Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. februar 2020 · Nr. 21 FÓTBÓLTUR Aguero í yvirtíðini tryggjaði fyrsta Premier League meistara­heitið í yvirtíðini. Tá var tað í harðari kapping við Man­chester City. Í allar ringasta føri kann Manchester City í fjórðu deild. Tað er hent fyri onnur feløg, sum eru farin av knóranum. Reglugerðin hjá UEFA sigur, at um eitt felag av onkrari orsøk ikki kann luttaka í eini UEFA- kapp­ing, so er tað liðið næst teim­um í landskappingini, sum fær plássið. Tað merkir, at um Manchester City endar í topp-fýra í Premier League, so kemur nummar fimm í Champions League komandi kapp­ingarár. Manchester City svarar aftur Er tað eitt felag í heiminum, sum hevur fíggjarligu orkuna at taka dystin upp til UEFA, so er tað júst Manchester City. Felagið hevur longu verið í ítróttardómsstólinum CAS og roynt at steðga hesum máli­ num. Her fortelur millum annað David Conn frá The Guardian, at Manchester City hevur valt ein ágrýtnan álopsstíl. Felagið hevur roynt at fingið ein av høvðusákærunum hjá UEFA kolldømdan, tí hann hevði latið nøkur skjøl til millum annað The New York Times. Eisini vil felagið hava endurgjald fyri sakina og ákærurnar. Manchester City møtti upp í CAS við ikki færri enn átta sakførarum og nevndar­for­ maðurin í Manchester City, Khaldoon Khalifa Al Mubarak, er siteraður fyri at siga, at hann vil heldur saksøkja UEFA í fleiri ár, enn at viðurkenna at Manchester City hevur snýtt. Manchester City sigur seg hava greið prógv fyri, at einki óregluligt fór fram. Felag­ið sigur eisini í almenna aftursvarinum, at hetta er eitt mál, sum UEFA hevur tikið upp, kannað og verið dømandi vald­ið. Aðrar atfinningarsamar rødd­ir siga, at hetta er at fara ov lágt, tí soleiðis hevur tað altíð verið. Hetta er ikki nøkur ein­støk sak, har treytirnar verða broyttar til fyrimuns fyri UEFA. Her verður eisini víst á, at tað er hávirdir sakførarar við nógv royndum, sum hava dømt í málinum. Hvat so nú? Tað er fleiri meiningar um hvat fer at henda nú. Málið verður kært til ítróttardómstólin í Sveis. UEFA vil hava tað av­ greitt áðrenn 23. juli í summar, tí tá byrja innleiðandi umførini í Europa League. Onnur halda, at hetta verður ein sak, sum kemur at koyra í kanska fleiri ár. -Eg vænti at Manchester City vinnur á UEFA. Eg havi einki álit á at UEFA megnar at gera tað rætta her. Eg vænti at dómurin verður kolldømdur. Eg haldi at UEFA er ein vónleys organsiatión, sum bara kemur við óstøðugum revsingum. Eg vænti at Manchester City vinn­ur hetta í rættinum og tað fer at taka fleiri ár, sigur Gary Neville, viðmerkjari á Sky Sports og parteigari av fót­ bólts­felag­num Salford City. Gary Neville er sálvur ímóti FFP, tí hann metir ikki at tað reglugerðin tænir enda­ málinum um, at feløg ikki skulu fara á heysin ella blíva ov tengt at einum ríkum eigara. Tað hevur leingi verið tosað um, at stóru feløgini í Evropa ætla at gera ein ”Superligu” fyri seg. Tað er nokk ongin ivi um, at Manchester City í løtuni hevur lítlan hug at halda fram í UEFA-kappingum. Her heldur onkur fyri, at vit í komandi framtíðini fara at hoyri um feløg, sum vilja slíta seg leys av UEFA. Pep lovar trúfesti Venjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola, hevur boðað frá, at hann heldur fram í felag­ num. Sjálvt um bannið stendur við. Raheem Sterling hevur sagt tað sama. Fleiri miðlar skriva, at partur av lønin hjá Kevin De Bruyne er tengd at Champions League luttøku. Her skrivar millum annað The Guardian og Dailymail, at Man­chester City ætlar at geva spælar­um, sum halda fram ein ágóða fyri at vísa trúfesti. Ein avbjóðing er, at Man­ chester City fær ein part av sínum inntøkum frá Champions League luttøku. Tá tann inntøkan er vekk, so er tor­ført at síggja hvar teir peng­ arnir skulu koma frá. Sergio Aguero er fyrr siteraður fyri at siga, at hann spælir við Manchester City til hann vinnur Champions League. Ein kapping, sum stjørnu­áleyparin ikki hevur vunnið enn. Hann er nú 32 ára gamal. Er Champions League eitt mál hjá honum og bannið stendur við, so verður ringt at vinna Champions League, um teir ikki vinna tað í ár. Størsta sakin síðani Juventus Hetta er helst størsta sakin av sínum slag, síðani Calciopoli- gøluna í Italia, tá Juventus í 2006 bleiv sent niður í Seriu B og fekk frátikið fleiri meistara­ heiti, meðan fleiri onnur feløg fingu harða revsing í eini mutur­gølu. Manchester City hevur lovað at spæla hendan dystin fult út. Eins og á vøllinum, so er talan um álopskent spæl, men hesa ferð eru allar snildir galdandi! trondur@sosialurin.fo Longu í 2010 fylgdi Sosialurin við, tá FFP sá dagsins ljós. Avtalan, sum hevur felt Manchetser City, verður nevnd sum ein orsøkunum til, at FFP bleiv sett í verk