hósdagur 20. februar 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 22
3
ÁKI BERTHOLDSEN
S
kuldin hjá føroysku
húsarhaldunum er slak
ar 12 milliardir krónur.
Tað upplýsir Lands
bankin í nýggjari uppgerð.
Tað, sum verður talt upp í
bólkin «Húsarhald«, eru løn
takarar, pensjónistar og sjálv
støðugt vinnurekandi, umframt
fótbóltsfeløg og fimleikafeløg og
onnur feløg, sum ikki eru vinnu
lig.
Sostatt eru lán til húsarhald
slakar tveir triðingar av øllum
lánum hjá peningastovnunum,
sum eru upp á tilsamans 15,6
milliardir.
Landsbankin staðfestir, at
stígur er komin í vøksturin. Í
2018 hækkaðu útlánini hjá pen
ingastovnumum seks present,
men í fjør minkaði vøksturin
niður í einki. Landsbankin sig
ur, at í fjør hækkaðu útlán frá
føroyskum peningastovnum til
húsarhald minni enn eitt pro
sent.
Verða lán frá donskum pen
ingastovnum og realkreditt
stovnum til føroysk húsarhald
tald við, hækkaðu lánini hjá
føroyskum húsarhaldum fýra
prosent í fjør.
Í fjør hava føroysku bank
arnir ikki lænt so nógv út sum
undanfarin ár, men hinvegin
eru lánini úr donskum real
kredittstovnunum økt munandi
hetta árið.
Landsbankin sigur, at tað
ber ikki ber til at siga, hví eftir
spurningurin hjá føroysku
húsarhaldunum eftir donskum
realkredittlánum er øktur, men
helst hava tær lágu renturnar
hava havt eina ávirkan.
Serliga eru lánini við fastari
rentu í yvir 10 ár munandi økt í
fjør. Men hóast føroyingar eru
farnir at taka munandi meiri
realkredittlán, eru tey lánini
bara ein viðfáningur av tí før
oyskir peningastovnar læna út.
– Føroysk húsarhald hava
lán fyri 8,8 milliardir í før
oyskum peningastovnum og
fyri 2,9 milliardir í donskum real
kredittstovnum, sigur Lands
bankin.
Landsbankin heldur eyga við
útlánsvøkstrinum. Bankin sigur,
at vaksa útlánini skjótari enn
búskapurin, kann tað vera tekin
um, at bankarnir slaka krøvini
til tey, sum læna, og sostatt
veksur vandi fyri, at bankarnir
fáa tap av sínum útlánum.
Eftir framrokning hjá Hag
stovuni vaks bruttotjóðarúr
tøkan 6,6 prosent í fjør, men
útlánini hjá føroyskum pen
ingastovnum var væl minni enn
tað hetta árið.
Útlánini eru sostatt ikki vaksin
skjótari enn búskapurin, men tað
er kortini neyðugt at halda eyga
við vøkstrinum í útlánunum, tí
gongdin kann brádliga venda,
eins og hon gjørdi fram til báðar
undanfarnu fíggjarkreppurnar,
sigur Landsbankin.
Husarhaldini
skylda 12 milliardir
Føroysk húsarhald hava lán fyri 11,7 milliardir
krónur, vísir nýggj uppgerð hjá landsbankanum
Føroysk húsarhald hava lán fyri 8,8 milliardir í føroyskum peningastovnum
og fyri 2,9 milliardir í donskum realkredittstovnum
ÁKI BERTHOLDSEN
H
etta eru eini fantast
iska góð tíðindi, tí
tað vísir, at tiltøkini,
sum eru sett í verk í
Kina, hava riggað.
Tað sigur Kåre Mølbak,
stjóri á Statens Serumistitut í
Danmark, við heimasíðuna hjá
stovninum.
Hann sipar til, at nú er nógv,
sum bendir á, at smittuvandin
við nógv umrødda covid-19
virussinum, er hæsaður av.
Talið á teimum, sum verða
smittað, hevur nevniliga verið
fallandi hesar seinastu tvær
vikurnar. Og eingi tekin eru
um, at smittan breiðir seg
nevnivert uttan fyri Kina
heldur, sigur hann.
Samstundis vísa uppgerðir,
at 78 prosent av teimum, sum
hava fingið smittuna, eru í
aldrinum 30-69 ár. Og av teim
um eru tað 81 prosent, sum bara
hava havt smávegis sjúkutekin
og hava sostatt lítið og einki
merkt til sjúkuna.
Men hjá fimm prosentum
av teimum smittaðu, hevur
støðan verið hættislig.
Statens
Seruminstitut
sigur, at nógv teir flestu sjúk
lingarnir, ella 86 prosent, eru
smittað í Wuhan, ella av fólki,
sum hava havt samband við
býin.
Sostatt er tað nógv, sum
bendir á, at sjúkan var í hæddini
longu síðst í januar, sigur Kåre
Mølbak á heimasíðuni hjá
Statens Serumistitut.
Í løtuni er tað annars
staðfest, at yvir 75.000 fólk
hava fingið smittuna, og eini
2.000 fólk eru deyð av henni.
Heili 98,8 prosent av teimum,
sum hava fingið smittuna, eru í
Kina og uttan fyri Kina eru tað
bara seks sjúklingar, sum eru
deyðir.
Hinvegin er hann eisini
varin, tí hann sigur, at tað
verður eisini mett, at kinesarar
hava ikki fingið skrásett øll
tey, sum eru smittað, serliga í
at nógv merkja lítið og einki til
sjúkuna. Sostatt eru tað eisini
granskarar, sum meta, at talið
á smittaðum er tíggju ferðir
hægri enn tað, sum higartil er
upplýst. Men tað góða við tí er,
at tað merkir so aftur, at upp
aftur nógv færri doyggja av
sjúkuni enn tað, sum higartil
er komið fram.
Hinvegin kann tað eisini
merkja, at nógv fólk hava
smittuna í nógv longri tíð enn
higartil hildið, og tað kann so
aftur merkja, at talið á deyðum
fer at veksa.
Enn er einki koppingarevni
ímóti sjúkuni, men gongst
sum ætla, kunnu tær fyrstu
royndirnar við einum kopp
ingarevni gerast um nakrar
mánaðir. Men tað verður
neyvan fyrr enn um eitt ár, at
tað verður klárt at royna at
koppseta fólk.
Tað er nevniliga nógv, vit
framvegis ikki vita um virus
sið, eitt nú er tað heldur ikki
endaliga staðfest, hvussu long
tíð, fólk hava smittuna í sær,
áðrenn tey verða sjúk.
Hann leggur afturat, at tað
verður ikki fyrr enn um eitt ár,
at vit kunnu vænta at hava eitt
koppingarevni fyri smittuni.
Smittu
vandin
minkar
Nógv bendir á, at smittuvandin
við virus-sjúkuni, sum tók seg
upp í Kina, er avhæsaður
Talið á teimum, sum verða smittað av covid-19,
hevur verið fallandi seinastu tvær vikurnar