Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Spælarametingar orku til avgerandi partin av dystinum. - Vit hava góðan geist og áskoðararnar við okkum. Hetta var ein verjudystur, har allir berjast og tað ger at vit vinna til síðst. Munurin til seinast er nokk bæði orkan og breddin á hópinum, sigur Vilhelm Poul­ sen hjá H71. Ein av ungu spælarunum á lið­num er Leivur Mortensen. Hann heldur eisini at tað kem­ ur skil á útvísingarnar móti endanum. -Hetta var ein harður dystur og onkra løtu í undirtal gongur illa, men móti endanum fáa vit færri útvísingar og fáa tamarhald á støðuni, sigur vong­urin, ið fekk fimm mál. Ein teirra, sum fekk tvær út­ vísingar var Peter Krogh. Hann er ikki heilt samdur í báðum út­vísing­ unum, men vísur á at lykilin var at umskipa. -Pætur Mikkjalsson hevur eisini sína aðru útvísing, so vit boyta tað til at vit standa meiri samlaðir. Eg eri ikki samdur í útvísingunum. Kanska tí einu. Eg haldi tað er líka báðar vegir, men dómararir gera eisini mis­ tøk, sigur Peter Krogh og flenn­ ur. Uppreins Í 2018 tapti H71 móti Kyndli í steypafinaluni. Í fjør tapti H71 í hálvfinaluni móti Kyndli. Tað hava hoyvíkingar ikki gloymt. Nú hevur H71 eftir tvey ár í skugganum av Kyndli í steypakappingini, endiliga vunnið. - Vit hava hugs­að um tað í tvey ár, so tað var deiligt at fáa upp­reisn. Hetta var ikki ein penur og skip­aður dystur. Kanska orkan gong­ur undan hjá teim­um og vit hava fleiri streingir at spæla uppá, sigur Rúni Vest Højgaard. -Vit skylda teimum hetta her. Bæði fyri 2018 og 2019. Tað var ein motivatión í dag, leggur Vilhelm Poulsen afturat. H71 vinnur mansfinaluna 23-19, eftir at hava verið á odda 10-9 í hálvleikinum. trondur@sosialurin.fo H71 Ári Dam 6 Stóð sera væl í fyrra hálvleiki. Støðið lækkar nakað eftir steðgin, tá hann verður skiftur út. Fekk eisini sítt obligatoriska mál. Hørður Trygvason 6 Loysti Ára væl av síðsta partin av dystinum. Tekur tað hann skal og eitt sindur afturat. Pætur Thomsen 2 Hetta var ikki dagurin hjá Pæturi. Brendi nakrar stórar kjansir og hevði onkran tekniskan feil. Verjuspælið var gott. Rúni Vest Højgaard 5 Fekk ikki nógvar minuttir á vøllinum, men ger tað væl, ta løtuna hann spælir. Fekk millum annað eitt gott mál tíðliga í dystinum. Leivur Mortensen 8 Sera góð finala av Leivi. Var púra tryggur, tá hann fekk kjansin av vonginum, og í verjupartinum arbeiddi hann sera væl. Baldur Gillason Kom ikki á vøllin. Vilhelm Poulsen 5 Kom als ikki til sín rætt í fyrra hálvleiki, men var ein av avgerandi spælarunum ta løtuna eftir steðgin, tá ið H71 veruliga dregur frá. Hans Kári Hansen 4 Fekk ikki nógvar minuttir á vøllinum. Hevði onki skot í álopinum, men innsatsurin í verjupartinum var avbera góður. Sigmundur Dahl 5 Var ein brandur í verjuni í seinna hálvleiki, har hann av álvara legði trýst á skjúttarnar hjá Kyndli. Spældi ikki í álopinum. Pauli Mittún Kom ikki á vøllin. Niklas Højgaard Hanusarson 4 Spældi mest í yvirtali. Fekk einki mál, men gjørdi tað, hann skuldi. Pætur Mikkjalson 4 Pætur fær eitt 4-tal fyri sera gott og ágangandi verjuspæl í fyrra hálvleiki. Tvær útvísingar og fleiri brendir møguleikar telja niður. Hilmar Leon Jakobsen 3 Verjuspælið var meira enn góðkent, men Hilmar kom ongantíð veruliga til sín rætt í álopspartinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 Kom ikki veruliga til sín rætt í fyrra hálvleiki. Lyfti tó støðið munandi eftir steðgin, tá hann í brotum vísti síni fantastisku hondbóltsevnir. Var ein av mest avgerandi spælarunum, tá H71 dró frá Kyndli miðskeiðis í seinna hálvleiki. Janus Dam Djurhuus Kom ikki á vøllin. Peter Krogh 8 (Spælari) Var týdningarmesti spælarin í stinnu H71-verjuni. Var sera dugnaligur til at bróta spælið hjá Kyndli, og blokkurin var harafturat í serflokki. Skoraði fýra mál, hóast hann als ikki spældi í etableraða álopsspælinum. Tvær útvísingar telja niður. Kyndil-H71 19- 23 (9-10) Dómarar: Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe Kyndil: (Málskjúttar) Bartal Klein Olsen 5, Anders Risdal 4, Hjalti M. Jacobsen 2, Kristoffur Bjørgvin 2, Rógvi Dahl Christiansen 2, Tróndur Wardum 2, John í Innistovu 1, Tummas Pauli Hanusarsson 1 H71: (Málskjúttar) Elias á Skipagøtu 5, Leivur Mortensen 5, Peter Krogh 4, Vilhelm Poulsen 3, Hilmar Leon Jakobsen 2, Pætur Thomsen 1, Rúni V. Højgaard 1, Pætur Mikkjalsson 1, Ári Dam 1