Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 TÍÐINDI Frants Jensen Jóhannus Danielsen hevði ikki sett sær sum mál, at hann skuldi ger­ ast borgarstjóri í Nes kommunu. – Nei, eg hevði ongar ætlanir um tað. Eg fekk boðini frá einum vin­ manni, sum kom í føð­ ingar­dag hjá konuni, at eg var komin á listan. Eg hevði tá verið í skúla­ stýri­num í sjey ár, og kanska tað var við til at gera, at onkur skeyt meg upp, sigur Jóhannus Daniel­sen. Hann førdi ikki nakað valstríð fyrsta árið. Kortini fekk hann fjórð­ flestar atkvøður. Til valið í 2012 rak hann heldur ikki nakað av valstríði, men í 2016 gjørdi hann meira við at reka valstríð. – Tey fyrstu árini valdi eg at síggja, hvussu tað gekk. Eg fekk álit, men nú haldi eg, at onkur annar skal taka yvir, sigur Jóhannus Daniel­sen. Sjálvt um tað eru 10 mánaðir eftir av val­ skeiðnum, so verður av­gerð­in um at gevast í poli­tikki ikki broytt. – Eg tók hesa av­gerð­ ina tíðliga í valskeiðnum. Eg fari at gera okkurt annað, tá ið henda tíðini er liðug, sigur Jóhannus Danielsen. frants@sosialurin.fo Ætlaði ongantíð at gerast politikari – Á einum almennum uppstillingarfundi í 2008, sum eg ikki var við til, tí at konan hevði føðingardag, varð eg skotin upp at koma á listan til kommunuvalið. Eg visti ikki av nøkrum, og eg hevði ongar ætlanir um at fara upp í politikk, sigur Jóhannus Danielsen Frants Jensen Jóhan Christiansen er 42 ár og hevur verið borgar­stjóri síðani 2009 í saman­løgdu Leirvíkar og Gøtu kommunu. Hann gjørdist fyrsti og higartil einasti borgarstjóri í samstarvinum í Eystur­ kom­munu, sum er fjórð­størsta kommuna í landi­num. Til heystar takkar Jóhan Christiansen fyri seg, og Eysturkommunu eins og Nes kommuna skal finna nýggjan borgar­stjóra. Jóhan Christiansen, sum hevur verið borgarstjóri í Eysturkommunu í skjótt 12 ár, stillar heldur ikki upp aftur til komandi býráðsval Eysturkommuna skal hava nýggjan borgarstjóra Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu góðum tíðum vaksa nógv afturat, sigur Jóhan­nus Danielsen. Nógv annað er hent í Nes kommunu hesi síðstu tvey valskeiðini. Grót­kastið er longt við gróti frá tunlinum, út­ bygg­ingar eru gjørdar í havnarlagnum, kom­ mun­an hevur yvirtikið ítróttar­økið og dagført húsini á Svangaskarði, bygdasøga er komin út í trimum bindum umframt nógv annað. Samstarv ístaðin fyri kommunu­ saman­legging Fleiri ferðir hevur verið tosað um kommunu­ saman­legging, men tað hevur ikki fylt nakað í tíð­ini, Jóhannus Daniel­ sen hevur sitið við róðrið. – Síðani fólka­at­kvøðan var um kommunu­ saman­legging í 2012, hevur tað einki fylt. Her í kommununi vóru 84% ímóti kommunu­saman­ legging. Vit vilja heldur sam­starv ístaðin fyri kommunu­samanlegging, sigur Jóhannus Daniel­ sen. Nes Kommuna sam­ starvar nógv við hinar kommunurnar um Skála­ fjørðin. Millum annað um eldraøkið, barna­verndar­ økið, sløkkilið, havnar­ økið og ymiskt annað. Men hevði økið ikki staðið sterkari, um til dømis allur Skála­fjørð­ urin var ein kommuna í kappingin móti Havnini. – Vit kappast longu við Havnina við tí stødd, sum vit hava. Tað er rætt, at nakað kann sparast um­sitingarliga, um fleiri kommunur løgdu sam­ an. Men so missa vit eisini nærsambandið við borgarar, og tað er eisini sera týðandi, sigur Jóhan­ nus Danielsen. frants@sosialurin.fo áðrenn hann skal finna sær okkurt annað starv. – Eg veit ikki enn, hvat tað verður, sigur hann. Jóhannus Daniel­sen er útbúgvin skriv­stovu­ maður og grannskoðari. Í fleiri ár starvaðist hann í fyritøkuni, sum í dag eitur Januar, har hann eisini var skrá­sett­ ur grannskoðari eina tíð. Hann hevur eisini starvast í Borg, og áðrenn hann gjørdist borgar­ stjóri, hevði hann egna fyri­tøku, sum arbeiddi við fíggjar­ligari ráðgeving og øðrum. – Eg havi ikki nakað starv at venda aftur til. Eg hevði fleiri kund­ ar í fyritøkuni, men tá ið eg gjørdist borgar­ stjóri, mátti eg niður­ leggja mína egnu fyri­ tøku, og kundarnir fóru aðrastaðni, sigur Jóhan­ nus Danielsen. frants@sosialurin.fo Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, stillar ikki upp aftur til kommunuvalið í heyst