týsdagur 18. februar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
– Eg haldi ikki, at ein
borgarstjóri skal sita ov
leingi. Tað er høvuðsor
søkin, at eg ikki stilli upp
aftur, sigur Jóhannus
Danielsen.
Hann
hevur
verið
borgarstjóri
seinastu
tvær seturnar, og áðrenn
tað var hann vanligur
bygdaráðslimur í eina
setu. Men nú heldur
hann, at tað er nóg mikið.
– At vera borgarstjóri
er
eitt
serligt
starv,
sum ikki líkist øðrum
størvum. Ein eri á alla
tíðina, og tað er sera
krevjandi, eisini fyri tey
nærmastu. Tað er eisini
vandi fyri, at tá ið ein
hevur verið borgarstjóri í
fleiri skeið, so verður alt
ein vani, og borgarstjórin
er ikki so árvakin, sum
hann annars skuldi verið.
Tað er gott fyri borgaran,
at nýggj fólk koma til. Eg
haldi, at 12 ár er nóg leingi
í
bygdaráðnum,
sigur
Jóhannus Danielsen.
20 prosent av
atkvøðunum
Borgarstjórin í Føroya 10.
størstu kommunu gjørdi
annars eitt sera gott val
til seinasta kommunuval
8. november 2016, tá
ið hann fekk 158 per
sónligar atkvøður. Tað
svarar til 20,4% av øll
um atkvøðunum í Nes
kommunu, og tað mesta
nakar hevur fingið í
kommununi.
Á
kom
munuvalinum í 2012 fekk
hann 96 atkvøður, og
eisini tá fekk hann flestar
atkvøður.
Jóhannus sat eisini
sum
vanligur
bygdar
ráðslimur frá 2008 til
2012. Á tí valinum fekk
hann 72 atkvøður. Tað
árið fekk hann fjórðflest
ar atkvøður í Nes kom
munu.
Tilboð um at stilla
upp til løgtingið
Tað er kent, at borgar
stjórar eru umbidnir at
koma upp á vallistar hjá
politisku
flokkunum,
tá ið løgtingsval er. Til
boðini
trutu
heldur
ikki
hjá
vælumtókta
borgarstjóranum í Nes
kommunu, tá ið løgtings
val var í august í fjør.
– Eg fekk fyrispurning
ar frá ymsum flokkum
um at stilla upp. Men
eg havi ongantíð havt
ætlanir um ella áhuga at
fara upp í landspolitikk.
Eg hugsi meira um poli
tikkin
á
staðbundna
økinum, sigur Jóhannus
Danielsen.
Hann vísir eisini á, at
hann
ongantíð
hevur
verið limur í nøkrum
politiskum flokki. Hann
stillaði tí ikki upp, men
tað gjørdi sonurin ístaðin.
– Hann spurdi meg
tó fyrst, um eg fór at
stilla upp. Tá ið eg ikki
gjørdi tað, so stillaði
hann upp, og eg stuðlaði
honum, sigur Jóhannus
Danielsen.
Einki arbeiði at fara til
Jóhannus Danielsen er
54 ára gamal. Hann hevur
góðar 10 mánaðir eftir í
borgarstjórastarvinum,
Frants Jensen
– Tá ið tað eru truplar
tíðir fíggjarliga, so skilja
fólk, at tað ber ikki til at
fáa alt, og tá eru ynskini
ikki so stór. Men tá ið tað
eru góðar tíðir, so verða
ynskini tess størri, og
truplari er at skilja hjá
fólki, at alt ber ikki til,
sigur Jóhannus Daniel
sen.
Tá ið hann gjørdist
partur av bygdaráðnum
í Nes kommunu 1. januar
í 2009, vóru truplar tíðir
fíggjarliga. Kommunan
skyldaði
næstan
eina
álíkning.
– Vit ætlaði tá at víðka
um barnagarðin fyri at
nøkta tørvin, men so
varð neyðugt at taka lán,
og tá hevði skuldin kom
ið upp um eina álíkning.
Vit roknaðu tó út, at
sum útlitini vóru, fóru
vit at koma niður um
álíkningina heilt skjótt.
Men vit fingu ikki loyvi
frá
kommunala
eftir
litinum at gera hesa
íløguna tá, og tí mátti
hon bíða, sigur Jóhannus
Danielsen.
Má trýsta á bremsuna
Í dag er støðan ein heilt
onnur. Tað hevur verið
stórur fólkavøkstur, og
inntøkurnar eru vaksnar
úr 32 milliónum í 2013, tá
ið Jóhannus Danielsen
tók við sum borgarstjóri,
til 49 milliónir krónur
í 2019. Fleiri íløgur eru
gjørdar, og í dag skyldar
kommunan umleið hálva
álíkning.
– Tá ið tíðirnar eru
so góðar, sum tær eru
nú, er eisini neyðugt at
sýna hógv. Eg havi verið
noyddur at trýsta meira
á bremsuna nú í síðstu
ni. Tað er neyðugt fyri at
hava ein tryggan búskap,
sigur Jóhannus Daniel
sen.
Nógvar nýggjar
íbúðareindir
Kommunan hevur gjørt
fleiri íløgur seinnu árini.
Barnagarður, vøggustova
og frítíðarskúli eru ella
verða dagførd, umframt
at
eldri
parturin
av
skúlanum og svimjihyl
urin er dagførdur.
– Í tíðarskeiðinum, eg
havi verið í bygdarráð
num, hava vit lagt stóran
dent á, at vit skulu nøkta
tann tørvin, ið er innan
stovnar og skúla. Og
tað hava vit gjørt, sigur
Jóhannus Danielsen.
Fleiri
útstykkingar
eru gjørdar, og í løtuni
verða fleiri leigu-, luta-
og eigaraíbúðir gjørdar í
kommununi.
– Vit hava ynskt at
fingið
møguleika
fyri
øðrum
íbúðarmynstri
í kommununi. Tí er tað
longu langt síðani, at vit
settu okkum í samband
við Bústaðir um eisini at
byggja her á kommununi.
Tað eydnaðist, og teir
byggja nú 18 íbúðareindir,
umframt at KBH eisini
byggir 16 íbúðareindir. So
um ikki langa tíð vera 34
nýggjar leigu-, eigara- og
lutaíbúðir í kommununi,
og tað er umframt tær
útstykkingar,
ið
eru
gjørdar til vanlig grund
stykki, sigur Jóhannus
Danielsen.
Fólkatalið tað
hægsta nakrantíð
Fólkatalið í kommununi
er nógv vaksið síðstu
árini, og tað er nú tað
hægsta, tað nakrantíð
hevur verið.
– Nú búgva 1340 fólk
í kommununi. Tá ið eg
byrjaði í 2013, vóru 1200
fólk í kommununi, sigur
borgarstjórin.
Ein av orsøkunum til
stóru framgongdina er
nýggi Eysturoyartunnilin.
– Tunnilin hevur heilt
víst skundað undir vøkst
urin. Vit hava fingið fleiri
nýggjar tilflytarar, sum
ikki hava nakað sam
band við bygdirnar í
kommununi
annars.
Vit tunlinum er stutt til
Havnar og til Klaksvíkar.
Vit liggja væl fyri, og
her er stórt byggilendi,
og
kommunan
kann
Krevur breiðar herðar at stýra í
Jóhannus Danielsen hevur upplivað bæði truplar og góðar tíðir, tey 12 árini hann hevur verið
í bygdaráðnum í Nes kommunu. Hóast kommunan hevur gjørt nógvar íløgur seinastu árini,
so heldur hann, at tað er truplari at stýra, nú tað eru sera góðar tíðir fíggjarliga
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri
í Nes kommunu seinastu
tvær seturnar, stillar ikki
upp aftur, tá ið kommunuval
verður 10. november í ár
NES KOMUNA SKAL
NES KOMUNA SKAL
HAVA
HAVA NÝGGJAN
NÝGGJAN
BORGARSTJÓRA
BORGARSTJÓRA