Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 21. FEBRUAR 2020 So typiskt at spæla bóltin út til horna, tá tað eru tvær ungar kvinn­ ur sum vilja geva kvinnum loyvi at vera tingkvinnur Tá løgmaður undir orðaskiftinum á tingi mik­u­dag­in um at broyta stýr­is­skip­an­ar­ lóg­ina so­leiðis, at hon loyv­ir at nevna kvinnur, mælir til at seta eina grein 25 nevnd at viðgera stýr­is­skip­an­arlógina sum heild heldur enn at samtykkja uppskot­ið hjá teimum báð­um ungu ting­kvinn­u­num, so er tað helst tí, at tað er ætlanin hjá samgonguni. Tí løgmaður heldur hetta vera eitt ov lít­ið mál til at broyta stýrisskipanarlógina – tað at gera ta sjálvsøgdu broyting í lóg­ ini, at kvinn­ur ikki longur skulu eita »ting­menn«. Kanska tað er for keðiligt at lata tvær ungar kvinnur á tingi – onnur teirra eitt sindur yngri enn tingskipanin, hin eitt lítið sindur eldri – vera orsøkin til, at broyt­ingar á fyrsta sinni skulu gerast í stýr­isskipanini. Men at andøva ímóti hesum upp­ skot­i­num við at siga, at tað eru aðrar týð­andi broytingar, sum eisini skulu ger­ast, virkar eitt sindur sum at spæla bólt­in út til horna. Sjálvandi ber til at broyta heitini á okk­ara fólkavaldu uttan at kollvelta alla stýr­is­skip­an­ar­lógina. Og hevur løgmaður onkrar broyt­ing­ ar afturat, so er at koma við teimum ella at taka tær seinni, og so eisini samtykkja tær um­aftur, tá eitt nýtt løgting er valt. Hvør er trupulleikin við at lata Hervør Pálsdóttir og Ingilín Strøm eiga heiðurin fyri at eiga fyrstu broytingarnar í stýr­is­ skip­anini – enntá ein so sjálvsagdari broyt­ing, sum at loyva kvinnum í pol­i­ tikki at vera kvinnur? Sjálvandi ber til at gera fleiri broyt­ ing­ar í senn og at seta stórar nevndir at ar­beiða við hesum. Vandin er bara tann, at alt verður drigið fram, og at eingin semja fæst. So sum vit tildømis sóu tað við stjórnarskipanini, sum bleiv vovin upp í ein ellibita til einki kom burturúr og eingin vildi kennast við málið. Takið tit nú bara og samtykkið upp­ skot­ið hjá teimum báðum, so er tað mál­ ið ikki eftir. Sjálvt um talan er um tvær ungar nývaldar løgtingskvinnur. Ov stórur heiður til ungar tingkvinnur Eftir at fyrrverandi stjórin í Bún­að­ar­grun­n­i­ num, Regin I. Jakobsen, fór í starv sum stjóri í Vága Floghavn tann 1. desember 2019, var søkt eftir nýggjum stjóra til grunnin. Umsóknarfreistin var 15. januar 2020 og komu 21 umsóknir til starvið. Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur gjørt av at seta Snorra á Bøgarði í starv sum stjóra í Bún­að­ar­grunninum. Snorri er 54 ár, er útbúgvin grannskoðari og hev­ur starvast sum grannskoðari ­sei­n­astu gott 21 árini. Nýggi stjórin byrjar í starvinum tann 1. juni 2020. Snorri á Bøgarði er nýggjur stjóri BÚNAÐARGRUNNURIN Føroyingar skapa internetsamband í Grønlandi síða 26 Hon tekur við starvinum 1. apríl Nýggi býlings- og marjnaðarstjórin í SMS er ein roynd kvinna í markn­að­ar­ vinn­uni. Durita Nolsøe kemur úr starvi sum ogn­ar­seljari í Skyn, og undan hesum starvi var hon m.a. lýsingaráðgevi hjá Sans­um og Kvinnu umframt sølufólk hjá MBM og var í fleiri ár marknaðarfólk hjá Sos­i­al­i­num, tá blaðið húsaðist á Argjum, og seinni eisini í Miðlahúsinum í Vág­s­ botni. – Eg eri fegin um møguleikan at taka við hesum avbjóðandi starvi. Eg síggi nógv­ar menningarmøguleikar í søl­u­mið­ støð­ini, sum er karmur um eitt vaksandi virk­semi, ið hevur stóran týdning fyri bæði fólk í høvuðsstaðnum og fyri før­oy­ ing­ar sum heild, sigur Durita Nolsøe, sum byrjar í nýggja starvinum 1. apríl. Durita Simonsen loysir av Regin W. Dals­gaard, sum hevur røkt starvið sein­ astu fimm árini. Starvið sum býlings- og markn­að­ar­ stjóri hevur verið býtt sundur í tvey høv­ uðs­øki. Eitt økið hevur verið virksemið í SMS – sum er felags tiltøk á torginum o.a. – og har­um­framt umsiting av Miðlon, sum P/F SMS eigur. Hin parturin av starv­i­num hev­ur verið at marknaðarføra Mikl­a­garð, Myln­una og Bónus umframt lut­víst at um­sita onnur dótturfeløg í SMS-sam­tak­i­num. Starvið sum býlingsstjóri verður nú broytt eitt sindur, soleiðis at nýggi býl­ ings­stjórin fyrst og fremst fer at umsita økta virk­semið í sjálvari sølumiðstøðini. Durita Nolsøe tekur við starvinum 1. apríl, og fyrstu tíðina verður Regin W. Dals­gaard beinleiðis knýttur at starv­i­ num sum ráðgevi hjá nýggja bý­lings­ stjór­a­num. Í blaðnum... Durita Nolsøe er nýggjur marknaðarstjóri í SMS Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Les eisini blaðið á telefonini Durita Nolsøe loysir av Regin W. Dalsgaard sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Hann fer aftur at arbeiða sum sjálvstøðugur ráðgevi – eisini fyri SMS samtakið