Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Fólk vóru kanska ikki eins bilsin sum í gfør, men heiðurin er minst líka stórur hesaferð, nú tað var staðfedst á sam­komu í Trondhedim í Noreg, at føroyska Koks-mat­stov­ an varðveitr sínar tvær Michelin-stjørnur minst eitt ár afturat. -Tað er ongin sjálv­ fylgja at varðveita tvær stjørn­ur, tí Michelin sjálvi siga, at stjørnan er bert galdandi fyri eitt ár, sigur Poul Andreas Ziska, høvuðskokkur á Koks. Hann leggur afturat, at tað sjálvandi ikki gevur sama yvirraskilsi at varð­ veita stjørnunar, sum at fáa tær fyrstu ferð. Ongin trygd er fyri, at matstovurnar hava tær stjørnur tær høvdu, tá ið eitt ár er farið. Nú stjørnurnar vóru út­lut­að­ ar í Tróndheim, vísti tað seg, at triggjar danskar matstovur mistu tær stjørnur, sum tær høvdu. Nýggjur stjóri Michelin hvur fingið ein nýggjan stjóra. Mat­ stovufólk halda, at hann hugsar eitt sindur øðrvísi og tey duga at síggja, at hann als ikki er bangin at taka stjørnur frá mat­ stovunum. -Hetta er fínasta slag, men tað krevur at vit ssum kokkar og mat­ stovur alla tíðina gera tað besta vit kunnu. Tað ber ikki til at slappa av innímillum. Vit mugu allaíðina “være på dupp­ erne”, sigur Poul Andreas Ziska. Vanligt er, at Michelin hevur vitjað mat­stovur­ nar áðrenn stjørnurnar verða givnar ella, sum í hesum føri, varðveittar. -Hava tit havt vitjan av fólki frá Michelin hetta seinasta árið? -Nei, í hvussu so er ikki, sum vit hava lagt til merkis, men millum fakfólk ljóðar, at tey eru farin at skipa vitjanirnar uppá ein annan mátta. Tí eru tað helst fleiri matstovur, sum hava havt vitjan frá teimum, uttan at tey hava lagt tað til merkis, sigur Poul Andreas Ziska. Íblástur Tað er sjálvandi íblástur fyri fakfólk, tá ið tey merkja virðing frá øðrum fak­fólki. Tað er tað tí eisini í hesum føri, tá ið stjørnurnar verða varð­ veittar og ein nýggj grøn kemur aftuat, sum viður­ kennir tað burðar­dygga, sum liggur í arbeiðnum, sum Koks ger. -Vit arbeiða, sum vit altíð hava gjørt. Eg haldi vit hava eina góða fatan av, hvat tað ultimativa matupplivilsi er. Tað er hesum vit stremba eftir hvønn dag og tað sær út til, at Michelin tekur undir við tí, sigur Poul Andreas Ziska. Koks hevur sum mat­ stova vunnið sær altjóða viðurkenning – iki bert við tveimum stjørnum frá Michelin, men eisini millum fólk, sum ferðast kring heimin at royna fram­úrskarandi mat av øllum slag. Jóhannes Jensen stjóri segði í farnur viku, at av teimum 4500 siti­ plássunum, sum eru í for­ longda summarinum, eru tey 2500 longu umbiðin í summar. Millum annað tí verður arbeitt við at byggja eina nýggja matstovu. Herfyri vóru nakrar ætlanir al­ manna­kunngjørdar, sum vísa, at ætlanin er at byggja matstovuna mill­ um Velbastað og Syðra­ dal. Talan er um eina stóra verkætlan, men enn er ikki greitt um Gist og Vist sleppur at byggja eina nýggja matstovu har. Talan er bæði um at fáa byggiloyvi frá kom­ munu­ni, men loyvi skal eisini fáast frá friðingnar­ myndugleikunum. -Vit hava hugt erftir fleiri staðsetingum, men her er staðið, sum vit helst vilja vera. Nú fáa vit at síggja um tað kann lata seg gera, sigur Johannes Jen­sen, stjóri í Gist og Vist. Koks er tryggjað tvær stjørnur í minsta lagi eitt ár afturat Føroyska altjóða matstovan, Koks, hevur framvegis tvær Michelin-stjørnur, men fekk eina grøna stjørnu afturat Jóhannes Jensen er stjóri á Gist og Vist Á samkomuni í Tróndheim varðveitt Koks sínar tvær stjørnur og fekk eina grøna afturat Poul Andreas Ziska er høvuðskokkur á Koks