Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. februar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. februar 2020 · Nr. 20 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 langskot. H71 endaði á bóltinum við átta sekundum eftir, tóku time-out, fyri at púrasta tryggjað sær hvussu bólturin skuldi varðveitast, og í seinasta sekundi kundi Viviann Petersen fremja eina bjarging, sum ikki spilti gleðina hjá H71-gentunum yvirhøvur. Tær vóru steypavinnarar á fyrsta sinni. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR H71 gjørdi VÍF kynstrið eftir Tá ið finaludysturin var av, kundu hoyvíkingar á fyrsta sinni fegnast um eitt steyp í kvinnudeildini, sløk trý ár eftir, at kvinnuliðið flutti upp í fremstu hondbóltsdeildina. Vestmenningarnir í høllini mundu kenna kensluna aftur. Við kappingarenda í 1998, kundi VÍF hátíðarhalda, at mansliðið var Føroyameistari, meðan kvinnuliðið flutti upp í fremstu deildina. 6. februar 1999 var kvinnuliðið steypavinnari á fyrsti sinni, áðrenn mansliðið tveir tímar seinni, eisini vann steypið til Vestmannar. H71 Annika Fríðheim Petersen – 6 Sera avgerandi í seinna hálvleiki við týdningarmiklum bjargingum, eftir at hon hevði tað trupult í fyrra hálvleiki. Tað eru kortini VÍF-málverjarnir, ið standa við flestu avgerandi bjargingunum Vár H. Thomsen Karin Holm Simonsen Silja Sámalsdóttir Tórhalla Thorsteinsson Maria Halsdóttir Weyhe – 8 (dagsins leikari) Spælir ein lýtaleysan fyrra hálvleik í álopinum, hóast hon bert skjýtur einaferð – og skorar. Heldur ferðina í álopinum og sendir beinraknar bóltar í skjótálop og á strikuna. Er pendulið í H71- álopinum, og gevur áskoðarunum okkurt fyri pengarnar, tá ið hon hyggur eftir Maritu á vinstra bakki, men spælir bóltin inn á strikuna í staðin – fleiri ferðir. Ger allar leikarar vandamiklar, og er besti álopsleikari á vøllinum í finaluni – Hóast brenda brotskastið ímóti dystarenda. Karina Eysturtún Rubeksen – 5 Er aftur ein leikari, ið liðfelagarnir hava álit á í verjuni. Brennir sín einasta málmøguleika úr fríari støðu. Marita Mortensen – 8 Høggur tvey tey fyrstu hoppiskotini inn, og er sum vant stóra hóttanin í álopinum. Í seinna hálvleiki er hon eins og hinar nakað óneyvari, men framvegis púra avgerandi. Serliga við framúr spælingini inn til Duritu á strikuni til 24-23. Eva Barba Arge 7 Vinstri vongurin skorar trý mál úr fýra royndum, har hitt triðja er eitt langskot, ið ikki hevði góðar vónir kortini. Fær eisini brotskast í støðuni har Agnas Olsen verður skadd og fær reytt kort. Durita Toftum Joensen – 7 Snuddurin, ið sást undir eyganum eftir dystin lýsti strikuleikaran so sera væl. Eitt øgiligt finalustríð, sum endar við avgerandi málinum til 24-23, og liðskiparin kann sum fyrsta kvinna í H71 lyfta steypið eftir dystin. Sunniva Bogadóttir Vár B. Zachariassen – 6 Loysir Duritu Toftum av í løtum, og tað ger hon væl. Er ikki meira enn komin á vøllin, tá ið hon tekur av einari spæling frá Mariu, sum hyggur annan veg. Lív B. Zachariassen - 7 Gevur ongantíð VÍF frið, men er óheppin at brenna í so nógv. Herjar kortini á allan dystin og fær fleiri brotskøst, og letur pláss til Maritu í vinstru. Í seinastu løtunum rakar hon eitt skot á stongina, sum kundi avgjørt dystin, men fangar so avgerandi innspælið í verjuni. Er brádliga vorðin ein øgiligur lyklaleikari hjá H71. Christina Arge Sofie Søberg – 5 Ger ikki nógv um seg í finaluni, har hon ikki spælir álop. Í verjuni er hon inni í løtum og ger at síggja til eingin mistøk. Guðrið á Borg 5 Er ein av heilt stóru leikarunum fyrstu løtuna, tá ið hon finnur sær møguleikar bæði á høgra vongi og í skjótálopi. Men er óheppin at brenna í so nógv. Skorar trý og brennur trý. VÍF Fríða Petersen – 7 Fríða vísir sítt virði stutt eftir at Agnas fer av vøllinum. Royndi málverjin traðkar til við framúr bjargingum løtuna eftir, og stóran part av seinna hálvleiki. Gevur VÍF møguleikan at vinna dystin við brotskastsbjarging ímóti dystarenda. Rebekka Joensen Viviann Petersen – 7 - Tað er vorið sum støða at vera sett í hjá Viviann. Eftir at ikki hava spælt síðani FM-finalurnar í fjør skal hon spæla sín fyrsta dyst eftir barnsburð í steypafinaluni. Og hon verður tveitt inn í allarmest avgerandi løtuni. Og so tekur hon av, og syrgir saman við Fríðu fyri, at støðan fer frá 23-20 til 23-23. Lív Ingdórsdóttir – 5 Vit eru von at síggja Lív á strikuni og í verjuni, og hon fær eina ómøguliga uppgávu, tá ið hon verður sett inn at avloysa Agnas Olsen. Men hon vísir seg at seta fínt tempo á miðjuni, og tekur øll á bóli tá ið hon setur eitt framúr hoppiskot inn. Í verjuni er hon stinn sum altíð, og loypir hvøkk á bakkarnar hjá H71 fyrstu løtuna eftir steðgin. Randi Virgarsdóttir 5 - Randi avloysir Heidi Mariu eftir einari løtu. Har eru ikki nógvir møguleikar á vinstra vongi henda dagin, men Randi man skjóta tvær ferðir – og skora. Málið til 23-23 er ein sýning av hvussu leikarar skulu halda høvdini køld í heitastu støðunum, tá ið hon saman við Lív broderar seg ígjøgnum í skjótálopi Agnas Olsen – 4 - Vit fara øll at minnast Agnas frá hesari finaluni, hóast hon helst vil gloyma hana sum skjótast. Støðan er reint óhapp, tað er vist, men hon forðar fyri at Agnas fær bygt á eina góða byrjan, har hon leggur upp til Duritu ferð eftir ferð. Og tá so verjan flytir seg ímóti Duritu, setir Agnas ferðina annan veg og brýtur ígjøgnum sjálv. Ró Nielsen 7 - Enn eitt gott avrik frá Ró. Hon skorar fýra ferðir av fimm royndum av veinginum, og brestir eitt hoppiskot á stongina, tá ið hon loysir av á høgra bakki. Ótrúliga umráðandi fyri VÍF at hava fingið eitt so sterkt vápn á høgra vongi Ivana Meinche – 5 Nýggi verjuserfrøðingurin í Vestmanna hevur tað stundum trupult av Maritu Mortensen, men ger ikki tey stóru mistøkini Ingibjørg Olsen – 5 Er ein av teimum, ið skal taka við ábyrgdini tá ið stórasystirin, Agnas, fer út. Skorar eitt gott gjøgnumbrot, og eitt fínt hoppiskot. Durita C. Jojic –7 Enn ein frægd at síggja roynda stórskjúttan í steypafinaluni. VÍF og Durita sjálv fara at iðra seg um nakrar brendar møguleikar. Eitt brotskast á stongina og so innspælið sum verður fangað og eitt langskot omanfyri í seinastu løtunum sita helst eftir, og tað hálar eisini metingina niður. Hepnið var ikki við henda dagin, men tað var stríðsviljin og ítrottarandin. Hóast í døpurhuga, hevur Durita Jojic eisini yvirskot eftir dystin at biðja Duritu Toftum um umbering fyri at hava veitt H71-aranum ein snudd. Helena í Skálum Svanna Hjartvardsdóttir Lise Marie Evensen – 6 Nýggja strikustjørnan í Vestmanna var aftur ein av lyklaleikarunum hjá VÍF í bæði álopi og verju. Byrjar beinanvegin við at skora mál og skapa órógv í H71-verjuni, og í miðverjuni kom ikki nógv fram við heldur. Í álopinum er ein strikuleikari altíð tengdur av bóltum frá viðleikarum, og bólturin í næstseinasta álopið var ógjørligur – sjálvt fyri Lise Marie Evensen. Halla Hansen Heidi Maria Akselsen 4 - Ein vongur er heldur ikki betri enn teir møguleikar ein fær, og Heidi Maria fekk bert ein, sum ikki fór í máli. Faxe Kondi- kappingin, kvinnur Finala VÍF – H71 23-24 VÍF: Durita Christophersen Jojic 8, Ró Nielsen 4, Lise Marie Evensen 3, Ingibjørg Olsen 2, Agnas Olsen 2, Randi Virgarsdóttir 2, Lív Ingdórsdóttir 1 H71: Marita Mortensen 6, Maria Halsdóttir Weyhe 6, Guðrið á Borg 3, Lív B. Zachariassen 3, Vár B. Zachariassen 1