týsdagur 18. februar 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21
Posta hevur seinnu árini verið fyri stórum
broytingum, sum millum annað hava fevnt
um rebranding, talgilding og upplating av
nýggjum deildum uttanlands.
Felagnum tørvar ein marknaðarleiðara,
ið er framsøkin og kann verða við til at
flyta Posta enn longur framm.
Tín uppgáva er at vera við til at fremja handilsligu
og strategisku málini, sum felagið setir sær. Tú
stendur á odda fyri marknaðardeildini á Posta,
og tú stýrir samstarvinum við allar veitarar av
samskiftis-, sniðgeving og prentloysnum.
Tú hevur ábyrgrd av allari marknaðarføring hjá
Posta. Bæði posttænastum og farmaflutningi,
frímerkjaútgávum og av øllum talgildum
tænastum hjá felagnum. Marknaðarleiðarin
vísir beinleiðis til stjóran.
Tú
Tú megnar at hava fleiri verkætlanir koyrandi
samstundis, og tú rekur marknaðardeildina á
effektivan og skynsaman hátt. Marknaðarleiðarin
hevur alt innanhýsis og uttanhýsis samskiftið um
hendi, og varðar av øllum samskiftisskipanum.
Tú hevur strategiskan og vinnuligan hugburð.
Tú ert framsøkin, hevur gott hugflog og arbeiðir
miðvíst. Tú samskiftir lætt og greitt, og hevur
viðkomandi royndir og útbúgving frá hægri
lærustovni.
Vit
Posta bjóðar tær eitt spennandi og avbjóðandi
starv í einum nútímans umhvørvi við royndum
og dugnaligum starvsfeløgum. Løn sambært
avtalu.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin
at venda tær til Joel undir Leitinum, stjóra á
Posta, telefon 23 60 10 ella við telduposti
til joel@posta.fo.
Skrivlig umsókn skal sendast til
joel@posta.fo
Freistin at søkja er hin 26. februar 2020
Posta røkkur í hvønn krók í landinum
hvønn dag. Posta fevnir um 120
ársverk, 60 bilar, eina árliga sølu á
umleið 114 mió. kr. Harumframt hevur
Posta tvær deildir í Danmark.
Marknaðarleiðari til Posta
SØLUFÓLK TIL AT
RØKJA KUNDA-
SKARA OKKARA
INNAN HEILSU-
ØKIÐ
Trívist tú við einum fjølbroyttum
arbeiðsdegi, at tosa við nógv
ymisk fólk, og at starvast í tøtt-
um toymissamstarvi?
Vit sóknast eftir álítandi og ágrýtnum
starvsfelaga við tevi fyri tænastu og
ráðgeving til sølutoymið, serliga til
at taka hond um kundar okkara innan
heilsuøkið.
STARVIÐ
Sum sølufólk hjá Arctic Import fært tú
ein fjøltáttaðan og spennandi gerandis-
dag, sum tú í stóran mun sjálv/ur legg-
ur til rættis.
Høvuðsinnihaldið í starvinum er søla,
ráðgeving og uppfylging úti hjá kundum
og inni á skrivstovuni. Tú fært ábyrgd
av egnum kundaskara, sum í høvuðs-
heitum er innan heilsu- og røktargeiran.
Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn, men
ferðing kring landið er stórur partur av
starvinum. Tú fært egnan bil til arbeiðs-
brúk.
FAKLIGIR FØRLEIKAR
Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum
hevur hug og hegni til uppsøkjandi sølu-
arbeiði. Harumframt vænta vit, at tú:
• hevur góðan kunnleika til Microsoft
Office og dugir at seta teg inn í
nýggjar skipanir
• hevur skipað arbeiðslag og ert til
reiðar at arbeiða eftir málum
• tekur lut í fyrisitingarligum uppgávum,
ið viðkoma deildini
• samskiftir væl í skrift og talu á før-
oyskum og donskum
• ert íðin innan sølu til nýggjar kundar
og dugir at fasthalda teir
• hevur koyrikort
• hevur royndir innan heilsuverkið,
men hetta er ikki eitt krav
• dugir at seta teg inn i tørvin hjá
kundunum og út frá tí finna røttu
loysnirnar
PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
• Tú ert opin, tænastu- og handilshugað
/ur.
• Tú setur eina æru í at geva kundanum
allarbestu tænastuna og torir at taka
sjálvstøðugar avgerðir.
• Tað fellur tær natúrligt at skapa álitis-
vekjandi og góð sambond á øllum
organisatoriskum stigum, bæði
innan- og uttanhýsis.
• Tú ert lættsint/ur, vilt skapa úrslit, tú
ert røsk/raskur og áhaldandi í tínum
starvi og skilir, at ábyrgdin er tín, men
at tey góðu úrslitini verða skapt í
samstarvi við onnur.
VIT BJÓÐA
Eitt avbjóðandi starv í góðum arbeiðs-
umhvørvi við egnum, føstum kunda-
skara. Tú verður partur av einum eldhug-
aðum og stuðlandi toymi, og fært góða
upplæring og møguleika fyri fakligari
og persónligari menning. Tú tilrættis-
leggur í stóran mun egnan arbeiðsdag,
og vísir beinleiðis til stjóran. Lønin verð-
ur sett eftir avtalu.
UMSÓKN
Umsóknarfreistin er 16.03.2020, og
starvið verður sett skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við
Eyðun Hansen, stjóra, tlf: 233667 ella á
eyh@arcticimport.fo
UM OKKUM
Arctic Import er eitt samtak við deildum
í Føroyum, í Danmark og í Grønlandi.
Vit eru ein non food heilsøla í støðugari
menning, sum bjóðar eitt breitt úrval av
gerandisvørum og servørum, til stovnar,
skip, almennar og privatar fyritøkur.
Vit leggja dent á, at starvsfólk okkara
trívast við sínum uppgávum, og at
góð javnvág er millum arbeiðslív og
privatlív.
ARCTIC IMPORT
Smiðjugerði 9
100 Tórshavn
Telefon: +298 60 66 66
Mail: info@arcticimport.fo
www.arcticimport.fo