mánadagur 17. februar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Eftir fimm minuttir av steypa
finaluni ímillum VÍF og H71
høvdu vit longu sæð allar
álopslyklarnir
hjá
liðnum
báðum, ið stóðu sera væl til
hvørt annað.
Vit høvdu sæð Duritu C.
Jojic og Maritu Mortensen
við hoppiskoti, vit høvdu sæð
Lív Zachariassen og Agnas
Olsen
við
gjøgnumbrotið,
vit høvdu sæð skjótálopini,
sum Agnas Olsen og Maria
Halsdóttir Weyhe stýrdu so
beinrakið og vit høvdu sæð
Lise Marie Evensen og Duritu
Toftum Joensen við framúr
strikumálum. Støðan var longu
5-4 til VÍF eftir fimm minuttir,
og bert vantaði hin størsti
lykilin til sigurs: Málverjarnir.
Dysturin hevði alt
frá fyrsta bríksli
Fríða Petersen mundi hugsa
so, tá ið hon úr fríari støðu
framdi dagsins fyrstu bjarging,
og hátíðarhelt hetta við enn
einari bjarging í púra leysum
skjótálopi.
Tað snúði seg um at fylgja
við henda dagin, og Annika
Fríðheim Petersen í hinum
endanum fór eisini at finna
bjargingar fram, og verjurnar
byrjaðu so smátt at fóta sær.
So
høvdu
áskoðararnir
fingið fulla plátu longu fyrsta
dystarfjórðingin við støðuni
7-7, og ein kundi bert gleða seg
til teir tríggjar næstu. Kenslan
var hin sama seks minuttir
áðrenn hálvleikssteðgin. 11-11
og áskoðararnir høvdu verið
forkelaðir við álopsspæli í
serflokki, men so kom dapra
óhappið.
Men dysturin missir
brádliga nógv
H71 fær bóltin, og sum vant
sendir Maria Halsdóttir Weyhe
í stundini bóltin í beinraknum
boga fram til annan vongin.
Eva Barba Arge og Agnas Olsen
vita hvar bólturin skal enda,
men Eva Barba liggur á røttu
síðuni. Tað ger fóturin á Agnasi
ikki. Brádliga detta tær báðar í
eini støðu, ið tykist vandamikil,
og tað er Agnas, sum fer verri.
Fóturin er illa koktur, og
spælskiparin skerir í neyðarróp
og má berast av vøllinum
–
meðan
dómararnir
vísa
henni reyða kortið. Tað er
eirindaleyst, men soleiðis
er hondbóltur, og Eva
Barba
Arge
hevur
ongan møguleika at
verja seg fyri at vera
koyrd um koll. Men
áskoðararnir – og
helst allir leikarar
eisini
–
kenna
dapru
støðuna
leggja seg á dystin.
Lyfta ábyrgd
eftir Agnas
H71 hevði framvegis
hug
at
renna,
og
nýttu høvið at økja til
hálvleiksstøðuna 15-13.
VÍF hevði eitt at tosa
um í steðginum: At lyfta
ábyrgdina eftir Agnas í felag.
Og tær so gjørdu. Tað mundu
ikki vera leiktir nógv meira
enn tveir minuttir av seinna
hálvleiki, tá ið VÍF var á odda
16-15. H71 ressaðist kortini og
vann sær eina trýmálsleiðslu –
men tað var synd at siga at har
var tamarhald á.
Kaos
Hetta var heilt øðrvísi álops
spæl enn tað neyva vit sóu í
fyrra hálvleiki. Høllin tóktist
á einum máli um hvat spælið
skuldi kallast nú: ”Kaos”. H71
hevði kortini hug at hava eina
leiðslu upp á tvey mál, og tann
støðan helt sær so at siga allan
seinna hálvleik. Við einum
seks minuttum eftir at leika,
var steypið á veg til Hoyvíkar
við støðuni 23-20 til H71. Og
so fór VÍF-verjan í gongd. Við
stórbjarging frá bæði Viviann
Petersen og Fríðu
Petersen, umframt
góðum
verjustøðum,
hevði VÍF brádliga bóltin við
23-23 og trimum minuttum
eftir. Kanska høvdu nervarnir
darvað H71 og kanska fóru
nervarnir yvir á VÍF-liðið nú.
Finalan koppar til Hoyvíkar
Tí nú var tað verjugarðurin
hjá H71, sum fekk fatur, og so
kundi Durita Toftum Joensen
leggja H71 á odda 24-23. Júst
tveir minuttir restaðu í. Og
har komu ikki fleiri mál. Eitt
VÍF-innspæl
miseydnaðist,
H71 rakti stongina, og so
skjeyt besti VÍF-leikari í dag,
Durita C. Jojic, eitt óneyvt
Sløk trý ár eftir at vit fyrstu ferð sóu
H71 bjóða oddinum á føroyskum
kvinnuhondbólti av, standa ungu
hoyvíksgenturnar við sínum fyrsta
steypið eftir sigur á VÍF í steypafinaluni
HONDBÓLTUR
MARIA, MARITA
MARIA, MARITA
OG H71
OG H71 FYRI
FYRI
FYRSTU FERÐ
FYRSTU FERÐ