Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Evropesiska fót­bólts­sam­ gongan, UEFA, hevur útihýst Manchester City frá øllum evro­pesiskum kappingum í tvey ár - galdandi fyri kapp­ ingar­árini 2020/21 og 2021/22. Felag­ið hevur eisini fingið eina bót upp á 222 milliónir krónur. Orsøkin er, at Manchester City í tíðarskeiðinum 2012 til 2016 hevur brotið fíggjar­ reglur­nar í Financial Fair Play reglu­gerðini. Millum annað er felagið dømt fyri at hava snýtt við tølunum viðvíkjandi sponsor­um, fyri at lúka treytirnar, sum siga at eitt felag ikki kann hava meir enn eitt ávíst tal av milliónum krónur í undir­skotið upp á trý ár. Hartil er felagið eisini dømt fyri ikki at hava samarbeitt, tá málið bleiv tikið upp. Her skal nevnast, at undan­ tøk eru viðvíkjandi undir­ skoti­num, tá pengarnir eru brúktir upp á eitt nú leik­ vøllin. Manchester City er í øðini og hevur boðað frá, at felag­ið fer at kæra dómin til ítróttar­dómstólin ”The Court of Arbitration for Sport”, sum hevur høvðussæti í Sveis. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at avgerðin hjá UEFA ikki kemur óvæntað og at mann í Manchester City kennir seg órætt viðfarnan av evro­pesiska fót­bólts­sam­bandi­num. Hetta er aðru ferð, at Manchester City hevur fing­ið dóm fyri óreglusemi í fíggjar­viður­ skiftinum. Felagið fekk í 2014 eina bót á 435 milliónir krónur. Financial Fair Play Financial Fair Play, stytt FFP, sá dagsins ljós í 2010. Ætlanin er at FFP reglugerðin skal tryggja at øll feløg skulu fylgja nøkrum fíggjar­ligum reglugerðum, ið skulu tryggja at feløg verða rikin á skilagóðan fíggjarliga hátt. Hetta eftir at feløg sum Leeds og Portsmouth fór av knór­a­num. FFP inniber millum annað, at feløg ikki kunnu brúka fleiri pengar enn tey fáa í inntøkum frá atgongu­merkja­sølu, stuðl­ um og sjón­varps­rætt­indum. Møguleiki er ikki hjá rík­mon­n­ um at tveita pengar eftir bestu spælarunum og bara strika árliga undirskotið við eini bankaflyting úr egnari banka­ konto. Reglugerðin kom í gildi í 2010 og gav feløgunum trý ár at fáa javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur. Inntøkurnar fyri atgongu­merki, stuðlusavtalur og sjónvarpsrættindini skulu verða líkar høgar sum útreiðsl­ ur­nar fyri spælarakeyp, lønir og onnur ting í hava við fyrsta liðið at gera. Útreiðslur fyri leikvøll og ung­dómsarbeiði telja ikki við. Við hesum vónar UEFA, at feløg fara at leggja meiri fyri fyri at skapa bestu karmarnar og gera íløgur í yngru liðini, heldur enn at brúka pengarnar upp á dýrar spælarar og lønir. Feløgini kunnu frá 2011 til 2014 hava eitt samlað undirskot upp á áleið 350 milliónir krónur. Tey næstu trý árini, frá 2014 til 2017, kann undirskotið í mesta lagi verða 250 milliónir krónur. Feløgini fingu tá seks ár at umskipa seg til nýggju um­ støðurnar. Megnaðu feløgini ikki at fáa javnvág í, men gong­ in vísti greitt, at felagið er á rættari leið, so kann UEFA geva eitt undantaksloyvi. Avbjóðingin hjá Manchester City í hesum førinum er, at felagið er dømt fyri beinleiðis at snýta við tølum. Sum David Conn, tíðindamaður á The Guardian, orðaði seg, so svarar hetta til at verða tikin fyri at koyra ov skjótt. Tað kostar eina bót, men lýgur tú og roynir at siga at onkur annar koyrdi og løgreglan prógvar at tað ikki passar, so er revsingin nógv harðari. Ja, so hørð at tú kanst enda við at sita inni. Hvat hevur Manchester City gjørt? Manchester City hevur gjørt eina risaavtalu við Etihad, men UEFA pástendur nú, at tað er eigarin, Sheik Mansour úr Abu Dabi, sum brúkar avtaluna til at økja um viðrið á felagnum. Also tað er Sheik Mansour, sum rindar flestu av pengunum, sum Etihad upprunaliga stend­ ur fyri. Í tíðarskeiðnum tá FFP verður sett í verk, má Man­ chester City økja um inn­tøkur­ nar, fyri at kun­na brúka fleiri pengar. Ein av teimum trimum inn­tøku møguleikunum er stuðuls­av­talur. Manchester City ger eina stuðulsavtalu við flog­felagið Etihad, sum hevur eitt virðið á áleið 3,5 milliardir krónur fyri tey komandi tíggju árini. Etihad er saman við trimum øðr­um fyritøkum úr Miðeystri stuðlar hjá Manchester City um hetta mundi, og tað hevur fingið fólk at seta spurnartekin við stuðulsavtalurnar og sam­ bandið millum eigarin, Sheik Man­sour úr Abu Dabi, og fyri­ tøkur­nar úr Miðeystri. UEFA skipaði tí ein bólk við átta serfrøðingum við heitinum; Club Financial Control Panel (CFCP). Hesir skulu tryggja at øll feløgini fylgja reglugerðini. CFCP hevur tí eisini til uppgávu at tryggja, at virð­ið á eini stuðulsavtalu sam­svar­ ar við virðið á tí sum verður stuðlað. Ein av fyrstu upp­ gávunum var at staðfesta, um avtalan hjá Eithad við Man­ chester City samsvaraði við marknaðarvirðið á eini slíkari avtalu. Kanningarnevndin hjá UEFA er komin fram til, at Etihad rindar bara ein brøkpart av árliga stuðlinum, sum er upp­lýstur í luttøku og rokn­ skapar­ligutølunum til UEFA. Restin kemur beinleiðis frá Sheik Mansour. Football Leaks Byrjanin til avdúkingina kemur, tá Wiki Leaks fær ein navna­bróður í Football Leaks. Portugisiski teldusníkurin, Rui Pinto, er høvðusmaðurin aftan­fyri Football Leaks. Hann fær hendur á skjølum, sum ongantíð vóru ætlaði al­menn­ inginum. Her koma nógvar søgur fram, um handlar í fót­ bólti, sum ikki hava verið eftir bókini. Nøkur av skjølunum, sum koma fram eru sam­skiftis­ postar millum leiðandi per­ sónar í Manchester City og fólk, sum eru nær teimum. Her kemur í fleiri førum fram, at Manchester City ongan áhuga hevur at fylgja FFP og reglugerðini hjá UEFA. Sam­ skiftið er í fleiri førum avbera niðurgerandi, har tað millum annað verður sligið upp í glens, at ein av ákærunum í fyrra FFP málinum – tí sum gav 435 milliónir krónur í bót í 2014 – er deyður. Tað kemur fram í samskiftinum, at Manchester City hevur í sinni at snýta við inn­tøkutølunum, so at felagið kann brúka fleiri pengar. Manchester City hevur ongantíð avsannað at sam­ skiftið ikki er ferið fram, men hevur lagt stóran dett á, at hetta er innanhýsis skjøl og sam­skiftið, sum UEFA hevur fingið á órættan hátt. Og tí kann tað ikki brúkast sum prógv. Rui Pinto er í dag 31 ára gamal og skal fyri rættin í Portu­gal í næstum. Hann er ákærd­ur fyri í 91 málum í sam­ band við football Leaks. Kann ávirka Premier League Nú skal Premier League eisi­ni taka støðu til, um Man­chest­ er City skal revsast. Fíggjar­ reglu­gerðin í Premier League er loyvir størri undirskoti fyri hvørji trý ár enn UEFA, men metir Premier League at Manchester City hevur upp­ givið skeiv og villleiðandi tøl, so er møguleiki fyri at felagið fær frátikið stig í tíðarskeiðnum, sum brotið er framt. Tað merkir millum annað, at meistaraheitið í 2014 er í vandi. Tað var tiltikna árið, tá Steven Gerrard, liðskipari hjá Liver­ pool, gleið í avgerandi dysti­ num móti Chelsea, sum síðani gjørdi at Manchester City vann meistaraheitið. Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at tað er óvist um tað eisini kemur at ávirka meistaraheitið í 2012, tá Sergio Manchester City útihýst úr Champions League: FÓTBÓLTUR Manchester City er útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, men felagið ætlar ikki at leggja kongin. Nú verður ein av størstu dystunum í søguni hjá UEFA. Ein dystur, sum kann halda fram í fleiri ár. Vit hyggja nærri at málinum UEFA UEFA BJÓÐAR BJÓÐAR TEIMUM STÓRU AV TEIMUM STÓRU AV