, men vit brenna alt ov
nógv. Vit skulu kanska til at
taka tað í størri álvara, tá vit
skjóta. Skora vit upp á okkara
málmøguleikar, so renna vit
mótstøðuliðini umkoll, Peter
Krogh, sum skoraði fýra mál.
Høgni Klein, venjari hjá
Kyndli, hevur einki annað val
enn at taka eitt time out. Hetta
eydnast væl, tí Kyndil kemur
fyri seg og er enntá á odda eitt
skifti.
- Vit hava marginalarnar á
okkara síðu í fyrra hálvleiki, tí
vit hava nakrar stórar bjarg
ingar, har teir kundu verið
farnir langt framum. Eg
royni at eggja teimum til
at spæla meiri direkta, men
hoyvíkingar standa væl í
verjuni. Tað er lættari sagt
enn gjørt, sigur Høgni Klein.
Hjálparvenjarin hjá H71
heldur eisini fyri, at verju
parturin er tað, sum riggaði
best.
- Vit høvdu eina ætlan og eg
haldi ikki hon helt. Tað, sum
helt, var verjan. Tað eru vit
glaðir fyri, sigur Halgir Dahl
Olesen.
Tað gongur javnt á restina
av fyrra hálvleiki, men tað er
við fyrimuni til hoyvíkingar.
Var tað ikki fyri Tórð Guttesen
í málinum, so hevði H71 verið
frammanfyri við fleiri málum.
Ári skorar
Eisini fekk málverjin hjá H71,
Ári Dam, sítt obligatoriska mál,
tá hann sendi bóltin tvørtur
um allan vøllin og í málið.
- Málið kom upp á eitt deiligt
tíðspunkt. Vit høvdu ringt við
at skora, so tað loysti eitt sind
ur upp. Eg ætlaði at kasta til
Leiv Mortensen, men mátti
broyta kastið, tí ein stunaði
eftir honum. Tað var eitt sats,
men tíbetur sat hann væl, sigur
málverjin, ið eisini tók fyrsta
brotskastið hjá Kyndli.
-Hjalti Mohr Jacobsen er ein
av bestu straffiskjúttunum í
landinum. Hjalti hevur onkun
tíð skora sjey av sjey móti mær,
so tað var fantastiskt at fáa
tikið eitt beinanvegin, sigur
Ári Dam.
Hjalti M. Jacobsen hevði
eina ætlan um at skjóta millum
beinini, men tað gekk ikki heilt
eftir ætlan.
- Eg hevði sett mær fyri, at
um Ári stóð í mál, so skuldi
eg skjóta millum beinini, tí eg
haldi at flestu av brotskøst
unum hann hevur bjargað frá
mær, tá hevur hann
hoppað og gjørt sprelliman.
Hann var bara ov skjótur
niður aftur og so tók reyvin í,
sigur Hjalti við einum brosi til
endans.
Endar við einum braki
Fyrri hálvleikur endar við ein
um braki. Fyrst javnar John
í Innistovu fyri Kyndil við
lobbara frá høgra vongi. H71 fer
í mótálop og Elias á Skipagøtu
vísur hví svenska meistaraliðið
hevur keypt unga hoyvíkingin.
Hann smekkar bóltin í mál
hornið útifrá. Elias gleðist um
málið, men heldur ikki tað var
avgerandi.
-Jú, serliga tá vit spæla so
vánaligt, men eg veit ikki um
tað er avgerandi, tí vit vinna
við fýra. Hatta er bara eitt av
teimum. Vit spæla illa í fyrra
hálvleiki og gera ov nógv býtt
mistøk. Vit koyra ov nógv
sjálvir mann móti manni. Í
øðrum hálvleiki gera vit tað
saman, sigur Elias Ellefsen á
Skipagøtu.
Kyndil klárar ikki
at fylgja við
Í seinna hálvleiki eru hoyvík
ingar ein fót frammanfyri.
Tað er ikki stórur munur
á máltalvuni, men tú situr
allatíð
við
kensluni av, at
hoyvíkingar hava
munin. Teir koma til
størri málmøguleikar og
Kyndil skal arbeiða harðari,
fyri at sleppa til síni skot.
Kyndil tekur heldur ikki av.
- Vit brenna ein stóran
møguleika, tá tað er 13-12 til
teir. Eftir tað er ongantíð
kontakt millum liðini. Tað
er stórur munurn á liðnum
í dag. Vit skulu avlevera eini
seks ferðir fyri at koma til
skot. Teir seta okkum í mann
til mann støðum. Munurin er
bara at í fyrra hálvleiki brenna
teir púra leysir móti málinum.
Í seinna hálvleiki gera teir ikki
tað, sigur Hjalti M. Jacobsen,
spælskipari hjá Kyndli.
Hoyvíkingar renna frá
Hoyvíkingarnar renna frá og
tað blívur ikki ordiliga spenn
andi seinastu minuttirnar. Tað
er semja um, at H71 hevur størri
breidd og harvið eisini meiri
Kyndil
Jan Pauli Toft Johannesen 6
Byrjaði við eini fram úr
bjarging, tá hann avloysti Tórð
miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Stóð sum heild rættiliga væl.
Tórður S. Guttesen 7
Heldur Kyndli inni í dystinum
í fyrra hálvleiki við fleiri
stórbjargingum. Støðið
lækkaði nakað eftir steðgin,
tá hann bleiv skiftur út.
Sámal Pauli B. Petersen
Kom ikki á vøllin.
John í Innistovu 4
Fekk ikki nógva tíð á vøllinum.
Skoraði eitt mál og fekk eina
útvísing í verjupartinum, har
hann annars gjørdi tað væl.
Tróndur Wardum 2
Sló ikki til í finaluni. Hevði
nógvar møguleikar at geva
Kyndli eina flúgvandi byrjan,
men tók ikki av. Fær tó rós
fyri at blíva við at tora og fyri
tvey góð mál eftir steðgin.
Tummas Pauli Hanusarson 3
Ein fínur innsatsur í
verjupartinum togar hann upp
á eitt 3-tal. Kom ongantíð til
sín rætt í álopsspælinum.
Anders Risdal 4
Var ein av fáu bakspælarunum
hjá Kyndli, sum megnaði at
fáa síni skot avstað, men sum
oftast var kvaliteturin ikki góður
nokk. Skoraði síni brotskøst.
Hjalti Mohr Jacobsen 4
Hevði tað torført móti
sterku H71-verjuni. Hann
kom ongantíð til sín rætt
við skotinum, men fann
í onkrum førum strikuna
væl. Brendi brotskast.
Rani Ellingsgaard
Kom ikki á vøllin.
Borgar Sveinsson
Kom ikki á vøllin.
Bartal Klein Olsen 7
Bartal var sterkasta kortið í
bakketuni hjá Kyndli á degnum.
Fimm mál og ein støðug
hóttan við bæði skotum og
gjøgnumbrotum. Var eisini
ein brandur í verjupartinum.
Rógvi Dal Christiansen 7
Skoraði tvey mál, fekk
fleiri brotskøst og dró tvær
útvísingar í álopinum. Var ein
brandur í verjuni, har hann
at kalla ikki bleiv snýttur.
Jóan Pauli Paturson
Var ov stutt á vøllinum
til eina meting.
Ovi Lützen 4
Sera ágangandi og gott
verjuspæl, hóast hann
bleiv snýttur eini tvær
ferðir. Álopsspælið á
degnum telir tó niður.
Jákup Jørgensen
Kom ikki á vøllin.
Kristoffur Bjørgvin 6
Var tryggur í álopsstøðu, tá
hann fekk kjansin. Verjuspælið
var eisini sannførandi.
Steypahondbóltur:
Tað vóru verjurnar, sum myndaðu steypafinaluna hjá monnum.
H71 hevði munin næstan allan dystin og kláraði eisini at
slíta seg leyst seinastu løtuna og vinna 23-19 á Kyndli.
Rúni Vest Højgaard, sum nú gevst, tók ímóti steypinum
H71 VARDI SEG
H71 VARDI SEG
TIL SØTAN SIGUR
TIL SØTAN SIGUR