týsdagur 18. februar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Jørn Poulsen er ein av
sjúklingunum, sum hevur
upplivað bæði góð úrs
lit og trupul hjáárin av
krabbameinsviðgerð.
Tá læknarnir bjóðaðu
honum
immunterapi
móti
móðurmerkja
krabba, var hann iving
arsamur. Men, eftir eina
ógvusliga
tilgongd
er
hann í dag frískur og
rópar sína søgu eitt und
ur.
Jørn er illa til passar.
Hann følir, at hann hevur
ein ringan dag.
- Er tað so galið? spyr
kona hansara, Kirsten,
sum er á veg út at lufta
hundin ein kaldan dag í
mars í 2018. Tá hon kem
ur aftur, situr Jørn og
hongur við høvdinum
heilt niðri millum akslar
nar.
-
Jamen,
lyft
tó
høvdinum, hugsar Kir
sten. Men, tað megnar
Jørn ikki. Hann sigur, at
okkurt er galið, tí hann
klárar snøgt sagt ikki at
lyfta høvdið.
Kirsten heldur nú fyri,
at so hevur maðurin helst
fingið eitt hald í nakkan
ella okkurt slíkt. Men,
Jørn hyggur álvarsamur
at konu síni og sigur, at
tey helst mugu ringja á
sjúkrahúsið.
Bílagt uttanlandsferð
Fimm ár frammanundan -
í 2013 - hevði Jørn eina tíð
hjá læknanum. Kirsten
hevði lagt til merkis,
at eitt móðurmerki á
bringuni á manni sínum
hevði broytt seg. Tað var
blivið størri.
-
Sjálvglaður
-
ja,
kanska eri eg tað, men
slíkt hevði eg ikki lagt
til merkis. Men, tað ger
kona mín. So, eg fór til
læknan og fekk tey at
taka móðurmerkið - og
so gloymdi eg alt um tað,
minnist hann.
Jørn hevur nógv at
síggja til, tí hann hevur
bjóðað allari familjuni til
Grikkalands at halda sín
70-ára føðingardag - trý
børn, svigarbørn og abba-
og ommubørn.
Bert fáar dagar, áðrenn
tey skulu fara, ringir
telefonin. Kuffert, pass,
sólkrem og ferðaseðlar
- alt er klárt í lítlu rað
húsunum í útryðjuni av
Silkeborg.
Læknarnir
hava
av
handahógvi sent vevnað
arroyndir
av
móður
merkinum til kanningar,
og nú fyriliggur úrslitið.
- Jørn, tú hevur móður
merkjakrabba. Tú skalt
koma á sjúkrahúsið nú,
og so verður tú skurð
viðgjørdur beinanvegin,
ljóðar avgjørda svarið í
telefonini.
Men, svarið hjá Jørn er
líka so avgjørt, sum boð
ini frá sjúkrahúsinum
hesa løtu.
- Nei, eg skal ikki á
sjúkrahús nú. Tit mugu
bera yvir við mær, sigur
hann uttan iva í røddini.
Í staðin fær Jørn tíð
á sjúkrahúsinum dagin
eftir, at tey eru heima
aftur.
Taskurnar
eru
enn
ikki útpakkaðar, tá hann
er aftur komin og koyrir
til sjúkrahúsið fyri at
taka eitt størri petti av
vevnaði burtur, har ill
kynjaða
móðurmerkið
hevði sitið.
Bumba í familjuni
Jørn hevur ongantíð áður
verið álvarsliga sjúkur.
Hann hevur eina fortíð í
herinum og hevur annars
stovnað, leitt og selt
fyritøku, sum hevur selt
træ til møbilverksmiðjur.
Í onkrum tíðarskeiði
hevur øll familjan búð
í Onglandi. So, tá tað
verður staðfest, at talan
er
um
móðurmerkja
krabba,
kennist
tað,
sum ein bumba brestur í
familjuni.
Næstu árini gongur
Jørn til regluligt eftirlit,
og lívið gongur víðari,
sum tað plagar. Læknar
nir finna ikki fleiri tekin
um
krabbamein.
Ikki
fyrr enn í januar í 2017,
tá teir finna ein knykil,
sum eisini verður skorin
burtur.
- So ringja tey og siga,
at knykilin er illkynjaður.
Hetta er ein frávøkstur -
eisini rópt metastase - frá
fyrsta móðurmerkinum.
Tríggjar mánaðir seinni
skal eg aftur til eftirlit,
men áðrenn tað, leggi eg
sjálvur til merkis tveir
nýggjar knyklar.
Jørn vísir á, at hvørja
ferð
eru
læknarnir
klárir beinanvegin. Tað
er eingin innkalling, og
hann verður bara tveittur
upp á skurðborðið.
Vil einki hava í seg
Læknarnir skera, men
knútarnir blíva við at
koma aftur og tamar
haldið, sum hevur verið
á krabbasjúkuni, er við
at fara. Tað er ein spurn
ingur um tíð, nær krabbin
fer í gøgnini.
Tí
bjóða
læknarnir
nú Jørn immunterapi,
sum hevur víst góð úrslit
hjá sjúklingum júst við
móðurmerkjakrabba.
Men, hetta heldur Jørn
lítið um, tí seks av 10
sjúklingum fáa ógvuliga
trupul hjáárin, tá tey eru
í hesi viðgerð.
-
Nei,
so
pínadoy,
um eg skal hava nakað
sproytað inn í æðrarnar.
Tey kunnu jú bara skera
tað burtur - eg skal ikki
vísa
kroppin
kortini.
Men, læknarnir siga, at
tað nyttar einki at blíva
við at skera, tí sjúkan
kemur bara aftur onkra
aðrastaðni.
Sjálvur heldur Jørn í
dag, at hann kanska var
eitt sindur naivur, tá hann
segði so, tí soleiðis, sum
móðurmerkjakrabbin hjá
honum hoppaði runt, so
kundi hann eisini farið í
heilan ella nýruni.
Jørn stúrir fyri hjáárin
unum við immunterapi.
Men, onkra staðni lesur
hann, at hjáárinini sjáld
an raka hjarta og vøddar.
Hetta ger hann eitt
sindur róligari, og hin
9. mars í 2018 leggja
læknarnir
slangurnar,
sum skulu geva honum
ta fyrstu av tilsamans
átta ætlaðum nøgdum av
dupultari immunterapi,
har hann verður við
gjørdur
við
tveimum
ymiskum evnum.
Streymslit í vøddum
Jørn og Kirsten bíða
nú spent eftir, hvussu
heilivágurin
fer
at
ávirka. Teir fyrstu tveir
dagarnar hendir einki, og
Jørn hevur tað fínt. Tað
gongur ein vika, og tað
ganga tvær vikur.
Í tríggjar vikur gongur
alt væl.
Tað gongur væl fram
til tann dag, tá Kristin
kemur heim og sær Jørn
hangandi við høvdinum
millum akslarnar.
- Tú skalt beinanvegin
á Viborg Sjúkrahús, sigur
læknin í telefonini.
Kirsten og Jørn koma
skjótt út í bilin, og Kirsten
snarar móti motorveg
num.
Allan
dagin
verður
Jørn kannaður. Støðan
hjá honum gerst verri
og verri, og hann verður
meira og meira lammaður
í kroppinum. Ikki bara
høvdið, men eisini arm
arnir byrja nú at svíkja.
- Eg var sum eitt
pinkubarn. Eftir 12 tímum
misti eg allar vøddar. Van
liga hjartarútman hvarv,
og eg megnaði ikki at
lyfta armarnar.
Tað var ikki fyrr enn
klokkan 02 um náttina,
at Kirsten koyrdi heim.
Einsamøll.
Eingin veit, hvat feilar
Jørn.
Dagin eftir fær Kirsten
eini sms-boð um, at Jørn
hevur havt tveir blóð
tøppar og skal flytast
til sjúkrahúsið í Skejby.
Ein tíma seinni fær hon
aftur eini sms-boð, sum
siga, at maðurin ikki fer
á sjúkrahúsið í Skejby,
tí talan er ikki um blóð
tøppar kortini.
Ólekkur gamal maður
Næstu fýra vikurnar fær
Jørn pacemaker, nýrini
verða skolað út, og hann
fær hjánýrabarkhormon
í stórum nøgdum, sum
doyva hjáárinini av við
gerðini við immunterapi.
Enn eru vøddarnir hjá
Jørn lammaðir.
- Eg kundi einki gera.
Tað fer jú um mørkini
hjá einum fyrrverandi
yvirmanni
í
lívverju
deildini, at eg ikki kundi
halda skarninum aftur,
ei heldur skera í eitt egg.
Nei, hetta var ræðuligt.
At hugsa sær, at ein
sjúkrarøktarfrøðingur
skuldi mata einum goml
um og ólekrum manni -
og so út at vaska honum.
Eftir fleiri vikum vita
læknarnir,
hvat
bagir
Jørn.
Polymyositis
-
ella
vøddagikt - er eitt sjáld
samt hjáárin í samband
við immunterapi móti
móðurmerkjakrabba. So,
nú verður Jørn fluttur á
giktafrøðiligu deildina í
Skejby.
Tvær
vikur
seinni
kemur hann við gongu
stativi heim aftur til
Silkeborg. Hann er læt
naður 22 kilo, og tað gong
ur seint við at byggja
vøddarnar
uppaftur.
Men, tað er framgongd
at hóma, og eftir fáum
døgum kann Jørn ganga
stuttar
túrar
millum
raðhúsini í heimliga um
hvørvinum.
Eitt undur
Jørn fær ongantíð tær
seinastu sjey viðgerðirnar
við immunterapi. Fyrsta
viðgerðin beindi burtur
krabbasjúkuna, og hon er
ikki komin aftur.
- Tað er eitt undur, at eg
eri vorðin frískur. Kemur
sjúkan aftur - ja, so er tað
so. Eg eri realistiskur. Eg
eri 76 ár, og eg veit væl,
at eg livi upp á lænta
tíð. Skuldi tað hent, at eg
noyddist at geva skarvin
yvir, havi eg nátt tí, eg
ætlaði mær í lívinum.
Eg vil fortelja mína søgu
fyri øllum, sum vilja
hoyra hana - serliga fyri
teimum, sum sjálvi hava
krabbamein. Tey skulu
vita, at tað er ein vón,
sigur Jørn Poulsen.
Kelda: www.cancer.dk
TAÐ ER ALTÍÐ EIN VÓN
Læknarnir noyddust at yvirtala
76 ára gamla, Jørn Poulsen, at
fara í viðgerð við immunterapi.
- At eg eri frískur í dag, er eitt
undur. Eg vil fortelja mína søgu
fyri øllum, sum vilja hoyra hana
- serliga fyri teimum, sum sjálvi
hava krabbamein. Tey skulu vita,
at tað er ein vón, sigur hann
- Skuldi tað hent, at eg noyddist at geva skarvin yvir, havi eg
nátt tí, eg ætlaði mær í lívinum, sigur Jørn Poulsen