týsdagur 18. februar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Pætur Hjalmar Evensson
Næsta heyst eru tað 25
ár síðan, at føroyinga
felagið “Firvaldar” varð
sett á stovn. Firvaldar er
felagið fyri føroyingar í
tí sokallaða trýkantsøki
num, sum umfatar býir
nar Fredericia, Kolding
og Vejle, og tað, ið er har
ímillum.
Felagið er at kalla
eitt úrslit av búskapar
kreppuni, sum var í Før
oyum fyrst í 90’unum.
– Tað vóru so nógvir
føroyingar, sum fluttu
til Danmarkar í ringu
tíðunum. Og tá høvdu
føroyingar tørv á einum
staði at savnast, fortelur
Julius
Guttesen,
for
maður í Firvaldum.
Tá felagið varð stovnað
í 1995 fingu føroyingar í
trýkantsøkinum møgu
leika at hittast um før
oyska mentan og sið, og
á tann hátt framvegis
fylgja við, hvussu leikur
fór heima á klettunum.
Ikki sami tørvur
Men nógv er broytt, síðan
Firvaldar sá dagsins ljós í
1995.
– Fólk hava í dag lættari
við at hava samband við
hvønn annan orsakað av
internetinum. Tað er lætt
at fylgja við, hvat hendir
heima gjøgnum Facebook
ella Skype. Fólk hava
ikki longur fyri neyðini
at koma út til tiltøk hjá
føroyingafeløgum, tí í
dag hittist mann meira
javnan við onnur í mun
til fyrr, og annars eru
tað eisini so nógv onnur
tiltøk
allastaðni.
Tí
verður tað nokk ein lítil
avbjóðing at fáa fólk at
koma út og samlast til
tiltøk her í framtíðini,
sigur Julius Guttesen.
– Tað er munur á nú og
fyrr, tað er heilt sikkurt,
leggur hann aftrat.
– Eftir hondini eru tað
so nógv, sum eru flutt
upp til Føroya aftur. Tað
ger, at grundarlagið fyri
tiltøkunum her verður
minni og minni. Men
vit halda fram hóast alt,
sigur Hanne Jette Gutte
sen, sum eisini er virkin í
Firvaldum.
Ræstkjøtaveitsla
og hugnakvøld
Men fyri tað um undir
tøkan er minni, enn hon
plagdi, so er enn nógv
virksemi í Firvaldum.
Firvaldar skipa javnan
fyri tiltøkum av ymsum
slag. 7. desember var
guðstænasta, og eftir tað
var jólahugni á skránni
við jólasangi, eplaskivum,
rísalamande og jólatræi,
og so kom jólamaðurin
eisini á vitjan. Fyrsta
leygardag í februar verð
ur hvørt ár skipa tey
fyri
ræstkjøtaveitslu,
og har plaga at vera eini
100 fólk, ið luttaka. Um
heystið plaga tey eisini
at skipa fyri onkrum, har
ræstur fiskur, garnatálg
og
frikadellur
eru
á
skránni. Eisini hava tey
javnan hugnakvøld, har
menninir spæla kort, og
kvinnurnar gera okkurt
kreativt.
– Tað hevur stóran
týdning fyri nógvar før
oyingar her at hava eitt
stað at savnast, har mann
kann tosa føroyskt, eta
føroyskan mat og hoyra
nýtt heimanífrá, sigur
Julius Guttesen og legg
ur aftrat, at tað í høvuðs
heitum eru vaksin fólk, ið
eru við í Firvaldum.
Firvaldar hava einki
felagshøli,
men
hava
seinastu árini hildið til í
"Fjósinum" hjá Hildigerð
og Anton í Bredsten, sum
tey kalla tað. Men hesi
hava akkurát selt garðin,
so nú er tað ymiskt, hvar
Firvaldar halda til.
pature@sosialurin.fo
FIRVALDAR:
TAÐ ER MUNUR
TAÐ ER MUNUR
Á NÚ OG FYRR
Á NÚ OG FYRR
– Fólk hava ikki longur fyri
neyðini at koma út til tiltøk hjá
føroyingafeløgum. Tí verður tað
nokk ein avbjóðing at fáa fólk at
koma út og samlast til tiltøk her í
framtíðini, sigur Julius Guttesen,
formaður í føroyingafelagnum
í trýkantsøkinum
Nógv fólk vóru til árligu ræstkjøtaveitsluna í fjør