Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 22 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Ein kvinna og tveir menn eru ákærd fyri at hava neyðtikið eina gentu, umframt at annar maðurin er ákærdur fyri barnaporno og 17 tilburðir av blygdanarskemd Matstovan Koks varðveitir sínar tvær Michelin-stjørnur. Aftrat hesum hevur Koks nú fingið eina nýggja grøna stjørnu, sum er ein viðurkenning fyri burðardygd Danska Britta Nielsen varð mikudagin dømd seks ár og seks mánaða fongsulsrevsing. Hon var ákærd fyri at svika Socialstyrelsen fyri 117 milliónir krónur Fríggjadagin verður nýggj orðabók veðrur løgd fram. Hetta verður ein grønlenskt-føroyskt orðabók, ið Elin Neshamar hevur lagt til rættis Løgreglan hevur verið í Suðuroy fyri at kanna ferðsluna. Tilsamans fingu 56 bilførarar og prutlførarar bót ella klipp Løgtingsmaður MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Føroysk húsarhald hava lán fyri 11,7 milliardir krónur. Tað upplýsir Landsbankin 11,7 11,7 Sprotin: løgtingsmaður k41 (stjm.) fólk við sæti á Føroya løgtingi Formliga eita øll løgtingsmenn og landsstýrismenn, eisini hóast talan er um kvinnur. Men nú hava løgtingskvinnurnar Ingilín D. Strøm (J) og Hervør Pálsdóttir (T) lagt uppskot fyri Løgtingið um broyta tey heitini, soleiðis at tær verða nevndar løgtingskvinna og landsstýriskvinna. Deildar meiningar eru um hetta í løgtinginum. Løgmaður heldur t.d. ikki, at tað er rætt, at broyta smálutir í stýrisskipanarlógini, men vil heldur seta eina nevnd at endurskoða alla stýrisskipanarlógina og finna eina heildarloysn "Hvussu høvdu menninir í løgtinginum dámt, um teir formelt blivu kallaðir fyri løgtingskvinnur?" "Hoyrt í einum bindiklubba: - Maður mín brokkaði seg um at vit brúka Facebook ov nógv og ikki longur tosa saman sum ein familja, so eg blokeraði hann..." Mangt er undarligt, tað sigur abbi – ongan veit eg klókari enn hann... Ein beinrakin regla hjá Hans Andreas Djurhuus, sála, sum vísir góðtrúgvu børnini og teirra álit. Havi mangan hugsað um hetta at hava álit á onkrum – alt er so nógv lættari, tá ið vit kunnu hava álit á hvørjum øðrum. Vit sleppa undan eftirlitið av øllum handa slag og alt gongur nógv betur. Men soleiðis er okkara samfelag ikki skipað. Fyrst gera vit lógir og síðan seta vit eftirlit á stovn, sum skal tryggja at lógirnar verða hildnar. Ógvuliga tungt, tíðarkevjandi og dýrt, men soleiðis noyðist tað helst at vera, tá ið samfelagið ikki byggir á álit, men heldur er sett saman soleiðis, at tann sum er snildari lumpar hin minni snilda. Ája! Henddan vikan hevur víst okkum, at tað sum verður skrivað omanfyri er rætt. Aðalstjórin í heilsumálaráðnum framdi eina broyting í ábyrgdar­ býti­num millum forstjóran á Lands­ sjúklrahúsinum og stjórarnar á hinum báðum sjúkrahúsunum. Ein teknsik, roknskaparlig detalja, sum onki hevði at siga, segði landsstýrismaðurin. Kortini vísti tað seg als ikki at hanga soleiðis saman. Alexandra á Dul, stjóri í Klaksvík, sá beinanvegin, at hetta fór at taka ræði frá henni í Klaksvík og boðaði frá, sum eisini er rætt. Eftir eitt sindur av rumbli, har politikararnir í Klaksvík royndu at gera seg sjálvar sjónligar, valdi lands­ stýrismaðurin at geva boð um, at broytingin skal takast aftur. Eg veit ikki hvør ætlanin var og tann klóka umsitingin hevur heldur ikki svara, hvat ætlanin var og hví broytingin skuldi gerast. Politikarar kunnu taka tápuligar avgerðir, men hetta er eitt dømi um, at ein góð politisk intentión við heilsu­ verkinum kann verða saboterað av umsitingini. Men sum so mangan fyrr: em­bætis­ verkið velur at krógva seg handan tøgnina. Ája! Hetta málið hevur fylt nógv í vikuni, men vit skulu sjálvandi ikki gloyma tær góðu nýggjheitirnar. Hanus Han­ sen, reiðari, valdi á Torradøgunum at almanna­kunngera, at reiðaríið hevur gjørt sáttmála um at byggja ein nýggjan stóran trolara, sum skal koma í staðin fyri Gadus. Hetta eru sjálvandi góð tíðindi fyri Norðoyggjar og allar Føroyar. Tað frættist, at hini bæði reiðaríini, sum royna í Barentshavinum hava líkn­andi ætlanir, men tær eru ikki al­ mennar enn og vit vita heldur ikkui hvussu langt tær eru komnar. At fiskiflotin verður endur­ nýggjaður er upp á tíðina. Fleiri línuskip eru komin og onnur eru á veg. Broytingin í lógini um fyrisiting av sjó­ feingi ger sítt til at hetta hendir nú, men eisini góða gongd­in seinnu ár­ ini skumpar undir, at hetta verður gjørt. Nú fáa vit so at síggja hvusu leikur fer. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! FRÍGGJADAGIN Av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 2 og 5 stig LEYGARDAGIN Andøvsgul upp í ein strúk, 10 til 15 m/s. Um náttina minkar hann í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 6 stig. Um náttina niður í frostmarkið SUNNUDAGIN Gul til stívt andøvsgul av vestri og norði, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, stundum regn ella kavi. Hitin um 3 stig, um náttina niður í frostmarkið 5-10 m/s 10-15 m/s 13-18 m/s Visti tú? At amerikanarar skemta við, at amerikanski forsetin Donald Trump ætlaði at keypa Føroyar? Satirusíðan hjá blaðnum The New Yorker skrivaði eina skemtigrein um hetta. Har stendur skrivað, at tíðindini at Bloomberg hevði megnað at keypt Grønland, ið Trump ikki megnaði sjálvur í fjørsummar, fekk øði í amerikanska forsetan, sum umgangandi heitti á versonin, Jared Kushner, um at leggja eitt boð inn fyri Føroyar ístaðin (Legg til merkis - hetta er ikki veruleiki, men satira).